fríggjadagur 15. februar 2013síða 37
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 19 · 15. februar 2013
5
VIKUSKIFTI
– So vita líkasum øll tað og hava
eisini sæð meg uttan parykk. Tað
verður kanska eisini lættari
fyri meg og hini, tá eg einaferð
fari at tora at ganga millum
fólk við mínum bera høvdi,
sigur Sunnleyg Eliassen
myndir: Heinesen myndir
Alopecia verður á føroyskum kallað plettskalla. Tað
er óvist, hví summi fólk missa alt hárið ella missa
hár á ávísum støðum. Hildið verður, at bruni kemur
í hársekkir ella ein immunverju-reaktión fer fram í
kroppinum, soleiðis at hárvøksturin heldur uppat,
og hárið dettur av.
Tey, ið hava alopecia, missa sum oftast hárið
á høvdinum, men til ber eisini at missa eitt nú
eygnabrýr, eygnahár, skeggvøkstur og onnur hár
á kroppinum. Í flestu førum eru tað børn og yngri
vaksin millum 20-40 ár, ið fáa alopecia. Bæði
kynini kunnu fáa alopecia.
Summi missa hár í eina tíð og fáa tað síðani aftur,
meðan onnur ongantíð fáa hárið aftur.
Um eitt foreldur ella systkin hevur ella hevur
havt berar blettir, er øktur vandi fyri, at tú sjálvur
fært alopecia. Sostatt er sjúkan í summum førum
arvalig.
Fólk við astmu, ovurviðkvæmi ella barnaeksemi eru
í størri vanda at fáa alopecia. Tað sama er galdani
fyri fólk við Downs syndrom.
Kelda: alopecia.dk
Hvat er alopecia?