Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-02-15, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. februar 2013síða 16

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 15. februar 2013 · Nr. 19 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Laxalús lúsasex lúsavinna III-V Trupulleiki Laksalúsin, Lepeophtheirus sal­monis, er ein sonn plága og stór útreiðsla hjá ali­vinn­ uni her á landi eins og utt­ an­lands. Fyri stuttum varð nevnt í luftbornu miðl­un­um, at kostnaðurin av at halda lakslúsini niðri á ein­um ikki- skaðiligum støði í før­oysku alvinnuni er umleið 100 milli­ ónir Dkr árliga. Ein varis­lig kost­naðarmeting, gjørd í 2010 vísti, at laksa­lúsa­trupul­leikin kostar alheims­ali­vinnuni um­leið 2,3 milliardir Dkr um árið. Fleiri avlúsingarevni eru uppfunnin og framleidd, og granskað hevur verið nógv í smittuvandanum frá ali­ring­um til fríar fiskavertir og øvugt. Men higartil er eingin var­andi loysn funnin uppá laksa­lúsa­trupul­leikan. Geislagelding og tøkni Hesin geldingarhátturin, kall­aður SIT (Sterile Insect Technique), er ikki nýggjur. Longu í 1920-unum arbeiddi Herman J. Muller, genetikari og seinni Nobel-prísvinnari, við geislavirknari sterilisering av bananfluguni (Drosophila melanogaster). Hetta arbeiðið varð framt á Universitetinum í Texas. Herman Muller fann út av, at stráling frá tann­ lækna-Røntgen-tóli var nóg mikið til at fremja gene­ tisk­ar mutatiónir í chromo­ som­unum á bananfluguni. Rønt­gen-geisling í hóskandi skamt­um megnaði at bróta chromosomini í kykns­kykn­ unum so mikið nógv, at eftir­ fylgjandi kyknubýting varð ómøgulig. Hetta arbeiðið hjá Her­ manni varð í 1930-unum ment av amerikanska skor­ dýra­frøð­ing­inum Ed­ward F Knipling og skor­dýra­frøð­ing­ in­um Raymond C Bush­land við tí enda­máli at kunna hava tamar­hald á og enntá full­ komu­liga týna skaða­elv­andi skordýr. Líknandi gransk­ing­ ar­arbeiði varð kunn­gjørt av sovjettiska gen­e­tik­aran­um Sere­brosky í 1940. Í staðin fyri at nýta Rønt­gen-geisling, so varð gamma-geisling frá cesium 137 (Cs-137) og cobalt 60 (Co-60) nýtt. Kann­ing­ar­ nar av skrúvu­orm-flugum vístu, at flugu­frens­ar­nir toldu minni av enn kvenn­ flug­urnar.. Geislinga­nøgdin, ið kravdist fyri at lívs­søra kall­fluguna var 25 Gray og kvenn­fluguna var 65 Gray. Gray er ein eind fyri geisling, sum er ísogin ella ab­sorberað í livandi vevn­að. Eitt Gray er tað sama sum 1J/kg (eitt Joule/kilo­gram). Kanningar og stødd­frøði­ ligir myndlar ella model vísa greitt, at um talið av út­sleptum lívssørum flugu­ frens­um í mun kallflugur í náttúr­uni er 9:1, so eru ein­ ans 10% av vígginum ella flugu­egg­unum lívfør. Fyri at fáa at fáa oytt flugu­stovnin skjótast møgu­ligt, so verður mælt til at hava nevnda lut­ fall minst 10:1. Making laksa­ lúsarinnar Ein táttur av alstórum týdn­ ingi viðvíkjandi geislagelding er viknaður gessur, og harvið kappingaravlagandi inntriv í kampin millum geislaðar og ikki-geislaðar kalllýs um kvenn­lýs og stríðið at føra íleg­urnar til næsta lúsa­ættar­ lið. Geislingin má ikki verða ov veik, tí so verður kalllúsin ikki lívssør, og ikki ov sterk, tí so kann kalllúsin vikna krops­liga og girndarhugurin fána. Umráðandi er, geislingin hevur júst tað rætta magnið, ið bert lívssørir men ikki veik­ir laksalúsina. Tað er sera týðandi, at kalllúsin ikki viknar kropsliga, tí mak­ ingartilgongdin, umfat­andi for­leik, making og eftir­ leik er tíðar- og orku­krevj­ andi process fyri kall­lúsina. Máttsúgvandi mak­ingar­strev kalllúsarinnar er væl lýst. Fleiri kanningar av kyns­ lív­inum hjá laksa­lúsini eru framd­ar og almanna-kunn­ gjørdar í altjóðað