fríggjadagur 15. februar 2013síða 10
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 15. februar 2013 · Nr. 19
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Jón Brian Hvidtfeldt
- Útróðurin er burtur alla-
staðni. Fuglafjørður, Leirvík,
Vestmanna, Tvøroyri, Vágur.
Alt er steindeytt.
Leif Høj er fortørnaður.
Hann er stjóri á FoFish, sum
keypir og selir fisk, hann er
nevndarlimur í Norðfra, sum
framleiðis lidnar portiónir
burtur úr føroyskum fiski, og
hartil er hann reiðari á línu
bátinum Riba.
- Muran tykist í longri
tíð hava verið, at útróðurin
er rótin til alt ilt. Friðingar,
stongdar leiðir og avmark
ingar í rættinum til minsta
forvinning eru við til at kvala
útróðurin, sum doyr spaku
liga.
Myndina av doyggjandi
útróðrinum flytir Leif Høj
skjótt víðari yvir á restina av
fiskivinnuni.
- Dynamikkurin og fram
driftin er ring at fáa eyga á.
Eru nøkur veiðiloyvi útskriv
að síðstu árini, spyr Leif Høj
og svarar sjálvur:
- Vit liva av at keypa og
selja verandi loyvi, sum enda
á alsamt færri hondum. Tap
arin er samfelagið. Vit mugu
taka atlit til trivnaðin í sam
felagnum, heldur enn hyggja
at, meðan eindirnar vera fær
ri og størri.
Í samrøðu við Sosialin
síðsta fríggjadag ímyndaði
landsstýrismaðurin í fiski
vinnumálum sær eina nógv
meira samansetta vinnu.
- Ja, tað skal í nógv størri
mun bera til at samanseta
veiðirættindini. Hví skal ein
reiðari vera bundin at ein
um ávísum fiskiskapi, um
hann sær møguleika fyri at
tjena pengar í øðrum fiski
skapi og harvið fáa eitt bein
afturat at standa á. Eg síggi
fyri mær færri skip og størri
reiðarí, sum virka í eini meira
samansettari
vinnu
enn
vit higartil hava sæð, segði
Jacob Vestergaard.
Úr sínum stjórastóli hev
ur Leif Høj ilt við at keypa
argumentini.
- Stóru reiðaríini hava so
ongan áhuga í at trýsta prís
in uppeftir. Tvørturímóti. Og
tað gevur so lægri hýru til
fiskimannin. Mín pástand
ur er, at tað eru smáu aktør
arnir, sum sprella og royna
at dyrka “nisjurnar,” smáu
marknaðirnar har besti prís
urin fæst fyri hvørt kilo, sig
ur Leif Høj.
Men vísir søgan ikki,
at árini við mongu, smáu
reiðaríunum góvu ikki ta
framdrift og tann dynamikk,
ið Leif Høj peikar á?
- Hvat er tað, sum ikki
gekk so væl? Kring landið
vóru skip, sum kláraðu seg
væl, sigur Leif Høj og peikar
á Runavík, Vestmanna og
Hvalba sum dømi um bygdir
við positivum søgum úr
fiskivinnuni.
- Heldur vóru tað stóru
uppkeypini, sum tá avtornaði
avtoftaðu fiskivinnuna á
fleiri plássum. Enn er Hvalba
tó dømi um tað øvugta, legg
ur hann afturat.
Atgongdin
Leif Høj keypir og selur fisk
hvønn dag. Hansara uppá
hald er, at atgongdin til fisk
in gerst truplari.
- Nei, fiskurin kemur ikki
nóg væl í alment útboð. Vit
sleppa snøgt sagt ikki framat
fiskinum, sigur Leif Høj.
Hansara
uppáhald
er,
at longu nú er fiskivinnan
somikið samantvinnað, at
smáu aktørarnir als ikki
sleppa at bjóða uppá stóran
part av fiskinum, ið verður
veiddur á føroysku grunn
unum.
Manglandi
atgongdin
gongur út yvir virðisøking
ina, sigur Leif Høj og heldur
fram:
- Hyggja vit eftir botn
fiskasløgunum, so er virðis
økingin alt ov lítil. Vit fáa
ov lítið burtur úr teim
um virðum, ið vit fáa úr
havinum. Samstundis síggja
vit, at serliga bretski mark
naðurin vísir støðugt minni
áhuga fyri føroyskum botn-
fiski. Gongdin er ørkymlandi,
sigur Leif Høj.
Stjórin á FoFish hevur
hug at draga makreltrætuna
uppí. Hugleiðir um, hvørt
tað man vera makreltrætan,
ið ger føroyskan botnfisk
minni áhugaverdan og har
við trýstir prísin niður. Og
hvat nú hendir, um rákið
móti føroyskum fiskavørum
herðist, soleiðis at tosið um
boykot gerst reelt.
Hetta eru tó gitingar út í
eina óvissa framtíð. Tí før
oyski marknaðurin hevur
FISKIVINNUPOLITIKKUR
Atlit mugu takast til trivnaðin
í øllum samfelagnum.
Verandi miðsavnan innan
fiskivinnuna kvalir dynamikkin
í vinnuni og virkishugin kring
landið. Tað sigur Leif Høj,
stjóri í FoFish, sum skýrir
fiskivinnupolitikkin at vera
bæði tannleysan og hopileysan
Samfelagsatlitið