fríggjadagur 15. februar 2013síða 14
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 15. februar 2013 · Nr. 19
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
kjak
Hví so lítið álit á
kommunum,Eyðgunn?
Haldi at yvirskriftin hjá Eyð
gunn sigur meira um hana,
enn um kommunurnar. Haldi
tað vera sera niðrandi mót
vegis kommununum, tá hon
heldur at grundgevingin fyri
mínari útsøgn um eldraøkið,
er at skapa nýggj kongaríkir
og ikki eina betri tænastu. Eg
vil fegin vísa á, at tær tæn
astur kommunurnar hava
ábyrgd av, virka sera væl, og
eru á einum høgu støði. Eg eri
ikki sannførdur um, at sama
kann sigast um tænasturnar
landið varðar av. Tað kann
lesari sjálvur meta um.
Annars vil eg siga, at tað
er óneyðugt fortreyt, at talan
skal vera um 7 kommunur,
fyri at leggja eldraøkið út.
Í dag eru 30 kommunur, og
tær skulu nokk finna útav
neyðugum samstørvum so
uppgávan verður loyst á ein
skynsaman hátt. Tað hava
kommunurnar prógvar ferð
eftir ferð, at tær megna.
Tað er rætt at Dagstovna
lógin var samtykt áðrenn
kommunurnar yvirtóku máls
økið. Ongatíð betri, at kom
andi eldralóg er eftir sama
leisti sum Dagstovnalógin.
Dagstovnalógin er ein yvir
skipa rammulóg, við ein
støkum yvirskipaðum mál
setningum. Eina tílíka lóg
tekur ikki ár at smíða. Eg
helt at Eyðgunn sipaði til
okkurt annað og nógv meira
umfatandi lógararbeiði. Bert
jaligt, um eg tók feil. Annars
er at siga, at mestsum onki
annað var fyrireika tá.
Eg vísti á, at tað er ør
skapur at halda áfram eftir
verandi leisti. Vit byggja røkt
arheim í stóran stíl, meðan vit
vita at tað er heimatænastan,
sum brúkarin vil hava, og
sum í dag er niðurpínd til
eitt støði, sum er óvirðiligt
fyri allar partar.
Sjálvandi skulu tey røkt
arheimspláss útvegast, sum
tørvur er á. Men av tí at bygg
ing av røktarheimum er eitt
býtisbarn millum land og
kommunur, so tað líkasum
tað sum man politiskt er vor
in samdur um at gera. Bæði
land og kommunur. Úrslitið
av hesum býtisbarninum er,
at í dag kostar eitt røktar
heimspláss 2+ mió. kr. pr. stk.
Tað er meira enn eini flunk
andi nýggj og stór sethús
til tvær heilar familjur, fyri
at koman við einari saman
bering. Hetta er fari púrsta
av sporðinum. Røktarheimi
hava ikki nokk av pengum,
til at taka allar brúkaranar
inn, sum heimini eru bygd til.
Samstundis verður heima
tænastan pínd meira og
meira. Hetta hevði ikki hend,
um ábyrgdini lá hjá einum
myndugleika. Tí skrivaði eg
eisini í mínari grein, at næst
besta loysnin var, at landið
tók alt økið undir seg. Men
besta loysnin eftir mínari
sannføring er, at komm
unurnar eru rætti myndug
leikin at røkja hesa tænast
una.
Annars vil eg undirstrikað
enn einaferð, at eg eri sann
førdur um, at kommunurnar
eiga at yvirtaka eldraøkið, tí
tær kunna borga fyri einari
betri og nógv bíligari tæn
astu. Alt hetta kjakið um
kongaríkir v.m. er beinleiðis
ein háðan móti kommunun
um.
Alt
kjakið
um
størri
kommunur, ella 7 kommunur
í Føroyum, er beinleiðis
sprottið úr landspolitikkið,
og ikki kommunupolitikkið.
Tað eru í høvuðsheitinum
landspolitikkarar, ið ynskja
samanleggingar,
og
ikki
fólkið. Líkamikið hvussu tit
royna at draga, snara, flyta
ella tulka úrslitið av fólka
atkvøðuni um kommunu
samanleggingar, so hevur
fólkið tala. Og tað minsta vit
sum politikkara, ella fólksins
tænara eiga at gera, er at
virða tað sum fólkið segði.
Soleiðis ljóðaði úr stovuni nú ein dagin. Har sótu 9
ára gamli sonurin og tríggir aðrir smádreingir við
hvør sínum teldli, ella aipad, sum teir kalla tað, og
spældu spøl. Hvør teirra átti hetta nýføroyska veit
eg ikki, men tað kann gera tað sama, tí teir tosa allir
soleiðis, tá teir spæla telduspøl.
Spølini eru øll á enskum og teir stava seg ígjøg
num eina ørgrynnu av orðum, sum teir hvørki vita,
hvat merkja á enskum ella føroyskum. Við hjálp
frá teimum vaksnu rundanum seg og við at royna
seg fram, læra teir fleiri nýggj ensk orð hvønn dag,
uttan at hava havt ein tíma undirvísing í enskum í
skúlanum enn. Danskt lærdu teir úr sjónvarpinum,
so væl, at teir javnan tosaðu danskt sínámillum í
barnagarðaldri, um spælið var eitt av teimum, sum
teir høvdu sæð í sjónvarpinum.