vís­inda­lig­ um tíðarritum. Forleikur Paringin millum kall- og kvenn­lúsina byrjar við at skordýrini nærkast hvørjum øðrum. Í flestu førum velur kall­lúsin eina unga nakað bún­aða jómfrúgv II (pre- adult II). Eru ov fáar slíkar at finna, so leita teir eftir yngri jóm­frúgv I (pre-adult I) ella vaks­num eldri jómfrúm. Áðr­enn kall- og kvennlúsin læsast í undanmakingarstøðu ella pre-copulationsstøðu, so fær kallúsin ein serliga leit­andi og kannandi atferð. Kalllúsin fer uppá ryggin á ungjómfrúnni aftanífrá og haðani undir búkin og haðani uppá ryggin aftur. Eftir stutt­an steðg lyftir kalllúsin bringu­høvd (cephalothorax) í nøkur sekund. Tekur so upp­aftur somu rørslur fleiri ferðir. Hesin pre-copula­ toriski leikur fer fram í fleiri minuttir. Vaksnar kalllýs nærkast sum nevnt makanum aft­ an­á ífrá og við einum kampi (antennu) og legg-kjafti (maxilliped) klívur uppá kvennkynsskøpini ella geni­ tala complexið. Í nøkrum før­um, har kalllúsin kemur framm­aní­frá, fara teir uppá jómfrú­ryggin og glíða spaku­ liga hað­ani aftur móti kyns­ skøp­un­um. Kall­lús, sum er kom­in í pre-copulartor­iska støðu tekur við øðrum kampi sín­um fast um 4. krops­lið á jóm­frúnni fyri at halda sær fast. Stund­um ger kall­ lúsin eisini tað, at hon nýtir legg­kjaftin til at taka um jóm­frúnna, ella neyv­ari, um búkøki niðarlaga á kropp­in­ um. Kalllús, sum fyrst hevu­r fingið fatur á jómfrú II fer oftani frá henni stutt aftaná fyri at royna eftir eini yngri ung­jóm­frú. Tað er heilt týðu­ ligt, at kall­lúsini dámar best ungar jómfrýr, tí er ein slík fyrst tikin i favn, so verður hon ikki slept aftur í sama mun sum gjørt verður við eitt sind­ur eldri jómfrýr og full­vaksn­ar gaml­ar jóm­frýr. Pre-copulatoriska støðan hjá lúsa­parinum varðar í 5 til 6 dagar. Í hesa tíð flytir parið seg næstan ikki úr stað. Fleiri at­ferðar­mynst­ur í pre-copula­ tor­iskari støð­u eru eyg­leidd. Haldandi um ungjómfrúnna reisir kalllúsin bringuhøvdið (cephalothorax) og kynsgøgn einar 60 gradir frá skræðuni á laks­inum. Aftaná hesa rørslu tekur kalllúsin upp somu upp­runa­ligu undan­ mak­ing­ar­støðu og held­ur væl um kvenn­kyns­skøp­ini. Stutt aftan á lyft­ir kall­lúsin bringu­høvd­ið nak­að og boygg­ir síð­an liði­ligu síður sínar inneftir og runt um kynsskøpini á jóm­frúnni og heldur henni so­leið­is í eini 5 sekund. Hetta atferða­ mynstr­ið verður end­ur­tikið við stuttum tíðabilum (8-60 sekund­um), og heldur fram í fleiri tímar. Framhald Laksalús ­ – Lepeophtheirus salmonis kjak Hóraldur joensen og murra ramsuna um høgra – vinstra. Óloysta frælsisstríðið – stjórnar­ rættar­ligi spurningur tjóðarinnar – trampar runt í tingsalinum sum ein trivaligur og bulmikil fílur, sum ongin fær lívið av. Hann kámar fyri nógvum, og hevur eisini trevsað tað í tógvar lutir, sum kundi verið ein klúgving ímillum vinstra- og høgrapolitikk. Tjóðveldi t.d. er stovnað sum avleiðing av afturstignum í frælsis­stríðnum eftir seinru stríðsárini. Stevna og stevnumið liggja á vinstrahalla bógnum, men fyrsta raðfestingin er frælsis­ stríðið og strembanin fram ímóti føroysku Republikkini, lat ongan iva vera um tað. Tann dagin flokkurin dragnar frá hesi ljós­boyuni, hevur hann eisini skrætt lunnarnar upp úr lendingini, betonginum, sum hann stendur tryggur á í løtuni. Javnaðarflokkurin hevur undir verandi leiðslu lagt so nógvan sjógv ímillum hesa raðfesting og seg sjálvan, hann er sambandskari enn nakrantíð, hóast gitin í donskum hugfangi, at ongin sum helst orsøk er undir verandi umstøðum at fara undir hesa fusioneringina – vinstrahalla en bloc politikkin – sum Jóannes rør framundir. Bara orðini hjá konver­ teraða loysingarmanninum