mikudagur 14. apríl 2004síða 26
‹ fyrra síða allar 50 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
50
51
Eftir at ta› tey seinastu
árini hava veri› fáir úti-
setar at velja ímillum, eru
møguleikar nú fyri, at
teir, sum spæla uttanfyri
landoddarnar, aftur fara
at fjølgast á landsli›num,
men ta› er ikki sjálvsagt,
at útisetar skulu eiga
pláss á landsli›num
Jóannes Hansen
joannes@sosialurin.fo
Skal talan vera um framgongd, og
skal landsli›i› harvi› røkka longri
fram á altjó›a styrkislistanum,
so er ta› alney›ugt, at ta› ver›a
fleiri spælarar, sum viku eftir viku
eru í størri avbjó›ing, enn teir eru
í føroysku kappingini.
Hetta var ein av ni›urstø›-
unum, sum Allan Simonsen gjørdi
sær, tá i› hann hev›i havt
ábyrgdina av landsli›num í fyrstu
EM undankappingini. Ásko›anin
hjá Allani var, at bestu føroysku
li›ini ikki nóg ofta vóru undir so
stórum tr‡sti, at ta› av álvara
skerpa›i og harvi› menti lands-
li›sspælararnar, solei›is at teir
harvi› vór›u betri fyrireika›ir at
standa ímóti stóra altjó›a tr‡st-
inum.
Tey átta árini, sum Allan hev›i
ábyrgdina av landsli›num, var
gongdin leingi tann, at alt fleiri
føroyingar royndu seg í útlendsk-
um feløgum. Ta› sást aftur í tal-
inum á útisetum á landsli›num.
Eitt nú vóru tíggju av teimum
sekstan spælarunum, sum vóru á
vøllinum í vinardystinum ímóti
Danmark á Tórsvølli (0-2) 16.
august í 2000, útisetar. Teir flestu
av hesum sekstan vóru upp á ta›
besta, tá i› teir spældu ímóti
Danmark. Um teir høvdu veri›
eins gó›ir, um teir tá høvdu um-
bo›a› føroysk feløg, mundi í
onkrum førum vera ivasamt.
At spæla á hægsta stø›i í Ís-
landi, Noregi og Danmark bar
betri kropsligan førleika vi› sær.
Bóltkunnleikin mundi eisini vera
betri, tí spælararnir í feløgunum
vandu á undirlagnum, sum lands-
dystir vór›u spældir á.
Niður í einki
og so uppaftur
Ta› hevur einki vi› annan ella hin
landsli›svenjaran at gera. Ta› er
ein veruleiki, at tali› á føroyskum
fótbóltspælarum í útlendskum
feløgum minka›i nógv um ta tí›-
ina, tá i› Henrik Larsen tók vi›
venjarastarvinum.
Tá i› Føroyar vóru í higartil
størstu royndini á útivølli, var úti-
setatali› heilt líti›. Størsta av-
bjó›ingin higartil á útivølli var, tá
i› Føroyar spældu í T‡sklandi. 16.
oktober í 2002 var Jákup Mikkel-
sen einsamallur útiseti millum
teir fyrstu ellivu. Sí›stu tólv
minuttirnar var Christian Høgni
Jacobsen eisini á vøllinum.
Ta› ber ikki til at siga, at avriki›
og úrsliti› var lakari, tí at útisetar-
nir vóru so fáir. Ímóti spælarum,
sum næstan bara umbo›a›u
feløg í føroysku kappingini, vann
T‡skland 2-1, og ta› var um repp-
i›, at Hjalgrím Elttør javna›i til 2-2!
Hetta sí›sta ári› er útisetatali›
stø›ugt økt. Julian Johnsson,
Fró›i Benjaminsen og Hans Fró›i
Hansen eru í Íslandi, í Danmark er
tali› so stórt sum ongantí› á›ur,
og í sjálvum Arsenal er Ingi Høj-
sted einasta føroyska umbo›i› í
mó›urlandinum hjá fótbóltinum.
Tali› á tjó›um, sum føroyingar
royna seg í uttanfyri landoddar-
nar, er minka› naka›. Føroyingar
hava á›ur roynt seg í Hollandi,
Noregi og Skotlandi, men í løtuni
eru eingir føroyingar í hesum
kappingunum.
Marginalirnir
Ta› eru tíggju ár sí›ani, at Allan
Simonsen tók vi› sum føroyskur
landsli›svenjari, og eitt sindur
styttri sí›ani, at hann metti ta›
vera ney›ugt vi› fleiri útisetum.
Allan vildi vera vi›, at úrslitini
fóru at gerast betri, um útisetar-
nir gjørdust fleiri. Í fjør og í fyrra-
ári› vóru útisetarnir fáir. Men úr-
slitini vóru ikki nógv ø›rvísi, enn
tey høvdu veri›. Føroyar taptu
fimm undankappingardystir í fjør,
og Føroyar vunnu tvær fer›ir í
vinardystum ímóti Kasakstan.
