fríggjadagur 15. februar 2013síða 19
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Fríggjadagur 15. februar 2013 · Nr. 19
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ist mamma at 500 børnum
miðvikan
“De yngre børn holdt hun i en
kort snor, også med hensyn til
skolearbejdet. .. hvis børnene før an
bringelsen på hjemmet var startet
i en anden skole, skønnede man,
at de havde bedst af at fortsætte i
samme skole. ”
Mathildusa børn skuldu klára
seg væl, og fram um alt máttu ikki
koma kærur um tey. Tað skuldi
lesast uppá hvønn dag. Børnini
máttu ikki vera ov sein í skúla,
neglirnar skuldu vera reinar, og tey
skuldu vera “pæne i tøjet”.
”Men selve begrebet ”pæn i tøjet”
var jo en variabel størrelse, noget
afhængig af, om man er en dreng
eller pige i puberteten eller en voks
en kvinde med rod i den færøske
fangerkultur.”
Við klæðum hevði Mathilda
fastar reglur og øll skuldu vera líka
fyri. Genturnar høvdu tríggjar kjól
ar, ein gerandiskjóla, ein skúlakjóla
og ein sunnudagskjóla.
Tær eldru genturnar fingu nýggj
klæði, meðan tær yngru tóku við
klæðunum hjá teimum eldru.
Mathilda hevði ein kassa við
klæðum uppi á loftinum. Hon fekk
eisini eina játtan til nýggj klæði,
men hon setti eina æru í ikki at
brúka alla játtanina. Tað, sum leyp
av, varð goldið aftur ella nýtt til
onnur endamál.
Tað var ein fastur politikkur
á heiminum ikki at skilja systkin
sundur, men hon kundi gera mun
á systkjum. Ein drongur segði, at
hann hevði tað gott við Mathildu,
tí hann dugdi væl í skúlanum,
meðan beiggi hansara, sum dugdi
minni væl, ikki føldi seg líka væl
viðfarnan. Hann fekk at vita, at
hann kundi taka seg saman og vera
eins og beiggin. Men riggaði hetta
ikki, varð hann sendur í song eftir
skúlatíð.
Børnini sluppu eisini á legu,
Kongslejren uttan fyri Århus, og
hevði hetta stóran týdning fyri
tey. Undir krígnum var ikki lætt at
sleppa tann 42 km langa teinin út
til leguna. Børnini vórðu stúvað í
ein bil, sum annars varð brúktur
til at koyra vaskiklæði hjá komm
ununi. ”Helt lovligt var det ikke,
men Matilde fik børnene frem til
lejren”.
Mathilda hevði tann greiða
politikkin, at øll skuldu føla seg
vælkomin á heiminum, eisini børn,
sum vóru blivin vaksin, og sum
vóru flutt heimani frá.
“Det havde hun med sig fra
Færøerne, hvor gæstfrihed var en
selvfølge. Det skulle ikke være et
børnehjem men et hjem for børn”.
Hesi vóru eisini vælkomin á leg
uni. Ofta var trongt á leguni, har tað
kundu vera 180 luttakarar. Javnan
máttu tey sova tvey í somu song, og
sengur stóðu alla staðni í húsinum.
Men Mathilda fór ongantíð til son
gar fyrr enn øll høvdu fingið song.
Kravdi lærupláss
Ein drongur greiddi frá, at hann
í 1956 var komin at tæna á einum
staði, har hann hevði kamar í ein
um svínastalli. Tað var so ótætt, at
kavin um veturin lá omaná dýnuni,
tá ið hann vaknaði. Men so ringdi
hann til Mathildu, at um hon ikki
útvegaði honum eitt lærupláss, so
stakk hann av.
Mathilda lat seg so í frakkan og
sín reyða hatt og møtti upp á Århus
Maskinfabrik.
”Jeg har en dreng, der gerne vil
i lære hos Dem.” Leiðarin, Bonde
Nielsen, hugdi forfardur at henni
og vísti henni stóra stakkin av um
sóknum, hann hevði liggjandi. ”Ja,
men så må de lægge ham øverst
i bunken.” Og soleiðis bleiv tað.
Drongurin fekk sveinabræv sum
maskinarbeiðari fýra ár seinni.
Tað er ikki so løgið, at Mathilda í
40 ára ritinum hjá barnaheiminum
í 1949 kundi skriva: ”Jeg føler mig
som en lykkelig mor, når jeg ser til
bage på den ungdom, som fandt et
hjem her.”