Sjúrði Skaale á Danatingi fyri kortum: “Jeg mener ikke at fælleskabet hverken kan eller skal opløses. Men hvis de økonomiske forud­ sætn­inger ændres – hvis olie- elefanten fx bliver fundet – så kommer der pres på. Så bliver det nødvendigt at redefinere rigs­ fælles­skabet som et fællesskab uden økonomisk afhængig­hed og hvor parterne er mere lige­ stillede, end tilfældet er i dag”, geva greiðu ábendingina um, hvussu trupul kemiin er í vinstra­ hellingini, serliga tí at danska imperialisman fult og heilt hevur takholt á føroyska Javnaðar­flokk­ inum. Tjóðveldisflokkurin kann av góðum grundum ikki vera ákavur í hesi royndini at snøgga sum frægast um danska valdið í Føroyum. Tí er ongin vón fyri at røkka pensióneraðu social­demo­ krat­isku ”utopi´ini” í verandi støðu, als ikki. Nógv er farið fram á politiska mótin­um síðani fraklendingar plaseraðu seg høgru- og vinstru­ megin í franska tingsalinum. Iva­leyst hava báðir partar sínar kvalitetir. Høgru megin situr íhaldið, sum eisini verjir áhuga­ málini hjá ovaru rókunum, ímeðan vinstri bógvurin hevur akslað síni skinn við lægru røkurnar í sam­felagnum. Hesin dialek­ tikkurin, har áhaldandi trýstið frá progressiva vinstra­vong­ inum á øllum mótum hevur trýst systemið til at virka fyri betri korum hjá lægru stættunum, er mesta orsøkin til væl­ferðar­ sam­feløgini á okkara leiðum. Rættvísa umfor­deil­ing­in av kollektiva fænum, mentanar- og undirvísingar­politikk­urin, sosial­ politikkurin og vinnu­politikk­urin hava onkursvegna lyft materiuna hjá øllum. Tí kundi royndin eisini verið skilagóð í Føroyum, men til tað eru alt ov nógvar barrierur í kringumstøðunum í løtuni. Paternala støðan hjá danska statinum í oyggjunum er fremsta forðingin. Tað er gordiski knúturin, sum má loysast fyrst av øllum. Manuel Azana, forseti í aðru sponsku republikkini í tríati­ árunum, áðrenn falangistar­nir hjá fascistinum Francisco Franco kollveltu sprettandi fólkaræði í eirindaleyst einaræði, var einaferð spurdur, um hann veruliga var av tí sannføring, at frælsi var orsøkin til eitt eydnuríkari lív hjá menniskjanum. Don Manuel svaraði prompte: ”Hondina á hjartað, tað veit eg ikki rættiliga, hinvegin er tað mín hjartans sann­ føring, at frælsi í minsta lagi ger menniskjað til eitt menniskja.” Spámaðurin Jóannes Eidesgaard filosoferar um eina gylta framtíð í politiskum ófrælsi. Hetta er eitt contradictio in adjecto – ein mótsøgn í sjálvum sær. Jóannes má í Javnaðarflokkinum lynna undir, at vit sleppa undan danska/ føroyska blokkpolitikkinum, áðrenn farast kann undir upp­ skotna en bloc politikkin í vinstra­ hellingini. Í einum føroyskum stati verður ikki tørvur á fleiri enn tveimum flokkum, og fílurin í tinghúsinum, sum gerst alt meiri bulmikil við tíðini, hevði verið avlívaður, og til hevði borið at rikið politikk sum tað sømir seg í einum veruligum fólkaræði, har allur rættur og full ábyrgd eru tvær alin av sama vadmali. Raðfestingin er greið: Principalt føroyski staturin, - subsidiert en bloc politikkur báðu megin við í politisku skipanini. tíðargrein Framhald av síðu 15 SAMANDRÁTTUR Laksalúsin er ein afturvendandi trupulleiki hjá alivinnuni og avlúsingarevni og strev at beina fyri henni kostar nógvan pening. Umráðandi er at kenna laksalúsalívfrøðina eins og nøringarhátt fyri at kunna finna fram til alternativar týningarhættir. Geislagelding er ikki ókend tøkni í samband við skordýr, men er als ikki roynd í samband við laksalús. Fæst hesin lívssøringarháttur at virka kann hann verða til mikið fíggjarligt og vinnuligt gagn. Ein fortreyt fyri skjótari menning er eitt fíggjarliga sterkt væl samskipað og innovativt granskingarumhvørvi.