fríggjadagur 15. februar 2013síða 15
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Fríggjadagur 15. februar 2013 · Nr. 19
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðargrein
Tórbjørn Jacobsen
Fyrrverandi landsstýrismaður og
løgtingsmaður fyri tjóðveldi
Tórbjørn
Jacobsen
Jóannes
Eidesgaard
Hans Pauli
Strøm
Hergeir
Nielsen
Jógvan
Sundstein
Edmund
Joensen
Vinstrahellingin en bloc?
J
óannes Eidesgaard er ákavur
farin at kaga inn í fram
tíðina. Eitt vælsignilsi í eini
politiskari skipan har ongin sær
fram um seinasta rakdropan,
áðrenn hann fellur til jarðar og
verður til atmosferiska guvu.
Javnaðarformaðurin, fyrrverandi
løgmaðurin, sum í fýra ár sat sum
galliónsfigurur hjá Fólkaflokk
inum, ið síðani sprongdi eina
vinstrasamgongu eftir hálvum
ári og hvørs sveinastykki gjørdist,
at hann á miðjari nátt varð
lumpaður av Jørgeni til at velja
Kaj Leo til kolonibestýrara úti
undir væðingini á tinghúsloftin
um, roynir seg nú sum spámann
og politiskan konsulent. Jørgen
telvaði sær uttanríkisráðharran í
somu manøvru í 2008, og Eides
gaard mátti taka til takkar við
at sita eftir á einum fjarandi
landskassa úti í Kvíggjartúni.
Hann var nú ikki nøkur eggvæta
sum kassafúti, men fíggjar
politikkurin hjá Bárði Nielsen og
Fólkaflokkinum árini 2004-2008
tóktiskt ólekjandi, møðin tyngdi
sum fráleið, og sum runnur úr
turrari jørð rann nú hin unga polit
iska vónin hjá føroyskum social
demokratum. Aksel Vilhelmsson.
Hansara hugsjónarliga kjølfesta,
snildi og vit kemur nú ikki frá
fremmandum heldur. Sørur ert tú
ikki, hevur tú sitið undir og mat
skaffað við døgverðaborðið hjá
Vilhelmi Johannesen í uppvøkstri
num.
Sjáldsami rithøvundurin Franz
Kafka skrivar í einari stuttsøgu:
“Lat framtíðina hvíla. Ynskir onkur
at vekja hana í úrtíð, merkir tað, at
viðkomandi durvar í síni samtíð.”
Úr sínum otium við Trongisvágs
fjørð leggur skiparin á Thorshavn
líka í, tíbetur, tí tað er rætt av
honum at taka hendan táttin upp,
sum ongin annars kemur sær at
nema við einum klova. Mær dámdi
væl hendan hálva oyndfirðingin. Í
mun til so mangar aðrar, ið ferðast
á bonaðu fjalunum, dugir hann
at skriva og røða og skallin er
ikki bara ein eggskurn. Hóast tað
neyvan ella illa ber til at kollvelta
eitt so óskipað høpi sum føroyska
parlamentarismu, so roynir hann
at argumentera fyri royndini at
klúgva Føroya løgting í tveir ásar,
ein til vinstru og hin til høgru
handar. Nú skal blokkpolitikkur
rekast í Føroyum. Og higani og
frameftir skulu Tjóðveldis- og
Javnaðarflokkurin fusionerast og
verða reyða alternativið til óvan
liga víðgongda høgrapolitikkin,
sum Fólkaflokkurin dag og dagliga
rekur fram á torg við trimum
størri og smærri leysamotorum
hurrandi í afturfalinum.
Nú veit eg av góðum grundum
ikki, hvussu nógvar leikir Jóannes
helt seg hava telvað fram í spælið,
táið hann varpaði greinina norður
um firðirnar, men somikið durk
drivin er hann, at onkur man
strategiin hava verið. Og táið
onki blóð er so tunt, at tað ikki er
tjykkri enn vatn, mundi ætlanin
vera at reka ein lítlan fyrimun inn
í rættina hjá Javnaðarflokkinum.
Aksel hevur avmarkað seg á høgru
hersíðu, hevur greitt og alment
skvisað frá sær alt samstarv við
Fólkaflokkin frameftir. Leikurin
er ikki vandaleysur, og fær ikki
staðið einsamallur. Hetta ger
hann veikari í parlamentariska
mynstrinum eftir næsta val. Tí er
eitt av endamálunum við greinini
helst, og tað kann nú vera, at
onkur spunatrællur hevur sitið
undir liðini á honum, at klúgva
onkrar aðrar møguleikar av í
politisku skipanini eisini. Uppí
saman aftur hevur í miðlunum
ljóðað, serliga í Rás2, at formaður
Tjóðveldisfloksins er horvin sum
døgg fyri sól, og ikki fæst at gera
viðmerkingar til ávarpið hjá tvørá
manninum. Fekst hesin at taka
undir við konsekventa átakinum
hjá Akseli, beinstevnt at útihýsa
Fólkaflokkin frá øllum framtíðar
samstarvi, so stóð fólkið aftur
rætt á politiska talvborðinum
hjá Javnaðinum, og hesin kom at
liggja sum ein proppur í sævar
málanum ímillum Samband og
Tjóðveldi, meðan hin nú altráð
andi høgrafalanksan var sett út í
skammanarkrókin.
