fríggjadagur 15. februar 2013síða 39
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 19 · 15. februar 2013
7
VIKUSKIFTI
Starv?
Sølumaður hjá P/F Wenzel og
býráðslimur í Tórshavnar Kommunu
Hvat er tað besta við starvinum?
At eingin dagur er líka, og tú møtir nógvum
positivum og vælnøgdum kundum.
Hvat ger teg
í góðum lag?
At eg havi so
fantastiska góða
familju og vinir.
A ella B-menniskja?
Má ásanna at eg eri tungur at koma upp um morgunin.
Hvørjar ítróttargreinar dámar tær og hví?
Mær dámar væl allan ítrótt, og eg havi áhugað
í nærum øllum ítróttargreinum. Eg vil tó siga,
at fótbóltur fyllir mest hjá mær. Havi sjálvur
spælt fótbólt við HB og AB, tíverri havi eg ein
knæskaða, sum ger, at eg ikki fái spælt meir.
Hvørjum tónleiki lurtar tú eftir?
Mær dámar væl føroyskan tónleik. Vit hava
ótrúliga nógvar dugnaligar tónleikarar í Føroyum.
Annars dámar mær nærum allan tónleik.
Hvat er besta lag, sum er gjørt?
Ljóðmynd hjá Terja og Føstufressum, Anker Eli
Petersen skrivaði tekstin. Eitt fantastiskt lag.
Hvussu eru
tínir matvanar?
Eg eri sera
matglaður, og
mær dámar væl
føroyskan mat.
Annars hugsi eg
nógv um, hvat eg eti,
og at tað er sunt.
Hvør er tín fyrimynd?
Mamma mín, Edna Jørgensen, er stóra fyrimyndin.
Hvat gert tú í frítíðini?
Tá eri eg saman mest saman við míni fantastisku
damu og elskaðu 1 ára gomlu dóttir okkara. Annars
dámar mær væl at vera til útróðrar og at venja.
Hvat dámar tær at ferðast í egnum landi?
Tað dámar mær væl, tí vit hava helst vakrasta
land í heiminum. Ætli mær í summar at ganga
fleiri fjalltúrar og síggja okkara vakra land.
Hvør er tín
lívrættur?
At verða boðin til
døgurða hjá pápa
mínum, sum altíð er
garantur fyri einari
góðari sós – helst
eitt gott føroyskt
tjógv í ovninum.
Hvørjum hyggur tú at í sjónvarpinum?
Hyggji ikki nógv í sjónvarp, uttan so tá fótbóltur er.
Tó so, tá Suni Merkistein hevur sendingar í KVF, so
hyggi eg altíð. Hann hevur framúr góðar sendingar.
Hvør bók liggur á náttborðinum?
Eg fekk eina bók í jólagávu, sum eitur
»Kærlighedens 5 sprog«. Eg slóð upp á fyrstu
síðuna, og har stóð: »Hun var aldrig sur, før vi
giftede os« – So havi eg ikki lisið bókina síðani.
Ikki tí, at eg havi serstakan alsk
til handbólt. Men eg hugdi og
lurtaði eftir steypafinalunum
hendan dagin, tá sjey frásagnir
vóru at velja millum, hóast bara
fýra fjølmiðlar eru(hugaligt, at
fjølmiðlarnir eru so væl fyri við
fólki og pengum).
Eg hugdi og lurtaði, tí slíkar
stórhendingar eru einasti møgu
leiki at síggja og hoyra gleði,
sanna gleði, í fjølmiðlunum. Tey,
sum vinna, eru glað, ovurfegin
sum vera man. Annars er gleði
forboðin í fjølmiðlunum.
Gleði og fólk, sum liva eitt
heilt vanligt lív í friði og náðum
við góðari heilsu, hava ongan
áhuga, tey eru keðilig. Eingin
hevur nakra gleði av at síggja ella
hoyra um ella lesa um gleði.
Hevði hug at søkja okkurt av
hasum fíggjarleiðarastørvunum,
sum vóru ella eru leys at søkja.
