fríggjadagur 15. februar 2013síða 36
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 19 · 15. februar 2013
4
VIKUSKIFTI
Samrøða
Rannvá G. Fossaberg
rannva@sosialurin.fo
Hon líkist flest øðrum 15 ára gomlum
gentum. Gongur í skúla, er úti við vin
konunum, er áhugað í ítrótti og móta.
Men tað er eitt, sum ger, at 15 ára
gomla gentan úr Fuglafirði líkist burt
ur úr sínum javnaldrum. Sunnleyg
Eliassen er skallut.
– Beint nú havi eg als einki hár á
høvdinum. Eygnavippurnar eru byrjaðar
at vaksa aftur, og eygnabrýrnar kunnu
eisini hómast, men høvdið framvegis
skallut, sigur Sunnleyg Eliassen.
Fyri ikki at kenna seg alt ov annar
leiðis og skilja seg burtur úr mongdini
plagar hon at brúka parykk.
– Líka mikið hvat, so blívi eg við
at vera øðrvísi, so leingi eg eri skallut.
Men tað havi eg lært meg at góðtaka,
tí soleiðis er veruleikin bara.
Hárið datt av
Sunnleyg Eliassen hevur mist hárið í
trimum stigum. Fyrstu ferð var hon
fýra ára gomul.
– Mamma greiddi mær og legði til
merkis, at eg misti óvanliga nógv hár.
Hon fór við mær til læknan, sum bein
anvegin kundi staðfesta, at eg hevði
alopecia, greiðir Sunnleyg Eliassen frá.
Hon var tá skallut ávís støð á høvdinum,
men kundi fjala beru blettarnar við tí
hárinum, sum hon framvegis hevði.
Eftir stutta tíð vaks hárið aftur javnt
um alt høvdið, og so bleiv ikki so nógv
meir hugsað um tað.
– Aðru ferð eg misti hár, var í triðja
flokki. Tíbetur sást tað ikki so væl ta
ferðina. Eg fekk tó okkurt serligt hár
sjampo frá læknanum, men tað riggaði
einki serliga væl, sigur Sunnleyg
Eliassen.
Fyri trimum árum síðani fór Sunn
leyg Eliassen brádliga aftur at missa
hárið. Hesaferð rættiliga ógvusliga.
– Tað várið og summarið misti eg so
mikið nógv hár, at eg í august mánaði
bara hevði nakrar hárdoddar í nakk
anum og fremst á høvdinum. Eg minn
ist væl, at eg lat bara, sum tað ikki var
álvarsamt, og stríddist við at koyra tey
fáu hárstráini í ein hestahala. Á tann
hátt spældi eg, at eg hevði líka nógv
hár sum hinar genturnar.
Goymdi seg í húgvu
At vera 11 ára gomul og næstan púra
skallut var ikki ein støða, sum Sunnleyg
Eliassen dámdi serliga væl.
– Eg minnist væl, at eg var
rættiliga kedd. Tað var tó
ikki fyrr enn systir mín
rakaði teir seinastu
tottarnar burtur, og eg
als einki hár hevði, at
eg dugdi at síggja, hvat
tað veruliga var, sum var
hent: Nú var eg skallut,
fortelur Sunnleyg Eliassen.
Og at ganga runt ímillum
onnur fólk við ongum hári
á høvdinum hevði hon
als ongan hug til.
– Eg gekk alla tíð
í húgvu og royndi
á tann hátt at
goyma
tann
bera skallan.
Tað var bara
nokkso býtt, tí
øll høvdu jú
sæð áðrenn,
at eg stórt
sæð einki hár
hevði, sig
ur Sunnleyg
Eliassen.
Men
at
ganga í húgvu
bæði inni og
úti, visti Sunnleyg Eliassen og foreld
ur hennara fór ikki at vera nøkur var
andi loysn.
– Vit komu í samband við eina hár
fríðkanarkvinnu í Havn, sum tekur mát
og bíleggur parykkar úti úr heimi. Tá
eg fór til hana var eg so heppin at fáa
ein parykk alt fyri eitt, tí hon hevði
ein liggjandi, sum ein onnur genta ikki
skuldi brúka kortini. Hesin parykkurin
sá akkurát líka út sum tann, eg ætlaði
mær at bíleggja, greiðir Sunnleyg
Eliassen frá.
Hár frá munkum
Líka síðani Sunnleyg Eliassen fekk
fyrsta parykkin hevur hann
verið brúktur dúgliga.
– Við parykki kenni
eg meg meira sum
hini. Hóast tað er
meira viðbrekið enn
vanligt hár, sum
veksur á høvd
inum, so sær tað
rættiliga ordiligt út,
haldi eg sjálv, sigur
Sunnleyg Eliassen.
Orsøkin til at hárið
á ongan hátt líkist burtur frá
vanligum hári er, at talan er
um ektað hár.
– Parykkurin er gjørd
ur úr hári, sum munkar
í India hava latið.
Hárið fer úr India
til Kina, har tað
verður viðgjørt.
Tey hava mátini á
mínum høvdi har,
og snikka síðani
parykkin til, áðrenn
hann
verður
sendur til Føroya,
fortelur Sunnleyg
Eliassen.
Hon plagar at fáa ein nýggjan
parykk umleið tríggjar ferðir um árið.
Hetta tí at hárið á parykkinum slítist
skjótari enn vanligt hár.
– Nógv halda tað vera eitt sindur
løgið, at eg gangi við hári frá indiskum
munkum, men haldi bara tað er kul.
Eg eri eisini bara takksom fyri, at teir
yvirhøvur vilja lata hár til parykkar,
sigur Sunnleyg Eliassen.
Vil ikki fjala seg
Hvør parykkur hjá Sunnleyg Eliassen
kostar fleiri túsund krónur. Higartil
hevur almannastovan hjálpt við hes
um, men um trý ár, tá Sunnleyg er 18
ár, skal hon sjálv gjalda fyri parykk
arnar. Tí vil hon venja seg við at vera
saman við fólki uttan at parykkurin
er á skalluta høvdinum. Á tann hátt
kann hon sleppa undan at keypa fleiri
parykkar hvørt ár.
– Eg vil tora at stilla meg fram, so
leiðis sum eg nú einaferð síggi út. Eg
kann ikki gera við, at eg havi eina sjúku,
sum ger, at eg havi eina annarleiðis
útsjónd enn flest onnur á mínum aldri,
sigur Sunnleyg Eliassen avgjørd. Hon
veit ikki, nær ella um hon nakrantíð fer
at fáa hárið aftur.
Tí valdi hon eisini herfyri at leggja
eina mynd út á Facebook, har hon sæst
uttan parykk. Eisini skrivaði hon, at
hon hevur alopecia, og tí er skallut.
– So vita líkasum øll tað og hava eis
ini sæð meg uttan parykk. Tað verður
kanska eisini lættari fyri meg og hini,
tá eg einaferð fari at tora at ganga mill
um fólk við mínum bera høvdi, sigur
Sunnleyg Eliassen og smílist.
Viðhvørt kann tað tó vera ein fyri
munur at hava eitt bert høvd, heldur
Sunnleyg Eliassen fyri.
– Á føstulávint kann eg vera Homer
Simpson.
– Tað eru summi, ið halda, at eg havi krabbamein og eri álvarsliga sjúk.
Og so hyggja tey og teska saman. Tað ger meg kedda, sigur 15 ára gamla
Sunnleyg Eliassen. Hon hevur sjúkuna Alopecia og hevur tí mist alt hárið
Eg havi bara
alopecia