Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-02-12, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. februar 2013síða 24

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 13. februar 2013 · Nr. 18 24 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tøkni Lagt til rættis: Audun Hage – Lyd & Billede iMac’urin er tann vanligasa desktop-teldan hjá Apple. Hartil er hetta kanska best kenda alt-í-einum teldan á marknaðinum. Sjálv­andi eru undantøk, men iMac standa á skrivara­ borðinum hjá sera nógvum designarum, grafikarum og øðrum kreativum starvsfólkum. Og vit skulu ikki billa nøkrum nakað inn. Sjálv­ andi hongur hetta saman við góðari orku og tí fakta, at nógvum grafikarum dámar betur Mac OS enn Windows. Men tað hevur so sanniliga eisini nakað at gera við mest sum ikonisku snið­gevingini. Ein iMac á skrivaraborðinum er ein óluksáliga lekkur sjón – ikki minst, um sammett verður við teir nógvu kantutu, svørtu plastiklíknandi skíggjunum og teldunum, sum ofta eru Windows-alternativið. Hetta er tó betra seinnu árini, har eitt nú Acer, HO og Lenovo hava sent fleiri flottar alt-í-einum teldur á marknaðin – nú eisini við touch-screen – men hesar teldurnar eiga enn til góðar at bíta seg fastar á norðurlendska marknaðinum. Tí er valið ofta iMac ella einki, um tú skalt keypa ein góðan desktop, sum ikki er beinleiðis ljótur at hyggja at. Nýtt snið byggir á tað kenda Og sniðið hjá iMac er veruliga nakað fyri seg. Serstakliga, um tað er tann stóri við 27” skíggja, sum vit hava testað hesaferð. Unibody-kabinettið er – eins og við MacBook Air og Pro – framleitt í aluminium, og tað er bara tann stóri skíggin framman, sum brýtur flatuna. Panelið undir skíggjanum er eisini partur av unibody og hevur ongan knøttar ella lampur. Súreplið, sum er úr sama glasi sum ramman kring skíggjan, er einasta órógvandi elementið yvirhøvur. Situr tú framman fyri nýggju iMac, so líkist hon øllum iMac, sum vit hava sæð seinastu nógvu árini. Men hyggur at telduni frá onkrum øðrum vinkli, gerast munirnir sjónligir. Allan vegin runt er kabinettið bert 5 mm á kant­inum, og vektin er minkað munandi. 27”-útgávan er góð 4 kilo lættari enn seinast, og eisini 21,5”-útgávan er lætnað. Bakið á kabinett­inum er nú bleytt og bogað, men sera tunnu kantarnir gera, at teldan tykist klænari, enn hon í veruleikanum er. Nýggj tøkni Nýggja sniðgevingin er gjørlig takkað verið nýtslu av tøkni, sum annars verður nýtt í heilt øðrum sambandi. Sjálvt kabinettið er sett saman við sonevndari friction stir sveising, sum er ein tøkni, ið annars verður nýtt innan framleiðslu av flogførum og skipum. Hartil er skíggin framleiddur soleiðis, at LED-grundaða IPS-panelið er laminernað beint á glasið – tað tey rópa full laminering – og tað er tøknin, sum seinastu seks árini hevur verið nýtt til snildfonir og teldlar, so eindirnar verða so tunnar, sum til ber. Men nú nýtir Apple tøknina á einum munandi størri skíggja, og tað hava vit ikki sæð áður. Og tað kemur neyvan óvart á, at hetta gevur eina framúr góða myndagóðsku. Samanlagt er sniðgevingin av nýggja iMac framúr. Skapið og æstetikkurin er tað sama, og tú ivast als ikki í, at talan er um ein iMac. Men við hjálp frá tøknini er teldan klænari og lættari enn fyrr, og tað er rættiliga imponer­ andi. Høgg ein hæl og klipp av tá Tað er tó ikki alt gull, ið glitrar. Nýggja sniðið merkir eisini, at allir komponentar nú eru límaðir saman, eins og á nýggju MacBook Pro við retina-skíggja, og fulla lamineringin ger, at tað ikki longur er gjørligt – uttan eitt øgiligt stríð – at loysa skíggjan frá kabinettinum. Nakað sum væl kundi gerast á gomlu útgávuni, har magnetir hildu skíggj­ anum og kabinettinum saman.Tað merkir so eisini, at uppstigan av telduni nú er ein býur í Russlandi. 21,5”-útgávan loyvir ongum upp­stiganum yvirhøvur, meðan 27” hóast alt hevur eina lítla lúku á bakinum, har til ber at seta meira RAM. Tað vil siga, at tú skalt hugsa teg væl um, áðrenn tú keypir eina nýggja iMac. Og syrg fyri, at tú fært rætta gerilin og goymsluplássið í mun til tín tørv. Tí tað er ov seint at angra aftaná. Og so halda vit annars, at tað er irriterandi og mest sum ópraktiskt, at øll portur – eisini USB-inngongd – eru á bakinum. Fyri sniðið gevur tað meining, tá stóra flatin ikki verður brotin,m en í gerandisdegnum er tað heldur frustrerandi, at tú ikki sleppur til portrini við einum kaðali ella USB-eind, uttan at teldan skal snarast ella at tú skalt ganga aftur um hana. Tað togar niður í samlaðu metingini av nýtsluvirðinum. Test av 27” iMac Nýggi iMac sameinir flott design við framúr orku. Nýggj tøkni er nýtt fyri at gera telduna klænari og lættari, men alt hevur sín prís, og nú er mest sum ógjørligt at gera uppstigingar iPad við 128 GB. Apple sendir nú eina sonevnda ultimate-útgáva av iPad 4 á marknaðin. Talan er um eina dagføring av iPad 4, og er stóra broytingin, at nýggja útgávan hevur heili 128 GB minni. Týsdagin bar til at keypa nýggja iPad’in í Danmark, har prísurin verður ávíkavist 6.099 og 7.099, alt eftir, um atgongd til fartelefon-kervið er innbygt. Blackberry hevur havt nøkur trupul ár á marknaðinum fyri snildfonir, har iPhone og ymsar Android-útgávur hava vunnið stórar marknaðarpartar. Tí hevur Blacberry tørv á at styrkja sína marknaðarstøðu, og nú verður ein roynd gjørd at endurvinna støðuna. Um vikuskiftið var stór framløga av tveimum nýggjum snildfonum frá Blackberry, og eita hesar Z10 og Q10. 10-talið vísir til nýggju stýriskipanina, Blackberry 10. Z10 hevur ein 4,2” skíggja við 1280X769 pixels og einum tættleika á 356 ppi, 1,6GHz dual-core, 2 GB RAM, 16 GB minni (kann víðkast til 32GB), Bluetooth 4.0 og tveim­um myndatólum við ávíkavist 8 og 2 MP. Q10 hevur nakað minni skíggja og knappaborð, men hevur annars somu hardware. Í fyrstu atløtu verður telefonin at fáa til keyps í Stórabretlandi, og í mars sleppa amerikanarar at keypa hana. Enn er óvist, um hon verður at fáa til keyps í Norðanlondum. Nýggj Blackberry Klókur og penur samstundis