Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-02-15, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. februar 2013síða 11

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Fríggjadagur 15. februar 2013 · Nr. 19 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ikki fyrireikað seg uppá slík scenarie. - Men herheima kundu vit sum nevnt gjørt nógv meira fyri at virðisøkja okkara fisk. Dyrka “nisjurnar” og lagt okk­um eftir at framleiða til gour­met-matstovurnar. Men veiði­liðið verður alt meira mið­s­avnað, og tað drepur dyna­mikkin. Vit fáa reiðarí, sum hava onnur atlit og virð­ ir at arbeiða út frá, sigur Leif Høj. Uppáhaldið verður ført víð­ari yvir á arbeiðsplássini, sum fækka og sambært stjóra­num fara at gerast støðugt færri: - Heldur tú at stóru reiðarí­ini hava brúk fyri føroyskari arbeiðsmegi. Gongdin aðra­staðni er, at skipini verða mannað við bíligum út­lendingum, og tekin um tað sama síggj­ast herheima. Í makrel­fiski­ skapinum hava vit skip, mannað við bíligari arbeiðs­ megi. Og í øðrum skip­a­bólk­ um síggja vit eisini fiskiskip, at kalla burturav mannað við útlendingum, fiska av før­ oysk­um kvotum. Verður hetta gongdin frameftir, so máa vit grundarlagið undan okkara samfelag, sigur Leif Høj. Kapitalurin temjast Hóast stjórin á FoFish arbeiðir í fríari vinnu, so vend­ir hann fleiri ferðir í samrøðuni aftur til av­mark­ ingar. Avmarkingar fyri vinnu­na. - Lat meg sláa tað fast bein­an­vegin, at eg eri ikki sosial­ist. Men politisk stýr­ ing má til. Miðsavnanin í vinnu­ni má avmarkast og út­lendski kapitalurin má av­ markast, sigur Leif Høj. Eftir hansara tykki virka tær avmarkingar, sum longu eru í lógini um vinnuligan fiski­skap, langt frá nóg væl. - Vit síggja dømi eftir dømi um reint, útlendskt virk­semi í føroyskum sjó­ øki. Hartil strámenn, ad­ vo­kat­ar og stjórar, sum við seráhugamálum snara vinnu­ni aðrar vegir enn hag­ ar, ið vinnan eftir mínum tykki tænir samfelagnum best. - Fiskivinnulóggávan sig­ ur greitt, at vit skulu taka samfelagslig atlit. Vit skulu geva møguleikar fyri vinnu­ lig­um virksemi kring alt land­ið. Men hetta er ringt at fáa eyga á í dag. Tí mugu vit sum samfelag finna útav, hvussu vit vilja skipa okkara fiski­vinnu. Skal fiskivinnan vera fyri tey fáu, so lat tað vera sagt og gjørt, heldur enn at seigpína tey, sum royna at halda tørn, sigur Leif Høj. Hann peikar á íslendsku fiski­vinnuna, sum eftir hansara tykki átti at fingið ávar­ing­arklokkurnar at ringja herheima. - Vilja vit hava eina fiski­ vinnu við nøkrum heilt fá­ um aktørum, sum eiga alt og stýra øllum. Eg havi onga orsøk at trúgva pástandinum um, at øll sleppa framat í vinnuni. Skal tað vera til­ vild­in og meira ella minni til­vild­arlig sambond við útlends­kan stórkapital, ið stýra føroysku fiskivinnuni, spyr Leif Høj. Makrelurin tekur fokus Síðstu árini hevur fiski­ skap­urin eftir makreli ver­ ið nógv í fokus, serliga eftir at Føroyar ásettu sær egn­ ar kvotur. Uppaftur meira ferð er komin á, nú sami leistur tykist vera lagd­ur fyri sildafiskiskapin, sam­ stundis sum meira er til av svartkjafti. - Alt snýr seg um upp­ sjóv­ar­flotan og fiskiskapin