Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-02-12, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. februar 2013síða 25

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 Mikudagur 13. februar 2013 · Nr. 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tøkni VOD umborð hjá Norwegian. Norska flogfelagið, sum upp á stutta tíð er vorðið tað næst størsta í Norðanlondum, víðkar nú um Wi-Fi tænasturnar í flogførunum. Tað er follið í sera góða jørð hjá viðskiftafólkunum hjá Norwegian, at ókeypis atgongd til Wi-Fi net er umborð. Nú verður hendan tænasta víðkað, soleiðis at ferðandi eisini fáa atgongd til Video on Demand-tænastur. Tað fer at kosta €7 at leiga ein film, og fyri somu upphædd ber eisini til at keypa sær atgongd í 24 tímar. T.v.s. at skalt tú við fleiri Norwegian-fløgførum innan sama samdøgur, er ikki neyðugt at keypa av nýggjum, tá tú fer umborð á seinna flogfarið. Ert tú óvanliga latur ella bara glaður fyri gadgets, er nýggja tólmenni Auto Mee S eitt must til savnið. Japanski leiku- og undirhaldsframleiðarin Takara Tomy hevur ment tólmennið, sum heldur skíggjan á tíni snildfon ella kanska teldli reinan. Ein reingerð tekur á leið 4-8 minuttir, og Auto Mee er nóg klókur til at verða verandi á skíggjanum, og við einum einstakum AAA-battaríi hevur hann orku til tríggjar tímar. Hóast tað helst ikki tekur meira enn 20 sekund at pussa skíggjan við hond, er hetta nú ein heilt stuttlig leika. Og hon er heldur ikki so øgiliga dýr. Auto Mee S kostar á $17, og tað svarar til á leið 100 krónur. Men so mást tú eisini fyrst fara til Japan, har tólmennið kemur á marknaðin 28. mars. Pussið snildfonina Skjótur, skjótari skjótastur Nýggi iMac nýtir sjálvandi Mountain Lion, sum er nýggjasta útgávan av Mac OS X-stýris­ kipanini, og hon koyrir sum ein dreymur á kraft­miklu telduni. Í okkara Keekbench-test varð úrslitið heilti 10.580, og tað er við stillingum í millumflokkinum. Vit testaðu her eina útgávu við Intel Core i5 quadcore-gerili við 3,2 GHz, men tann stóri iMac fæst eisini við Core i7-gerili við 3,4 HHz og 32 GB RAM. Grafiski gerilin fæst eisini í størri útgávu, og so er tað sjálvandi goymsluplássið, sum hevur av­gerandi ávirkan á ferð og orku. Okkara testútgáva hevði ein vanlgan ATA-harðdisk, men iMac fæst eisini við Fusion Drive hjá Apple, sum er ein blanding av ein­ um vanligum harðdiski og SSD (solid state drive). Fusion Drive flytur sjálvandi fílurnar, sum verða mest nýttar, til SSD, og tað gevur skjótari starttíðir og opnan av fílum. Tað er altso gjørligt at fáa ein iMac við superorku, men kostnaðurin verður eisni hareftir. Skalt tú velja millum skjótari geril ella Fusion Drive, vilja vit púra greitt mæla til tað seinni. Tí hetta gevur eina munandi skjót­ ari brúkarauppliving í gerandisdegnum.