Aksel fylgdi ikki ætlaðu slóðini
hjá sínum gamla formanni, og
tilvitað hevur hann nú lagt róðrið
so langt á sambandsbógvin, at
hann sjónliga dyrgir eftir einum
løgmanssessi við Sambandinum
og smáu flokkunum sum leysa
motorum. Ein heimastýrissam
gonga er nú heilt greitt málið
hjá Javnaðinum. Nóg illa hevði
Vilhelmssonur latið søta sam
bandsrákan fara um varrarnar,
so gelur treysti politiski hanin í
Skopun, og hann er ikki mjúkur
at strúka, og honum í halarferðini
koma so Strømmurin og onnur á
Fjastorgi og øðrum sosialum miðl
um og gera og geva ilt av sær, - og
serliga fær Lognberg av grovfíluni,
ja hann verður húðflongdur sum
ein feikur fýrur av sínum egnu.
Hvørjum missilin upprunaliga
var ætlað, vita vit ikki, men nú
eksploderaði so alt í egnum
føvningi, og tilstandurin er mest
álíkur hendingini, táið fregattin
Peder Skram av óvart varpaði eina
rakett við spreingiløðingum inn á
hitt flata Sæland og pulveriseraði
áleið stórthundrað summarhús
í einum øki, har fólk annars taka
sær av løttum. Tað kvøtti ongantíð
úr Høgna Hoydal, tíbetur, og
harvið er socialdemokratiski
master-planurin skamfílaður í
meira lagi. Hann flýtur kortini
enn, og har sum lív er, er vón. Har
stendur aktuella málið í løtuni.
Seta vit nú sjóneykuna niður yvir
ungu politisku skipan okkara,
so hevur hon ikki fylgt kendu
ramsuni:
Vinstra – høgra, vinstra – høgra,
Tað er rætta lagið !
Vinstra – høgra, vinstra- høgra,
Tað er rætta lagið !
Nú er tað væl,
So sum tað skal,
Soleiðis skulu vit ganga !
Føroyar eru eitt av fáum hjálond
um, sum eftir eru í heimssam
felagnum. Harvið eru danir
eisini ímillum heimsins seinastu
imperialistar, og rembingarnar,
sum kunnu standast av valdstøku
og natúrligu ójavnvágini ímillum
hjálond og hjálandaveldi fara nú
sum harðir skjálvtar ígjøgnum
imperialistiska mergin, táið Grøn
land er um at fóta sær fíggjarliga
úr egnum tilfeingi. Snilda danska
amboðið til at halda eftirverandi
koloni´unum í egnum imperium,
lokkubeitan, fíggjarligi strong
urin, blokkurin, tódnar um alt
gongst eftir vild, og brádliga er
lynnað undir tveimum nýggjum
lýðveldum í Norðurhøvum.
Vanliga politiska avleiðingin av
slíkum misjavna er frælsisstríð.
Oftast hava partarnir staðið
so hvassir andvegis hvørjum
øðrum, at riflukúlur, og tað sum
verri er, hava loyst málið. Blóð
slóðirnar á ymsum hermótum er
fatala úrslitið av hesum serliga
valdspolitikki um mørk, - um
tjóðarmørk. Í Føroyum endaði
frælsisstríðið avbyrgt inni í
einum av dønum avmarkaðum
parlamenti – á Føroya løgtingi.
Haðani kom tað ikki aftur í aftur.
Sum frá er liðið, líkist gamla ting
okkara alt meira einum prakt
iskum húsavørði, sum røkir og
heldur danska stásinum við líka í
Føroyum. Avleiðingin er, at sjey –
7 – flokkar nú stríðast um hvussu
hetta kann gerast sum frægast.
Hvørjir ið eru á høgra ella vinstra
ási er ein temperamentspurningur,
tað at frælsisstríðið er endað í
einum undirdemokratiseraðum
parlamenti, vit ráða ikki fyri
dømandi valdinum, viðfáningi av
uttanlandspolitikkinum og bara
pørtum av lóggevandi valdinum,
hevur elvt til eina politiska ella
partapolitiska dimensiónering,
sum fløkir meira enn hon greiðir.
Í hvussu er er avleiðingin, at
ongin slóð í løtuni gevur minsta
farran av, at stjórnarrættarligi
spurningurin, loysingin um man
vil – meginmálið av øllum - verður
loystur innanveggja á Vaglinum.
Í hesi politisku spølkummu ætlar
Jóannes Eidesgaard, at farast
skal undir at reka veruligan
blokkpolitikk fyri at fáa danska
heimastýrið at rigga betur, enn
tað ger undir høgrafalanksuni hjá
Jørgen & Co. Tjóðveldisflokkurin
skal líkasum gerast ein viljaleysur
og geldur rambukkur í royndini
hjá Javnaðarflokkinum at gerast
ein uppaftur betri danskur húsa
vørður enn hetta regime, sum nú
situr við avmarkaða valdinum.
Høgni Hoydal skal eisini hevja
fjarðarnar og syfta seg upp á
vaglið og útbasúnera, at hann
avnoktar Fólkaflokkin higani og
til dómadags. Gamli socialdemo
kratiski formaðurin vil nú brádliga
sleppa stálsettur at ganga í takt
Framhald á næstu síðu