fríggjadagur 15. februar 2013síða 13
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Fríggjadagur 15. februar 2013 · Nr. 19
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
nøvn
Minningarorð um mammu mína
Honnu Justinussen
Bert nøkur fá orð um mína
kæru móður, Hanna Just
inussen, Leirvík.
Mamma var dóttur Kol
bjørmu og Jens Clementsen
á Sandi. Har sleit hon sínar
barnaskógvar. Var næstelst
av fimm systkjum. Var sjálv
tvíburi, hin doyði beint eftir
føðingina.
Mamma og babba møttust
í Íslandi og gingu í hjúnalag
12. februar í 1950.
Tey settu búgv úti á Egg,
og búleikaðust har alt teirra
lív, líka til mamma fór á Gilja
garð seinasta summar. Tey
vóru so sera góð við hana.
Henni dámdi eisini so væl har.
Sum eitt av røktarfólkunum
segði: »Tað er so gott at hava
mammu tína her, tí hon er
altíð so glað og setur lív í við
sínum glaða lyndi.
Eg vil lýsa mammu við
trimum orðum: Trúføst, blíð
og hevði eitt hjarta av gulli.
Mínir tankar leita heilt
aftur til míni barnaár. Minn
ist teg sum eina sterka
kvinnu, og alt tað góða, tú
gjørdi fyri meg og míni systk
in. Og vit vóru ikki so fá, heili
níggju í tali. Mangan havi eg
hugsað, hvussu í allari víðu
verð, tú kláraði tað. Tíðirnar
vóru ikki, sum tær eru í dag,
bara at trýsta á ein knøtt. Nei,
alt skuldi gerast við hond.
Tey fystu árini uttan rav
magn, við kolkomfýri, vaska
klæði við hond, bert Valor
ovn at hita húsið við, einki
wc, bert ein bukka, sum stóð
úti í kolhúsinum, har vit
goymdu kol til veturin. Tað
vóru tíðir, sum kravdu sterk
ar kvinnur.
Mamma hevði eitt stórt
hjarta og eitt ljóst og lætt
sinni, sang nógv og var takk
som fyri lívið.
Hóast tað mangan var
strævið, tí mamma var gift
við einum skipara, sum var
á sjónum tað mesta av tíðini,
skuldi hon vera bæði faðir og
móður fyri okkum.
Minnist serliga, tá vit
skuldu til songar. Eg og Jens
bróðir sluppu at sova undir
hvør sínari lið á mammu,
og vit skuldu skiftast um at
biðja Faðir vár. Har var trygt
undir móður lið.
Signaði okkum á morgun
stund
Faðir vár lærdi til náttar
blund
og legði oss trygt at sova.
Var tær enn smátt um
hendur títt
tú fekst tað lítla so sundur
býtt,
at altíð var breyð í kova.
Mamma hevði nógvar munn
ar at metta, men vit fóru ong
antíð svong til songar. Alt var
jú heimagjørt, bakaði breyð
og køkur. Minnist eisini aft
ur á tíðir, har vit sum børn
veiddu seið við tráðu inni á
keiini. Heim við fonginum,
so skuldi skrædlast og ger
ast til, og antin stóðu seiða
frikadellu ella seiðaknettir á
borðinum sama dag.
Tað kundi verið skrivað so
nógv um mammu. Hon var
sera rættvís, gjørdi ongan
tíð mannamun, um tað var
høgur ella lágur. Tosaði ong
antíð ilt um nakran. Gævi tað
vóru fleiri sum tú, mamma,
so hevði heimurin sæð ann
arleiðis út í dag. Siteri úr
yrking til mammu á 70 ára
degnum:
Tú fostrað hevur ein stóran
flokk,
synir seks sog døtur tríggjar.
Vit koma tær ikki upp til
kníggja,
men upp til tín síggja.
Aldri tú gramt teg hevur,
men altíð líka nógv gevur.
Aldri mannamun ger,
hvørt av børnunum tað so
er.
Eisini vart tú so góð við títt
avkom, okkum børnini, og
ikki at gloyma ommu- og
langommubørnini, tey elsk
aðu eisini teg, mamma. Sum
ein ommudóttur tók til, nú
tú var farin, at hon hevði
bara hug at gráta, hvørja ferð,
hon gekk út á Egg, tí eingin
sat framman fyri køksvind
eyganum og veittraði sum
tú plagdi, og bað hana koma
innar.
Hesi minningarorð vildu
verið ófullkomin, um ikki
babba varð nevndur. Tit bæði
hava klárað tykkum væl, utt
an hjálp frá øðrum. Tit hava
staðið saman í viðgongd og
mótgongd.
Lagnan hevur verið hørð
til tíðir, men tit hava við
Guds hjálp klárað skerini. Og
hevur tykkara andaliga heim
verið í salinum í Hebron, har
mamma mangan fann hvíld
frá tí dagliga strevinum. Hon
gleddi seg serliga til sunnu
dagsmøtini, tí hon elskaði at
syngja.
Góða mamma, nú sólin
aftur er farin at skína á
Kráartanga og sólarkaffi hev
ur verið, bygdin er við at lata
seg í várbúna og bygdarfólkið
er so smátt farið at gleða seg
til tey vøkru sólseturkvøldini,
nú er tín sól sett fyri seinastu
ferð, góða mamma, og tín
vakra sangrødd er tagnað
her.
Barnaheimið úti á Egg
stendur tómt. Men vit, sum
eftir sita, hava bert ljós og góð
minni um eina kærleiksfulla
móður.
Góða mamma, vit skulu
passa væl upp á babba, tí eg
veit, at honum leingist so sár
an eftir tær. Tit vóru so góð
við hvørt annað.
Tøkk fyri alt, góða
mamma.
Esther
Fleiri føroyingar verða fødd
ir um heystið enn um várið.
Flest hava føðingardag tann
23. september, meðan fæst
hava føðingardag tann 20.
februar. Hetta vísir ein
uppgerð úr landsfólkayvir
litisskránni.
Landsfólkayvirlitisskráin
er ein av teim føroysku
grundskráunum, sum verð
ur umsitin av Umhvørvis
stovuni, og av og á verða
ymisk hagtøl av almennum
áhuga tikin úr skránni. Tann
8. februar í ár gjørdi Um
hvørvisstovan eina støðu
mynd av, hvørjar dagar í ári
num føroyingar eru føddir.
Henda dagin vóru 48.186
skrásett at búgva í Føroy
um.
Um javnt var býtt, høvdu
132 føroyingar havt føð
ingardag hvønn dag. Men
soleiðis er ikki. Hagtølini vísa
nevniliga, at munandi fleiri
føroyingar verða føddir um
heystið enn um várið. Flest
verða fødd í seinnu helvt av
september og fyrru helvt av
oktober. Og fæst verða fødd
í mars mánaði.
Um hugt verður eftir,
hvørjum degi fæst fólk eru
fødd er tann 20. februar
dagurin, við einans 90 føð
ingardøgum. Dagurin, har
flest fólk í Føroyum fylla, er
tann 23. september. Tá hava
ikki minni enn 189 fólk føð
ingardag, og hetta er væl
meira enn dupult so nógv
sum 20. februar.
Til ber at lesa meira á
heimasíðuni hjá Umhvørvis
stovuni www.us.fo
23. september er stóri føðingardagurin