Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-02-15, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. februar 2013síða 4

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 15. februar 2013 · Nr. 19 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Inna Tørnroos Í longri tíð hava gitingar ver­ ið frammi um, at stóra, nors­ ka lágprísflogfelagið Nor­ weg­ian hevur ætlanir um at flúg­va uppá Føroyar. Sosialurin hitti stjóran og eigaran, Bjørn Kjos, á ferðavinnustevnu í Stock­ holm. Hann tók ímóti heið­ urs­løn sum árs­ins ”Ny­dan­ are,” um­framt at hann hevði upp­legg um Nor­wegi­an fram­ tíð­ar­æt­lan­irnar hjá felag­num. Bjørn Kjos er ivasamur um Føroyar sum framtíðar marknað fyri Norwegian. - Fólk frá Norwegian hava hugt uppá Føroyar sum eina møguliga destinatión, men ivasamt er, um vit byrja at flúgva, tí umstøðurnar eru so trupl­ar, sigur Bjørn Kjos, tá Sosial­urin fær orðið á hann. Stjórin og eigarin í stóra felag­num sær eitt sindur bil­ sin út. Roknar ikki við at fáa spurningar um Føroyar. Forðingar Bjørn Kjos er sjálvur gamal flogskipari, og hann byrjar at tosa um innflúgvingina til Vága Floghavn. - Innflúgvingin er trupul fyri flogskiparar, sum ikki eru vanir at flúgva har. Og hartil mugu flogførini vera serliga útgjørd til føroya­ flúgv­ingina, sigur Bjørn Kjos. Men er tað bara in­flúgv­ ingin sum ger, at tit ivast? – Nei, tað at tað av og á ikki ber til at lenda fyri veður ger eisini sítt til, at vit ivast, sig­ur Bjørn Kjos. Men kann eg so skriva, at Norw­egian fer ikki at flúgva uppá Føroyar? – Nei, nei, nei sig ikki tað. Never say never, svarar Bjørn Kjos flennandi. Rósar Atlantsflog Bjørn Kjos fylgir sum vera man við í, hvat rørist í vinnu­ ni. Og stjórin og eigarin kenn­ ir eisini føroyska flogfelagið. - Tit hava jú eitt fantast­ iska gott felag í Atlantic Air­ways. Eg havi tosað við stjóran hjá teimum um, hvus­ su tey arbeiða, sigur Bjørn Kjos og sipar til Magna Arge. Spenna seg út Norwegian hevur stórar ætlanir fyri framman. Um nakr­ar mánaðir byrjar flog­ felagið nýggja farleiðir til New York og Bangkok. Flog­ ið verður bæði úr Oslo og Stock­holm. Men, í løtuni er sera iva­ samt, um lítlu Føroyar eru við í framtíðarætlanunum hjá stóra flogfelagnum. - Vit hava hugt eftir Føroyum, men í løtuni eru ongar ítøkiligar ætlanir at flúgva uppá Føroyar, sigur Bjørn Kjos, stjóri í Norwegian FAKTA um Norwegian Stovnað: 1993 Eigari: Stjórin Bjørn Kjos eigur størsta partin. Felagið er skrásett á keypsskálanum í Oslo Flogfør: 66 Rutur higartil: 313 Eyðkenni: Kendir norskir persónar eru málaðir á flogfari. Norwegian kemur neyvan Eyðun Klakstein Hóast flogvøllurin í Vágum er út­bygdur og arbeitt hevu­r ver­ið við at fáa onn­ur flog­fe­ løg enn Atlants­flog­ at flúg­va regluliga til Føroya, er hetta ikki bliv­ið veru­leiki enn. Men sambært stjóranum fyri Vága Floghavn er einki løg­ið í hesum. - Tað tekur tíð at fáa nýggj flogfeløg at flúgva til ein flogvøll, og soleiðis er eisini hjá okkum. Vit hava sam­ band við fleiri flogfeløg, og eg trúgvi, at tað veruliga er ein realitiskur møguleiki fyri at fáa meira ferðslu um Vága floghavn, sigur Jákup Sverri Kass, stjóri. Hann vísur á, at flog­vøll­ urin í Aalborg hevur brúkt millum trý og fimm ár upp á hvørt flogfelag, sum tey hava fingið at flúgva til teirra flogvøll. - Okkara uppgáva er at for­telja fyri flogfeløgunum, at umstøðurnar í Vágum eru nógv betraðar, og at her veruliga eru nýggir møgu­ leikar. Tað tekur tíð at fáa hendan boðskapin út, men vit arbeiða støðugt og mið­ víst við tí, sigur hann. - Vit skulu eisini minn­ast til, at flogvinnan er illa sperd, og at tað eru fá flogfeløg, sum í løtuni for­vinna nógva pengar. Tað kann eisini ávirka hugin hjá teimum at taka nýggjar far­leiðir inn í teirra flúgving, sigur Jákup Sverri Kass. Flestu flogførini lenda Vága Floghavn hevur fingið nýgg­ja innflúgvarútgerð, og vøllurin er longdur, so at onn­ur sløg av flogførum og størri flogfør enn tey gomlu hjá Atlantsflogi kunnu brú­ka flogvøllin. - Vit vilja gera um­støður­ nar hjá Atlantsflogi so góðar sum gjørligt, men upp­ gávan hjá okkum er eisini at fáa meira ferðslu um­vegis flogvøllin. Tað sóu vit eisini aftur í fjør, tí heilt aðrar flogtypur lendu í Vágum. Nú kunnu flogfør við upp til 220 ferðafólkum len­da í Vágum, sigur Jákup Sverri Kass. Hann heldur ikki, at veð­ ur og vindur er tann trupu­ leikin, sum hann ofta verð­ur gjørdur til. Nýggj hag­tøl fyri 2012 vísa, at 98 pro­sent av flogførunum lendu í Vágum til tíðina. Her eru veruligir møguleikar Flogvøllurin - Útbyggingin av flogvølli og útgerð hevur skapt heilt nýggjar møguleikar, men tað tekur tíð at fáa nýggj flogfeløg at flúgva hendanvegin, sigur Jákup Sverri Kass, stjóri fyri Vága Floghavn Í juni kemur næsta Air­bus flogfar í flotan hjá før­ oyska flogfelagnum. Hóast tað ikki er ikki meira enn eitt lítið ár síða­ ni at Atlantsflog tók ímóti spildurnýgja Airbus 319 flog­farinum, so er næsta flog­farið longu áveg. Í vikuni boðaði felagið frá, at næsta Airbus flog­ far­ið kemur í flotan í juni mán­að. - Nýggja flogfarið kem­ur í rakstur í juni. Tað kem­ur at hava høvuðsstøð í Billund, og skal bæði røk­ja føroyaflúgvingina og eisini charter-flúgving suð­ur í Evropa, segði Mag­ ni Arge, stjóri í Atlants­ flog, við Rás2 í viku­ni. Atlantsflog hevur í hes­um sambandi gjørt sátt­mála við Atlantis Rejs­ er um at flúgva fyri tey til Egypta­land, Turkaland og Tunis. Merkisár 2013 verður sostatt eitt merkisár fyri føroyska flog­felagið. 28. mars kann felag­ið hátíðarhalda, at 25 ár eru liðin síðan fyrsta túr­in úr Vágum. Felagið er far­ið undir at flúgva leigu­ flúgv­ing í Kili. Og so er ein nýggj­ur airbussur á veg. Atlantic Airways kunn­ gjørdi í vikuni, at úrslitið í fjør var 17,1 milliónir krón­ ur fyri skatt og 14 millión­ ir eftir skatt. Atlantsflog brynjar seg