fríggjadagur 15. februar 2013síða 42
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 19 · 15. februar 2013
10
VIKUSKIFTI
Útvarp
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Eingin ivi er um, at Elis Poulsen telist
millum fólkakærastu útvarpsvertirnar,
sum vit eiga her á landi. Hetta status
vann hann sær fyrst og fremst gjøgnum
mongu árini, har hann var morgun
røddin, og við »lurtararnir og vit« og
»máltráðnum« stóð hann fyri send
ingum, sum veruliga fingu fastatøkur
í fólkinum.
Tíðindi hvurvu
Mest av øllum var tað ein roynd, sum
eydnaðist við eitt brak, tá røddin hjá
Elis við eitt gjørdist eitt føroyskt út
varpshitt.
– Sjálv sendingin, har lurtararnir
kundu ynskja sær eitt lag, hevði nøkur
ár á baki, áðrenn eg nakran tíð kom í
nánd av mikrofonini. Hetta var tá mest
ein lítil ynskiløta, har verturin las upp,
at nú var ein lurtari, sum ynskti sær
tað og tað lagið. Eg gjørdist summar
feriuavloysari fyri Kára Olsen í 1990, og
sjálvur helt eg, at konseptið væl kundi
bera meira, greiðir Elis frá.
– Fyrst og fremst helt eg, at brøvini
væl kundu siga onkra søgu, og sum
eina roynd setti eg meg at skriva eini
2-3 brøv til sendingina. Og eg haldi, at
eg eisini fekk konuna at skriva okkurt
brævið. Men tað skuldi vísa seg, at tað
var nóg mikið við einum av slagnum.
Longu dagin eftir komu hópatals brøv
sendandi inn, og tað stóð skjótt greitt, at
vit her veruliga høvdu rakt ein tørv.
Summferiustarvið gjørdist óvæntað
langt, tá Kári Olsen breyt sær beinið,
og áðrenn hann hevði givið sær far um
tað, var Elis ein útvarpsrødd, sum fólk
vildu hoyra.
– Fyri meg var hetta fantastiska
stuttligt. Men hetta skapti so eisini
sínar trupulleikar. Hetta var jú í tíð
ini áðrenn teldupostur var uppfunn
in, og tí var faxið álitið, tá um ráddi
útlendsk tíðindi. Her hevði Útvarpið
fastar avtalur um at fáa sent tíðinda
telegrammir og avísklipp, tá mál, ið
kundi hava føroyskan áhuga, vóru á
skránni. Men faxið var nú um at drukna
í lurtaraynskjum. Talan var veruliga
um ynski í sekkjavís, og tú kanst ætla,
at tey á tíðindadeildini vóru alt annað
enn fegin, tá okkurt týdningarmikið
telegramm onkra ferðina av óvart var
endað í rúgvuni við lurtaraynskjum.
– Og tað kravdi eisini sítt at sortera.
Umframt faxið, sum sjálvandi koyrdi
stútt, kom posturin klokkan 8, og longu
klokkan 9 skuldi eg í luftina. Tíðin rakk
í meðal til eini níggju lurtaraynski, og
tí var ikki hugsingar um at fáa meira
enn ein brotpart við. Hetta fekk eg eis
ini at hoyra av og á, tá eg møtti fólki,
sum vóru heldur ónøgd um, at teirra
lurtaraynskið ongan tíð kom við. Men
hetta var ein partur av succés’ini, held
ur Elis.
Gjørdi mun í kreppuni
Konseptið við at fáa lurtarararnar at
skriva inn, varð víðkað nøkur ár seinni,
tá Máltráðurin eisini kom. Nú bar eisini
til at tosa við útvarpsvertin, og fyri Elis
sjálvan var talan her um nakrar fram
úr góðar løtur, sum tó eisini høvdu sín
prís.
– Tú skalt hugsa um, at hetta var í
ringastu krepputíð. Tað gjørdi partvíst,
at tað vóru fleiri, sum høvdu nógva tíð
við hús, og tí eisini høvdu stundir at
skriva. Og tað sama gjørdi seg galdandi,
tá tað ráddi um at tosa. Í fleiri førum
kendi eg tað, sum var eg eitt slag av
troyst hjá hesum fólkum, og á tann
hátt gjørdist hetta meira enn bara ein
sending hjá mær. Eg føldi tað veruliga,
sum hevði eg eina missión við hesum,
og eg eri sannførdur um, at sendingin
veruliga hevði ein samfelagsleiklut hesi
árini.
– Sjálvur havi eg eisini havt mínar
truplu upplivingar. Eg mist ein beiggja
blaðungur. Eg hevði verið gjøgnum ar
beiðsloysi, og eg hevði eisini havt drúgva
sjúkralegu. So eg hevði onkrar royndir,
sum gjørdu, at eg visti, hvussu tú tosar
við fólk, sum hava slíkar trupulleikar
í gerandisdegnum. Í øllum førum visti
eg, hvat tey ikki tímdu at hoyra, og í
stóran mun ráddi einamest um at lurta.
Og tað kundi eisini vera trupult at koma
við rætta svarinum. T.d. tá ein lurtari
ta einu ferðina greiddi frá, at hann júst
hevði mist konuna. Onkursvegna var
tað kanska, sum gloymdu fólk, at tey
tosaðu beinleiðis í útvarpinum, og tað
tók eg í øllum førum sum tekin um, at
sambandið til lurtaran var sera gott og
persónligt.
– Men tað kundi eisini gerast ov
nógv til tíðir. Eitt er, at tað í løtum kann
verða tungt at rúma øllum, um tú áhald
ani tosar við fólk, sum hava tað trupult.
Og har kanska júst hendan samrøðan
er hæddarpunktið á degnum.
– Annað er, at fleiri uppfataðu meg
sum ein persón, sum tey altíð kundu
tosa við, og tí vóru fleiri, sum ringdu til
mín privat. Konan arbeiðir sum lækna
skrivari, og tí var ikki hugsingur um
at toga stikkið úr telefonini, og meira
enn ta einu ferðina kom fyri, at fólk
ringdu á miðjari nátt, tí tey høvdu tørv
á at tosa við onkran. Og tá tú kennir
teg sum eitt slag av troyst, so ber ikki
til bara at venda teimum í horninum,
sigur Elis.
Skrivaðu í trussur
Kreppan hæsaði spakuliga av í Føroyum,
og eisini hjá Elis merktist hetta.
– Tað vóru framvegis nógv, sum
skrivaðu og ringdu inn, men tað var
heilt greitt, at tað nú vóru stuttligu
søgurnar, sum fyltu meira. Fíggjarliga
vóru nógv, sum høvdu tað betri, og nú
vísti tað seg eisini, at uppfinnsemið
vaks, tá brøv vórðu send inn. Hetta
hekk kanska eisini saman við, at tað
framvegis var trupult at fáa brøvini við,
tí nøgdin var ikki minkað stórvegis. Og
tá tú í eini handavend skalt finna tey
Tíðindaskriv hvurvu í rúgvuni av lurtaynskjum, sum komu gjøgnum faxið,
og sum fólksins rødd gjørdist hann hálvavegna sálarfrøðingurin, sum
fólk vildu tosa við, tá ringast stóð til. Trussur og ferðsluskelti hava verið
karmar um brøv til hansara, men fram um alt, so hevur Elis verið maðurin hjá
lurtarunum, sum hann í góð 20 ár undirhelt mest sum hvønn gerandismorgun
og Elis
Lurtararnir