fríggjadagur 15. februar 2013síða 9
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Fríggjadagur 15. februar 2013 · Nr. 19
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
samferðsla
Ein persónbilur, ið
koyrir við javnari ferð
niðan ígjøgnum eina
bratta brekku, brúkar
upp til tvær ferðir so
nógva orku, sum ein
persónbilur, ið koyrir
sama strekkið við
javnari ferð á sløttum
Stabbamyndirnar vísa, hvussu skjótt tað verður at ferðast úr Havn til Klaksvíkar, Gomlurætt, flogvøllin
og størri bygdirnar og, hvussu skjótt tað verður at koyra úr Klaksvík, ymsastaðir í landinum.
VS merkir verandi støða, VÆ merkir verandi ætlan við undirsjóvartunli og AÆ merkir hansara alternativa ætlan
Í dag er teinurin 83 kilo
metrar og tað tekur ein tíma
at koyra, staðfestir Frank
Hansen.
Gerast í pørtum
- Alternativa ætlanin, eg havi
skotið upp, fer at kosta 650-1,2
milliard, alt eftir, hvussu nógv
av henni verður sett í verk.
Frank Hansen sigur, at
leyðsliga mett, so fer fer
hendan alternativa ætlanin
at spara landinum fyri íløgur
í vegakervinum í meginøki
num á um 500 milliónir.
Hann leggur afturat, at
hansara uppskot kann kann
gerast í pørtum. Hettar ger
at projektini kunna lagast
til í vavi og bjóðast út so tey
hóska til tey feløg, ið virka í
føroysku byggivinnuni og til
tøku fíggjarorkuna.
Verkfrøðingurin vísir á,
at av tí, at ongin undirsjóvar
tunnil er við í hansara upp
skoti, verða rakstrarútreiðs
lurnar eini lægri enn tær
annars vera í eini verkætlan,
har Eysturoyartunnilin er ein
partur, tí tað er eisini dýrari at
reka undirsjóvartunlar, enn
tað er at reka vanligar tunlar
og brúgvar.
Hann sigur, at verður
undirsjóvartunnil
gjørdur,
skulu eini 800.000 tons av
vatni pumpast úr tunlinum
um árið.
Tað, sum alternativa upp
skotið hjá Frank Hansen í
høvuðsheitum ber í sær, er
at koyrt verður úr Havnini
eftir verandi vegakervi inn
á bensinstøðina í Kollafjarð
ardali, haðani gjøgnum ein
tunnil til Hósvíkar, tvørtur
um eina brúgv um Sundalagi
til Selatraðar og so aftur í ein
tunnil yvir í Skálabotn, eftir
einum stuttum vegi yvir til
Effostøðina í Skálabotni og
síðani efir verandi vegi inn
til koyrt verður gjøgnum ein
tunnil yvir í Gøtudal.
Frank Hansen sigur, at úr
Skálabotni ber so til at nýta
verandi vegir út eftir Skála
fjørðinum.
Hann sigur eisini, at verð
ur meginøkið bundið saman,
sum hann hevur skotið upp,
verður tað munandi styttri
hjá øllum at ferðast í megin
økinum.