fríggjadagur 15. februar 2013síða 12
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 15. februar 2013 · Nr. 19
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
nøvn
Minningarorð um
Josefina Meinhardsdóttir Midjord
f. 28. okt 1966 – d. 14. juli 2012
Mikudagin 18. juli fekk eg
óvænta deyðsboð um systir
mína, Josefinu. Eg var á veg
heim av feriu í útlondum, og
gleddi meg at verða saman
aftur við familjuni, og at vera
saman við systir míni, nú tá
ið øll høvdu tíð, tí man hevði
feriu, men soleiðis skuldi ikki
vera.
Josefina var bara soleiðis
uttan ávaring tikin frá okk
um. Púra frísk og uttan nakra
ávaring, legði hon árarnar
inn.
Josefina var fødd 28. ok
tober 1966 í Runavík. For
eldrini vóru Mia (f. Morten
sen) og Meinhard Olsen. Í
1990 giftist hon við Alexius
Midjord, og settu tey búgv
í Hovi. Saman fingu tey 3
børn, Ann Mari, Jógvan og
Arnold.
Josefina bleiv 14. juli
omma til ein lítlan fittan
beiggja.
Hon
gleddi
seg
nakað so nógv til at blíva
omma, hevði planir um, hvat
tey fóru at gera. Hon hevði
bundið fleiri troyggjur til
beiggjan, og hevði planir um,
at á næstu Ólavsøku, hevði
beiggin fingið føroysk klæðir
frá ommu síni, sum hon sjálv
hevði gjørt. Men soleiðis
skuldi ikki verða.
Í hesum føri ber væl til at
brúka orðatakið: eingin veit
á morgni at siga, hvar hann á
kvøldið gistir.
Josefina var stillfør, posi
tiv og sera lívsglað. Josefina
elskaði sína familju, og var
hon so sera ófør at ferðast
norðeftir í vikuskiftum at
vitja. Eisini var hon ófør sum
fáur, at vitja vinir. Nú hon
ikki er her meir, er eitt stórt
tómrúm.
Josefinu dámdi so sera
væl svimjing, og var hon til
eitt ótal av svimjikappingum
runt um í Føroyum, antin
sum áskoðari ella sum hjálp
arfólk. Eisini var hon altíð at
síggja, har hennara børn ella
har míni børn vóru aktiv.
Josefina stóð fyri einum
stórum parti av tí húsliga
arbeiðinum, so saknurin man
kennast stórur, nú hon ikki er
her. Eisini arbeiddi hon sum
vaskikona í skúlanum í Hovi
og á Miðnámsskúlanum. 1.
januar í ár flutti familjan
norðeftir, og inn á Glyvrar.
Hon gleddi seg at fara at
arbeiða norðanfyri, tá ið tey
vóru komin upp á pláss í
teirra nýggja heimi.
Góðu tit, Alexius, Ann
Mari, Høgni og Jóhan, Jógvan
og Arnold. Má harrin styrkja
tykkum og verða hjá tykkum
í tykkara sorg og sakni.
Vit lýsa frið yvir minnini
um Josefinu.
Jesus verið við tykkum, ið
eftir sita.
Systir tín Hertha
Føðingar
11. febr. fingu Ólrun og Kristján Eiriksson ein son. Hann var
53 cm langur og vigaði 3530 gr.
11. februar fingu Alika og Sigert Patursson, Hoyvík, ein
son. Hann var 55 cm langur og vigaði 3870 gr.
16. januar fingu Maria Nattestad Thomsen og Anders Holm
eina dóttir. Hon vigaði 3920 gr og var 54 cm long.
William, Kári og Dánjal eru
ársins fyrstuhjálparar 2012
William Berg, Kári Strøm og
Dánjal Olsen gjørdust ársins
fyrstahjálparar 2012.
Á samkomu hjá Reyða
Krossi í gjár vóru teir heiðr
aðir fyri eina hending í au
gust 2012.