har. Vit hoyra dag og dag­liga, at stóru reiðaríini gera seg til reiðar til upp­sjóv­ar­fiski­ skapin og nær­um sleingja um seg við tíggjutals, enntá hund­rað­tals milliónum til stór og dýr skipakeyp. Man kann ikki annað enn standa á síðulinjuni og aftur í ár hugsa um, hvussu verður við fiski­skapinum eftir vanligu botn­fiskasløgunum, sigur Leif Høj uppgevandi á máli­ num. Spurdur, hvørt tað ikki er natúr­ligt at fokus er har, ið stóru nøgdirnar og pengarnir eru nú, svarar stjórin: - Jú, men upp­sjóv­ar­fiski­ skapurin er eftirhondini tann mest óskipaði fiski­ skap­ur­in, samstundis sum vit vita at strámenn standa á síðulinjuni og bíða eftir teirra bitum. Tað skuldi eita seg, at øll skuldu fáa burturav “nýggja” ríkidøminum í upp­ sjóvar­fiskiskapinum, men so­leiðis bleiv veruleikin ikki. Førdi fiskivinnupolitikkurin er bara við til at skumpa und­ir miðsavnanina, har stóru reiðaríini leggja alsamt meira inn undir seg, sigur Leif Høj. Fáir glottar Embætisfólk úr Fiski­ mála­ráð­num hava síðani í fjør­summar arbeitt við at endur­skoða alla lóg­ina um vinnu­ligan fiski­skap, og her­ fyri legði lands­stýris­mað­ urin í fiski­vinnu­málum upp­ rit til fiski­vinnu­n­ýskipan fyri landsstýrið. Hig­ar­til er breiða semjan so­mikið smøl, at lands­stýris­maðurin í fiski­vinnu­málum enn ikki kann siga seg hava sína egnu sam­gongu aftanfyri tann leist, ið hann legði fyri dagin í uppritinum. Sæð úr stjórastólinum hjá Leif Høj eru fáir glottar at hóma. - Nei, hatta tykist rættu­ liga visjónsleyst og hjálp­ ar­leyst. Har mangla sam­ felagsatlit. Atlit til trivn­aðin í øllum okkara sam­felag. Politikkurin má greitt endurspegla, at vit vilja menning og trivnað í øllum pørtum av okkara sam­ felag. Vit hava eitt ávíst fiski­ríki­dømi, og tað má also umsitast samfelagnum at gagni. Annars máa vit grund­ar­lagið undan okkum sjálv­um. FAKTA Livandi tilfeingið á føroysku landleiðunum og tey rættindi, føroyska heimastýrið við samráðingum hevur rokkið ella eftir altjóða rætti eigur uttan fyri føroysku landleiðirnar, eru ogn Føroya fólks. Dentur verður lagdur á, í umsitingini av hesi lóg, at varðveita tilfeingið og at troyta og gagnnýta hetta burðardygt á skilabesta hátt, lívfrøðiliga og búskaparliga, við virðing fyri sambandinum millum ymisku dýra- og plantustovnarnar í havinum og meingi teirra, til tess at tryggja besta samfelagsbúskaparliga íkastið frá fiskivinnuni, støðugar arbeiðs- og inntøkumøguleikar og møguleikar fyri vinnuligum virksemi um alt landið. - §2 í løgtingslóg nr. 28 frá 1994 um vinnuligan fiskiskap FAKTA Arbeiðið at endurskoða lógina um vinnuligan fiskiskap byrjaði av álvara 8. mai í fjør, tá arbeiðsbólkur við embætisfólki úr Fiskimálaráðnum varð settur at ganga ígjøgnum alla lóggávuna og koma við uppskoti um grundleggjandi broytingar á at kalla øllum økjum. Bólkurin lat úr hondum eina rímuliga yvirskipaða frágreiðing, sum var grundarlag undir aðalorðaskiftinum um fiskivinnupolitikk í løgtinginum fyrst í desember. Síðani tá er arbeiðið spískað til, og mest ítøkiliga úrslit higartil sæst í uppriti til nýggja fiskivinnulóggávu, ið varð lagt fyri landsstýrisfund síðst í januar. manglar