Ta› ber til at spæla vi› tann
møguleikan, at úthaldni› hev›i
havt veri› eitt vet størri, um fleiri
útisetar høvdu havt veri› á li›-
num. Ta› kundi kanska havt vi›
sær, at ta› hev›i havt bori› til at
hildi› tørn um javnleikir, sum í
sí›stu løtu gjørdust til tap. Her
ver›ur eitt nú hugsa› um tey
bæ›i 2-1 tapini ímóti Íslandi og 2-0
tapi› á heimavølli ímóti T‡sk-
landi.
Ta› ber til at hugsa og tosa um
hetta, men svari› ver›ur hang-
andi í luftini. Veruleikin er og
ver›ur, at marginalirnir vóru ikki
vi›, tá i› ta› ráddi mest um, og
ta› komst neyvan heilt av ong-
um, at ta› koppa›i teimum pro-
fessionellu til fyrimunar og ímóti
amatørunum, sum eru meiri van-
ir vi› graslíki enn gras, og sum
hava arbei›i og mangt anna› at
hugsa um.
Royndu menninir
A›ra sta›ni er ta› ikki ókent, at
spælarar, sum hava veri› farnir
um besta fótbóltsaldur, hava
sta›i› seg betri á landsli›num
enn nakrantí›. Allan Simonsen er
gott dømi um hetta. Me›an hann
spældi í T‡sklandi og Spania vóru
krøvini so miki› stór, at ta› tókt-
ist torført hjá honum at liva upp
til ta›, hann vísti í feløgunum, tá
i› hann umbo›a›i Danmark. Tá
i› Allan kom aftur til Danmarkar
og Vejle, spældi hann betri á
landsli›num, enn hann nakrantí›
hev›i gjørt.
Fleiri fyrrverandi útisetar eru
framvegis landsli›støkir. Eitt nú
Jens Martin Knudsen, Jákup
Mikkelsen, John Petersen og Óli
Johannesen. Li›forma›urin er
aftur í TB. Ta› hevur veri› nevnt,
at hann mundi fara at hava ilt vi›
at standa seg, tí hann er farin at
eldast, og at avbjó›ingarnar í ger-
andisdegnum ikki fóru at ver›a
nóg stórar. Hvussu ta› fer at
ver›a vi› hesum, fer tí›in at vísa.
Á venjingarleguni hjá landsli›num
í Spania vísti Óli Johannesen, at
hann avgjørt ikki ætlar at leggja
árarnar inn.
Útisetar valdast
Spurningurin er, hvussu saman-
setingin millum ungar og eldri
spælarar er á landsli›num, og
hvussu hon fer at ver›a millum
heimligar spælarar, útisetar og
spælarar, sum hava veri› útiset-
ar, og sum nú aftur eru í Føroy-
um.
Ta› ver›ur dygdin og ikki, um
spælararnir eru ungir ella eldri,
og útisetar ella ikki útisetar, sum
fer at gera av, hvørjar spælarar,
venjarin fer at kjósa sær. Millum
útisetarnir eru fleiri, sum eru
sjálvskriva›ir á landsli›num, um
teir eru upp á sítt besta. Dømi
um hetta eru Jákup á Borg og Jón
Rói Jacobsen, um ta› fer at eydn-
ast honum at koma heilt fyri seg
eftir álvarssama ska›an. Ta› er
heldur einki at ivast í, at Ingi Høj-
sted aftur fer at ver›a vi› í kapp-
ingini um mi›vallarplássini, um
hann stø›ugt fer at venja og
spæla í Arsenal. Julian Johnsson,
Fró›i Benjaminsen og Hans Fró›i
Hansen ver›a eisini væl fyri, um
teir fara at spæla hvørja viku í
bestu deildini í Íslandi.
Hvussu ta› ver›ur vi› spælar-
unum í næstbestu donsku deild-
ini, fer tí›in at vísa. Í Spania í vet-
ur vísti Johan B. Hansen, at hann
var væl fyri. Í vár hevur ta› veri›
eitt sindur inn og út hjá honum í
AC Horsens verjuni. Christian
Høgni Jacobsen er fastur ma›ur í
Vejle álopinum, og hann tykist
vera fyrsta vali› hjá Henrik Lar-
sen. Ian Højgaard hevur ongantí›
veri› á landsli›num, me›an hann
hevur veri› fastur ma›ur í NSÍ.
Nú er hann eykama›ur í Vejle og
tískil er ta› ikki serliga sannlíkt,
at Henrik Larsen fer at senda bo›
eftir honum.
F‡ra føroyingar eru í Fremad
Amager. John Heri Dam hevur
ongantí› veri› á landsli›num.
Ta› hava Jann Ingi Petersen, Hjal-
grím Elttør og Andrew av Fløtum.
Um teir fara at megna at vinna
fast pláss á li›num í 1. deild og
harvi› hvørja viku frá mitt í mars
og til sí›st í november fara at
spæla á grasi og vi› fleiri a›rar at
kappast um plássini á li›num, so
fer ta› at betra fyritreytirnar hjá
teimum at umbo›a fø›ilandi›. Og
so er ta› Christian Lamhauge
Holst, sum framvegis er í 2. deild
og Lyngby.
Útisetarnir aftur við í kappingini