Tað at læra mál gjøgnum spæl er ein gáva, sum
vit øll eiga at skatta. Tað er nógv stuttligari og
skjótari at læra, tá tú tímir væl, ja hungrar eftir
at læra fyri at klára enn eina avbjóðing. Hetta
eru gomul tíðindi, eg veit. Nettupp tí undrar tað
meg stórliga, at vit ikki hava oyst pengar og orku í
føroyskt tilfar til børn okkara, so tey kunnu lurta og
spæla seg til at læra móðurmálið á ein stuttligan og
innbjóðandi hátt. Onnur lond hava viðurkent, at tað
er alneyðugt at koma við nýggjum tilfari, spølum
og appum, í flestu førum ókeypis fyri brúkararnar,
fyri at serliga børn og ung skulu hava nøktandi
avbjóðingar á egnum máli, ikki minst fyri at klára
seg í kappingini við enska málið.
Nú, tá onkrir skúlar eru farnir at brúka teldlar,
uttan at føroyskt tilfar er klárt til hendan miðilin
og áðrenn vit hava havt eitt líkinda kjak um, hvat
teldlar kunnu brúkast til og hvørjir vansar kunnu
vera, haldi eg, at tað er alneyðugt, at vit taka okkum
um reiggj og fara undir eina umfatandi, skipaða og
tilvitaða menning av tilfari.
Herfyri var fyrsta almenna tiltakið í Føroyum
fyri fólk við áhuga at gera telduspæl - FT Game Jam.
Tosað var um, at menning av telduspølum er ein
skjótt vaksandi og lønandi vinna, sum væl kundi
fingið fótafesti í Føroyum, um karmarnir vóru teir
røttu. Eg hugsi, um tað kanska hevði borið til at
fingið tvær flugur í einum – latið Námi ein ordiliga
stóran posa av pengum, sum fakfólkini har síðani
kundu bjóðað fólki at arbeitt við til føroysk (og
føroyskt tillagað) telduspøl innan teir karmar og við
teirri kravfesting, sum Nám metir er neyðug til gott
føroyskt lærutilfar.
Ella skulu vit framhaldandi tosa og bíða eftir
onkrum ítøkiligum skelki ala PISA, fyri at fáa fólk
at vakna? Og er tað veruliga neyðugt við einum
mentalum jarðskjálvta við jøvnum millumbilum
fyri at halda áhuganum á evninum viðlíka? Aftaná
PISA-kjaftfiskin var alt á gosi, nú skuldi handlast!
Ája, her má okkurt gerast. Játtan til fleiri tímar í
skúlunum og til gerð av undirvísingartilfari. Lesi
vikur og onnur kreativ átøk. Serlig útbúgving. Fín
átøk, men puff, so fer luftin spakuliga úr ballónini.
Áhugin minkar og játtanirnar tódna. Tað gongur
sjón fyri søgn, hvussu stuttmint vit eru, tá hugt
verður at játtanini til Nám. Hendan átti at vaksið
ár undan ári, men er minkað støðugt síðani PISA
hæddarpunktið og stendur nú í stað.
Nei taðveitdenn, eg sigi sum smádreingirnir:
“Komm-on, attakka!” Kom og ger eitt ordiligt hol í
sjógvin og gevið børnum okkara nýtt, spennandi,
kveikjandi føroyskt tilfar ókeypis, áðrenn annað
hvørt orð á føroyskum er enskt, í frægasta føri í
føroyskum búna, eins og tað er í donskum í dag.
Annika Sølvará
stjóri fyri
Granskingarráðið
EYGA
MÁLIÐ
Komm-on, attakka!
JÓHAN
CHRISTIANSEN
Í mikudagsblaðnum skrivaðu
vit um eitt rættarmál móti
einum manni, sum hevði
brotið eitt polititilhald móti
einari kvinnu við at undir
díkja hana í smsboðum og
uppringingum.
Í rættinum segði kvinnan
seg hava havt eitt »forhold«
til mannin, men at hetta var
endað fyri einum fimm árum
síðani.
Kvinnan hevur sett seg
í samband við Sosialin og
boðað frá, at hon skilti orðið
forhold soleiðis, at maðurin
hevði gingið har á gátt, men
avvísir staðiliga, at nakað
kynsligt lá í hesum.
Hetta er tó ikki tað sama
sum undirritaði ella rætturin
skilir við »forhold«, og hetta
er eftir øllum at døma heldur
ikki nakað, sum rætturin
legði serliga stóran dent á.
Kvinnan vil tó fegin leggja
dent á, at hon einki kynsligt
samband hevur havt við
ákærda.
Leo
Hevði misskilt spurningin
Viðmerkingar og lesarabrøv til Sosialin
skulu sendast til teldupostadressuna:
post@sosialurin.fo