Men tá eg las starvslýsingar
nar sá ikki eitt orð um, at
umsøkjararar skulu duga væl
við pengum, ella hava skil fyri
pengum yvirhøvur. At fleiri
pengar skulu inn enn út til dømis.
At pengar ikki eru ætlaðir til at
blaka burtur.
Tað var annars júst tí, at eg
ætlaði at søkja.
Men tað er einki krav og enn
minni nøkur dygd at duga við
pengum í einum fíggjarleiðara
starvi. Eg skrivaði onga umsókn.
Eisini tí, at umsøkjarar
skulu vera cand eitt ella annað
fínt fremmant orð, sum krevur
orðabók. Bara prógv frá hægri
læristovni enn lívsins skúla telja
við. Eg verði ongantíð fíggjar
leiðari cand nihil uttan hjá mær
sjálvum. Og pengar eru jú ikki
alt.
Eg kundi sjálvandi søkt um
eitt handilshøli, sum var tómt í
einari handilsmiðstøð. Lýsingin
var í kallkyni. Har fái eg verið
við. Men hevði neyvan riggað
sum krambakallur. Dugi ikki at
selja.
Gjørdi eina áhugaverda upp
daging í vikuni, sum fór. Hon var,
hvussu heilin alla tíðina arbeiðir
við tí, sum tú fæst við, uttan at tú
veitst av tí. Tað ger heilin bara.
Seinast skrivaði eg um fjøl
miðlar og ókeypis reklamur.
Skrivaði, at blaðsíður og senditíð
eru víðopin.
Næstan tvey samdøgur eftir
evstamark kom eg, nývaknaður
og bráddliga, at hugsa um hetta
orðið, víðopin. Tað er skeivt,
dekan fari! Síður og tíð eru bæði
kvenkyn, so rætta orðið er sjálv
andi víðopnar. Hetta orðið var so
gloppið, hóast minst ein rætt
lestur. Men heilin goymdi tað.
Hvørja ferð, trýst verður safe á
telduni goymir heilin eisini, og
rættar. Tíverri ov seint í hesum
førinum, men ótrúligt kortini.
Sá á Føroyaportalinum, at
finalan í Africa Cup of Nations
var millum Svartasta Afrika og
Grønhøvdaoyggjar.
Har sá eg eisini, at uppskot
um fiskivinnunýskipan kemur í
løgtingið á ólavsøku í 2017. Ikki
tí, at hon verður liðug tá, verri
enn so. Men tá noyðist hon at
koma í tingið, tí verandi skipan
fer úr gildi 1.januar í 2018. Tá
verður verandi skipan so longd
tíggju ár.
Skal ikki lata meira grovt salt
í sárið. Men púra óvæntað verður
Saltsiloin nógv dýrari enn ætlað.
Landsstýrið noyðist at víðka
játtanarkarmin, so ein nýggj
konta »bygging, dýrari enn
vónað« sleppur innum.
Higartil bara í ár svarar hon
nøkunlunda til hallið í fíggjar
lógini. So tað gongur upp í hægri
eind alt annað líka og í og fyri
seg og sórit nakað har. Tað er ein
nýggj støða eisini.
Kirkjubømúrurin kostaði
eisini nógv meira enn ætlað, tá
tilboðini vórðu latin upp. Tá var
einki, sum kallaðist eykajáttan. Tí
steðgaði byggingin, tá pengarnir,
sum kostnaðarmetingin segði,
vóru uppi.
Gamaní var gamli Mærsk
gamal. Men so gamal var hann
tó ikki, at hann kundi lata nakrar
milliónir til utopibyggingina í
Kirkjubø. Nú er hann farin. Vón
andi hevur hann minst til Ólav í
testamentinum.
Umafturafturum
høgni djurhuus
Móðurmálsviðursløn 2012
Tróndur Sigurðsson
lagt til rættis: Rannvá Gaard Fossaberg
Mamman er
stóra fyrimyndin
Ein knæskæði ger, at sølumaðurin og býráðslimurin,
Tróndur Sigurðsson, ikki longur er at síggja á fót
bóltsvøllinum. Ístaðin verður frítíðin nýtt saman
við familjuni, í venjingarmiðstøð ella til útróður
Meira leysakast