fríggjadagur 15. februar 2013síða 18
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 15. februar 2013 · Nr. 19
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
miðvikan
Mathilda úr Kaldbak gjørdi
Mathilda Jacobsen var mostir landsdjóralæknan, Dánjal Bærentsen, og var hon
umrødd í Miðvikuni herfyri. Her er søgan um eina merkisverda kvinnu
Óli Jacobsen
Tað hava verið nógvir føroyingar,
sum hava gjørt seg galdandi í Dan
mark. Summar av teimum hoyrist
um, meðan einki hoyrist um onn
ur.
Í frásøgnini hjá Dánjal J. Bærent
sen í Miðvikuni varð eisini greitt
frá mostir hansara Mathildu, sum
gjørdist leiðari á donskum barna
heimi uttan at hava gingið í skúla
yvirhøvur. Pápin lærdi børnini at
lesa og skriva.
Nú er frætt meira um Mathildu.
Tað er so heppið, at Miðvikan hevur
nógvar áhugaðar lesarar, sum eisini
geva síni íkøst um persónar, sum
eru umrøddir.
Aftaná umrøddu Miðvikuna
fekk eg frá einum lesara ávíst eitt
100 ára minningarrit fyri Kong Chr.
IX’s Børnehjem í Århus, sum var sett
á stovn í 1909. Tað var her Mathilda
virkaði, og hennara leiklutur fyllir
ein stóran part av ritinum. Tí kunnu
vit her geva eitt íkast til søguna hjá
Mathildu.
Lívsstarvið gjørdist at
ansa eftir børnum
Mathilda varð fødd í 1890. Foreldrini
vóru Tummas í Heimistovu við Á
(Thomas Christian Frederik Jacob
sen, f. umleið 1850, Petrine Sophie,
f. Nolsøe, f. umleið 1861. Mathilda
misti tíðliga foreldrini. Saman við
eini vinkonu fór hon til Danmarkar
í 1911, og tað var skjótt, at hon kom
at starvast í barnaforsorgini.
Hon fekk starv í 1917 á umrødda
barnaheiminum. Í fyrsta umfari
skuldi hon bert vera ráðgevandi
fyri leiðaran, N.K. Thomassen,
sum hevði mist konu sína tvey
ár frammanundan. Hetta var ein
stórur missur, tí konan átti sjálv
andi ein stóran leiklut á einum slík
um barnaheimi.
Tískil varð tað skjótt, at Ma
thilda gjørdist høgra hond hjá
Thomassen, soleiðis sum sagt verð
ur í minningarritinum:
”Børnehjemmet
havde
fået
endnu en ildsjæl, der ”tog sig selv”
med på arbejde. Det var hende, der
frem for nogen, fik aflivet myten
om, at det var ”synd” for børne
hjemsbørnene. De skulle bo i et
hjem, og i et hjem var der regler,
tryghed og inspiration. Og én ting
mere. Et hjem er noget, man er stolt
over at komme fra, også hvis der
skulde fakde nogen ”uheldige be
mærkninger” ude i byen.”
Sum frá leið komu Mathilda og
Thomassen at býta leiðsluna av
barnaheiminum sín ámillum.
At fara á barnaheim tá í tíðini
var ikki gamansleikur. Barnaheim
høvdu ofta ringt orð á sær. Ein genta
hevur seinni greitt frá, at tá ið hon
fór á hetta barnaheimið, roknaði
hon við, at tað vóru tremmur fyri
vindeyguni, og at ”det ville være
hæsligt at bo på et børnehjem”.
Men hon sá skjótt, at soleiðis var
tað ikki. Har var gott at vera, og har
vóru nógv fitt vaksin og børn.
Dagurin var skipaður. Ein fasta
tíð skulu lesast uppá til skúlan,
so skuldu sokkar stoppast. Hetta
skuldi gerast ordiligt, annars mátti
tað gerast um aftur. Kl. 18 var
nátturði, kl. 19,30 kvøldsangur, og
kl. 20 var songartíð.
Um morgunin skuldi farast upp
kl.7, kokkan 7,30 var morgunmatur
og morgunandakt, og kl. 8 skuldu
børnini vera komin í skúla, og tá
ráddi um ikki at vera ov seinur.
Eingin likamlig revsing
Á barnaheiminum var einki sum æt
likamlig revsing. Nógvir av dreingj
unum vóru bukaðir í skúlanum ella
aðra staðni uttan fyri barnaheimið.
Sagt verður í minnisgreinini, at tá
ið hugsað verður um, hvussu illa
viðfarin ”vanlig” børn kundu vera
til dømis í 1930-árunum, so er tað
merkisvert hvussu Thomassen
og Mathilda vóru før fyri at verja
”teirra” børn móti slíkum.
Men tá var ikki so nógvur ansur
fyri sálarliga happing sum nú, sum
tað verður sagt:
“Dengang var psykisk mobning
ikke noget man talte om og næppe
heller vidste så meget om. Men det
virker som om det bl.a. var på den
måde, at man fastholdt ro og orden
blandt børnene.
N. K. Thomassen kunne være
grov i sine irettesættelser, ikke
mindst når han viste prominente
gæster rundt på hjemmet og Ma
thilde Jacobsen brød sig bestemt
ikke om, at nogen af de ældste piger
”havde en lige stor barm som hende
selv”. Det kunne pigerne næppe
selv lastes for, lige som Thomas
sen og Matilde næppe kan lastes
for ikke at kende til vor egen tids
skelnen mellem skæld-ud og ”ånde
lige grumsomheder.”
Mathilda vildi geva børn
unum ein góðan barndóm
Í 1943 doyði Thomassen knappliga,
men tað var skjótt at ”mor” , Ma
thilda, var til reiðar at taka yvir.
Tað var ein hvøkkur, at Thomas
sen var deyður, men Mathilda kom
skjótt at taka við leiðsluni av heim
inum og helt áfram á sama hátt. Nú
hevði hon einsamøll ábyrgdina av
70 børnum hvønn dag, sjálvandi
saman við sínum starvsfólki. Heilt
fram til 1960 var tað vanligt, at
starvsfólkið var ógiftar kvinnur,
ið sum ein part av lønini sluppu
at búgva á heiminum. Hesar vóru
neyvan tær fyrstu at siga ta høgt
mettu fyristøðukvinnuni ímóti.
Vildi eisini tryggja
børnunum eina framtíð
Tað gjørdist skjótt greitt, at Ma
thilda ikki bert vildi geva børnun
um ein góðan og tryggan barndóm.
Hon vildi eisini, at tey skuldu blíva
til nakað aftaná tíðina á barna
heiminum. Hon tók ikki eitt nei
fyri eitt svar, tá ið hon gekk runt
í býnum at útvega lærupláss til
børnini, sum høvdu aldur at fara av
heiminum. Tað eru fleiri søgur um,
hvussu hon, so stórlig hon var, bara
bleiv standandi á skrivstovuni og
“gentog kravet (ikke spørgsmålet)
om lærepladsen.”
Og so verður hildið fram:
Barnaheimið Kong Chr. IX’s Børnehjem
Kongslejren, eitt paradís hjá børnunum
Mathilda, tann markanti
leiðarin á barnaheiminum