Teir tríggir vóru til arbeið
is, tá teir síggja ein bil fara
á sjógv. Maðurin í bilinum
sleppur úr bilinum sjálvur,
men blívur síðani lívleysur
at síggja til. William leypur
útí at halda manninum uppi
úr sjónum, meðan Kári og
Dánjal loysa ein árabát. Teir
rógva út til William, og saman
fáa teir mannin upp í bátin
og síðani upp á land. Komnir
í land geva teir manninum
fyrstuhjálp til sjúkrabilurin
kemur á staðið.
Fyri at hava handlað
skjótt og hava hjálpt í eini
avgerandi løtu hevur Reyði
Krossur Føroya valt at út
nevna William Berg, Kára
Strøm og Dánjal Olsen til ár
sins fyrstahjálparar 2012.
– Teir hava fingið heið
ursbræv frá Reyða Krossi og
peningagávu frá Trygging
arfelagnum Føroyar fyri av
rik teirra, sigur Reyði Krossur
í grundgevingini.
Nú kanst tú sum lánari lesa
og skriva stutt lánaraum
mæli, tá ið tú brúkar nýggju
og framkomnu leitiskipan
ina hjá Býarbókasavninum í
Havn. Skipanin tekur nevni
liga støði í lesivanum, við
mælum og metingum, sum
lánararnir sjálvir skriva.
Í sambandi við at Býar
bókasavnið
hevur
fingið
nýggja
heimasíðu,
tekur
bókasavnið eisini nýggjastu
tøknina innan leiting í brúk.
Við at skráseta teg sum VIP-
lánara, fært tú atgongd til
at skriva ummæli ella við
merkingar um bøkur, sum tú
hevur lænt. Eisini kanst tú
geva bókunum stjørnur, um
tú hevur hug.
– Við at taka brúkaran
við upp á ráð á hendan hátt,
fáa aðrir lánarar hjá Býar
bókasavninum íblástur frá
hvørjum øðrum til at lesa
bøkur og læna annað út
lánstilfar. Ella sagt við øðr
um orðum: Í nýggju leiti
skipanini verða lánarin og
lesigleðin sett í fremstu røð,
sigur Arnbjørn Ó. Dalsgarð,
býarbókavørður.
Harumframt kanst tú
sum lánari hjá Býarbóka
savninum sjálvandi fram
vegis bíleggja bøkur, endur
nýggja tíni lán og gera tín
egna minnislista við bókar
titlum. Nýggja leititøknin
ger tað eisini einfalt og lætt
at finna útlánstilfar um ávís
evni ella eftir ávísar rithøv
undar – ella okkurt, sum
líkist tí, tær vanliga dámar
best.
Býarbókasavnið
sam
starvar við fleiri bókasøvn
í Danmark og í Grønlandi
um nýggju leitiskipanina.
Hetta merkir, at tú sum lán
ari á einum av hesum bóka
søvnunum kanst lesa við
mæli frá lánarum á hinum
bókasøvnunum
í
hesum
londum.
Nýggja heimasíðan og
leitiskipanin hjá Býarbóka
savninum er eisini lagað til
teir lánarar, sum ikki eru
so stinnir í føroyskum. All
ar týðandi funkur á heima
síðuni eru á bæði føroysk
um, donskum og enskum.
Og minnist tú ikki, hvussu
ein bókartittul, eitt rithøv
undanavn ella eitt evnisorð
skal stavast, fært tú hjálp frá
einum yvirliti við leitiorðum,
sum kemur fram, tá ið tú hev
ur skrivað nakrar fáar stavir
í leititeigin.
– Samanumtikið hevur
Býarbókasavnið í Havn fing
ið eina meira tíðarhóskandi
og
samvirkna
heimasíðu
og leitiskipan. Ella sagt við
øðrum orðum: Eitt nútímans
virtuelt bókamentaligt møti
stað fyri allar borgarar í
Tórshavnar kommunu – og
onnur við, sigur Arnbjørn Ó.
Dalsgarð, býarbókavørður.
Heimasíðuna hjá Býar
bókasavninum finnur tú enn
sum áður á www.bbs.fo
Eitt stað har
lesigleðin grør