Sagt verður í ritinum, at tað er
stórur munur á, hvussu barnaheim
verða rikin í dag og í tíðini hjá
Mathilda og Thomassen, men í báð
um førum er talan um eina trongd
at hjálpa børnum í neyð.
Við nútímans frøði innan barna
uppaling, kann spurnartekin setast
við hættirnar hjá Mathildu, men
fleiri av hennara gomlu børnum
staðfesta: ”Vi var altid bange for
hende, men gæv, det var hun altså.”
Ella sum ein sigur frá:
”Ja, hun var en færøsk klippe
med en jernhård vilje og tro på Gud,
men absolut ikke uden humor. For
som hun en anden gang udtrykte
det: “Uden humor havde jeg aldrig
klaret ansvaret for de mange børn
gemmem årene, i med- og mod
gang.””
Jólini vóru serlig
Øll tey, sum hava verið á barnaheim
inum, minnast jólini serliga væl.
Mathilda vildi ikki loyva nøkrum
av
børnunum
heim
jólaaftan,
hóast nógv høvdu foreldur at fara
til. Tað skuldi ikki gerast munur á
børnunum. Heldur ikki tá talan var
um gávur. Øll børnini fingu tvær
gávur, eina frá foreldrunum og
eina frá barnaheiminum. Børn utt
an foreldur fingu tvær gávur frá
barnaheiminum. Fingu onkur av
børnunum ov dýrar gávur í mun til
onnur, sendi Mathilda tær í býin at
verða umbýttar til meira hóskandi
gávur.
Borðhaldið var sum á jólum við
millum øðrum livandi ljósum. Ma
thilda bað borðbøn, og øll sungu
við. Síðan var dansað um stóra jóla
træið við livandi ljósum. At træið
var endurnýtsla frá einum skúla
nærindis vistu børnini einki um.
Gávurnar máttu bíða til Mathilda
hevði hildið sína jólaprædiku, sum
børnini hildu vera ivaleysa langa. So
var komið til gávurnar, soleiðis sum
eitt av børnunum minnist afturá:
”Endelig oprandt så tidspunktet,
hvor vi skulle have vores julegaver.
De lå inde i en granhytte, der var
lavet til formålet. Først skulle Ma
thilde dog med sindige skridt hen
til hytten, hvorefter hun tog sig god
tid til at få sine briller på, men så
kom gaverne også i en lind strøm.
Vi fik hver en godtepose med frugt
og godter. Netop Mathildes stædige
fastholdelse af ikke at skynde sig,
men tage sig god tid, gøre tingene
ordentligt, gjorde julen på hjemmet
noget særligt, og jeg har hverken før
eller siden haft så god og hyggelig
jul.”
Ein serlig hending var eisini kon
firmatiónin. Ein drongur greiddi
frá, at hann var ikki barnadoyptur,
men hetta fekk Mathilda orðnað
dagin fyri. So var at finna fram
til, hvørji skuldu koma við til kon
firmatiónina. Tað kundi finnast
fram til átta ættarfólk. Tá tey komu,
skeldaði Mathilda tey út, sum greitt
segði teimum: ”Her er to drenge,
der har mistet deres forældre og så
besøger I dem ikke. I skulle skam
me jer.” Hetta hjálpti og brøðurnir
fingu nógv meira vitjan eftir hetta.
Mathilda fylti 70 ár í 1960 og
legði tá frá sær. Tann 1. august
fekk hon sær fyri seinastu ferð ein
bita av skerpikjøti á heiminum og
pakkaði so saman. Mathilda fekk
43 ár á hesum barnaheiminum, og
hesa tíðina kom hon at vera sum
ein mamma fyri um 500 børnum.
Men hon hevði hugsað um børn
ini og hevði fyri egnan pening keypt
eina grund niðri við sjóvarmálan.
Her bygdu ”gomul børn” eitt summ
arhús, og Mathilda rindaði tilfarið.
Summarhúsið bleiv kallað Okkara.
Nú er tað ogn hjá einum grunni,
hvørs endamál er at hýsa hennara
”børnum” við familjum.
Mathilda doyði í 1982, 92 ár gom
ul. Sigast kann, at hon er ein av
teimum, sum hevur verið eitt gott
umboð fyri Føroyar í Danmark og
sum hevur uppiborið ikki at verða
gloymd.
olijacobsen@olivant.fo
Komandi partur
Komandi partur verður um ævintýrliga lívið hjá bakaranum Frants
Restorf og serliga um eina sjóferð hjá honum í 1894/95
Glaðar gentur í 1957
Mathilda heldur jólatalu í 1956
Jólini 1956
Á legu í 1949