fríggjadagur 15. februar 2013síða 8
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 15. februar 2013 · Nr. 19
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
samferðsla
Áki Bertholdsen
- Tað ber væl til at knýta
meginøkið í Føroyum tættari
saman, uttan at gera undir
sjóvartunnil ímillum Streym
oy og Eysturoy.
Tað staðfestir Frank Han
sen, verkfrøðingur.
Sjálvur hevur hann gjørt
eitt uppskot til eina alterna
tiva ætlan sum bindur alt
meginøkið saman.
Ætlanin er sjálvsagt ikki
liðugt projekterað, men hon
er ein nágreinilig lýsing av,
hvussu tað ber til at binda
meginøkið saman, uttan at
gera undirsjóvartunnil.
Men hendan alternativa
ætlan er fullkomiliga tagd
burtur, tí politikarar hava
start seg blindar upp á ein
undirsjóvartunnil
ímillum
Streymoy og Eysturoy og tað
tykist ikki sum um at áhugið
er fyri at kanna aðrar møgu
leikar.
Sjálvur
heldur
verk
frøðingurin,
at
hansara
verkætlan hevur fleiri fyri
munir framum ein undirsjóv
artunnil.
- Talan er ikki bara um
eina alternativa ætlan til
Skálafjarðartunnilin, tí talan
er eisini um eina ætlan um
hvussu samferðslukervið í
Vágum, Streymoy, Eysturoy
og Norðoyggjum kann skip
ast.
- Eftir teirri ætlan, eg havi
gjørt, verður tað ongantíð
longri enn 40 minuttir at
koyra ímillum nakað av
teimum størru plássunum á
meginøkinum, sigur hann.
Ført hevur onkuntíð verið
fram, at verður ein privatur
undirsjóvartunnil
gjørdur,
fer tað at binda landið til ikki
at gera ábøtur og samferðslu
ábøtur, sum kunnu metast at
vera í kapping við ein privat
an undirsjóvartunnil.
Frank Hansen sigur, at
í øllum førum er tað hugs
andi at ein privatur undir
sjóvartunnil fer at avmarka
møguleikarnar hjá landinum
at fara undir økismenningar
lig tiltøk næstu 20-30 árini,
um hesi koma at ávirka talið
av bilum, ið nýta undirsjóvar
tunnilin.
Eftir sløttum
- Samstundis er tað greitt, at
skal koyrast ímillum Streym
oy og Eysturoy ígjøgnum
undirsjóvartunnil,
verður
rættiliga stórur hæddarmun
ur, sum fer at krevja eina mun
andi størri orkunýtslu, enn
um koyrt verður á sløttum.
Verður talan um undir
sjóvartunnilin, verður hædd
armunurin á øllum strekki
num einar 350 metrar, tí
farast skal einar 200 metrar
undir sjóvarmálum í Tanga
firði, og einar 160 metrar upp
í hæddina á innkoyringar
vegnum til Havnina.
- Men verður meginøkið
bundið saman eftir hesi
alternativu
ætlanini,
eg
havi lagt fram, merkir tað,
at
høvuðsfarleiðin
mill
um
Tórshavn
og
Klaks
vík kann gerast við einum
hæddarmuni, ið er einar 100
– 150 metrar minni enn ígjøg
num ein undirsjóvartunnil.
Hetta er ein stórur fyri
munur, um hugsað verður
um orkunýtslu.
- Havast skal í huga, at
ein persónbilur, ið koyrir við
javnari ferð niðan ígjøgnum
eina bratta brekku, brúkar
upp til tvær ferðir so nógva
orku, sum ein persónbilur,
ið koyrir sama strekkið við
javnari ferð á sløttum.
Ein triðingur styttri
Tað, sum Frank Hansen
hugsar um í fyrstu syftu, er
at gera eina farleið, ímillum
Kollfjarðardal og Skálabotn
gjøgnum tveir nýggjar tunnl
ar og eina brúgv.
- Tá ið farleiðin er liðug
og og Landsverk hevur
gjøgnumført tær avleiddu
verkætlanir, sum eru í um
búna, fer hetta at stytta
farleiðina millum Havnina
og Klaksvík líka nógv, sum
Eysturoyartunnilin fer at
gera.
- Harafturat vil hendan
alternativa ætlanin eisini
stytta
farleiðina
ímillum
Tórshavn og bygdirnar úti
á Skálafjørðinum ein trið
ing, ella at tað verður einar
15-20
minuttir
stytri
at
koyra ímillum Tórshavn og
bygdirnar úti á Skálafjørði
num.
Umframt at stytta far
leiðina ímillum Tórshavn og
Klaksvík og bygdirnar úti á
Skálafjørðinum, fer hendan
alternativa
samferðsluæt
lanin at stytta allar høvuðs
farleiðir munandi.
- Longsti teinurin at koyra
frá einum býi til eina størri
bygd verður úr Klaksvík til
Sørvágs og flogvøllin, har
teinurin verður einar 55
kilometrar, ella umleið 40
minuttir at koyra.
Binda
Føroyar
saman við
tunlum og
brúgvum
ALTERNATIV ÆTLAN Tað er óneyðugt at gera undirsjóvartunnil ímillum
Streymoy og Eysturoy fyri at binda meginøkið í Føroyum saman, sigur
Frank Hansen, verkfrøðingur, sum sjálvur hevur gjørt eina alternativa ætlan
Frank Hansen, verkfrøðingur, hevur eitt
uppskot um, hvussu meginøkið í
Føroyum kann bindast saman, uttan at gera
undirsjóvartunnil ímillum Streymoy og Eysturoy,
men tað er fullkomiliga tagt burtur
Styttri og slættari
Eitt alternativt uppskot, sum Frank Hansen,
verkfrøðingur,hevur gjørt um, hvussu meginøkið í Føroyum
kann bindast saman, hevur fleiri fyrimunir fram um ætlanin
at gera undirsjóvartunnil ímillum Streymoy og Eysturoy