fríggjadagur 15. februar 2013síða 38
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 19 · 15. februar 2013
6
VIKUSKIFTI
TIPS FRÁ eyðun
eydun@sosialurin.fo
Pink í Herning
Amerikanska songkvinnan Pink hevur verið ein profilur á hitlistunum
seinastu árini. Hon hevur sent eitt hitt fyri og annað eftir út á marknaðin,
og hon telist millum eisini millum tær dugnaligu, tá ið tað kemur til live-
framførslur. 30. mai fer Pink á pallin í Jyske Bank Boxen í Herning.
Mark Knofler í Barcelona
Skotski tónleikarin Mark Knofler verður roknaður sum
ein av dugnaligastu rockgittarspælunum yvirhøvur, og
harafturat dugir hann eisini framúr væl at skriva sangir.
Bæði sum oddamaður í Dire Straits og sum solistur hevur
hann skrivað nógvar góðar og kendar sangir. 25. juli
ber til at hoyra hann spæla live í Barcelona, og Atlantic
flýgur beinleiðis millum Føroyar og spanska sólbýin.
Grand Prix
í Malmø
Tað er stuttur teinur
úr Keypmannahavn til
Malmø, og í mai ber
til at uppliva stóru
Eurovision kappingina
í Oyrasundsøkinum.
14. og 16. mai
verða hálvfinalur, og
leygarkvøldið 18. mai
verður stóra finalan
í Grand Prixnum.
Bon Jovi í Milano
29. juni fer Atlantsflog á fyrstu ferðina til italska
stórbýin Milano. Sama kvøld hevur amerikanski
rockbólkurin Bon Jovi konsert á San Siro leikvøllinum
í býnum . Bon Jovi gevur í næstum nýggja fløgu og
verður á konsertferð stóran part av hesum árinum.
Sting í Tivoli
Bretska superstjørnan Sting hevur verið virkin
sum tónleikari í 35 ár. Hann hevur sum solistur
og partur av bólkinum The Police selt einar 100
milliónir fløgur. Hann hevur sungið sangir um
Every Breath You Take, Englishman In New York
og Message In A Bottle, og teir verða uttan iva
at hoyra í Tivoli í Keypmannahavn 13. juli.
Pet Shop Boys
í Keypmannahavn
Enski poppbólkurin Pet
Shop Boys fer í næstum á
konsertferð aftur. Teir hava
fyri kortum givið nýggjan
tónleik út, og í skjáttuni
hava teir eisini hittsangir frá
tíðarskeiðnum frá miðskeiðis
í 1980’unum, tá ið teir fingu
gjøgnumbrot við West End
Girls og fram til dagin í dag.
Sunnukvøldið 9. juni hava
teir konsert í Falconer-
salinum í Keypmannahavn.
Rihanna
í Bergen
Songkvinnan, sum er
ættað av Barbados, hevur
seinnu árini verið eitt av
heilt stóru nøvnunum
í altjóða popptónleiki,
og í juli mánaði vitjar
hon í Bergen – av øllum
støðum. Konsert verður
í tí, tey kalla Festningen
fríggjakvøldið 26. juli.
John Grant
í Reykjavík
Fyrsta konsertin á nýggjari
konsertferð hjá amerikanska
tónleikaranum John Grant verður í
stórslignu Harpuni í Reykjavík 16.
mars . John Grant, sum er búsitandi
í Reykjavík, hevur gjørt nýggja fløgu,
sum kemur út 11. mars, og hann fer
at framføra sangir av hesi útgávuni
og av fyrru fløguni hjá sær.
Konsertir í grannalagnum
Tað er blivið alt meira vanligt at ferðast til stór
tiltøk uttanlands – eit tnú konsertir. Komandi tíðina
verða spennandi konsertir í býum, sum tað er lætt
at ferðast til úr Føroyum. Her eru nakrar teirra