fríggjadagur 15. februar 2013síða 43
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 19 · 15. februar 2013
11
VIKUSKIFTI
– Talan var veruliga um ynski í
sekkjavís, og tú kanst ætla, at tey á
tíðindadeildini vóru alt annað enn
fegin, tá okkurt týdningarmikið tele
gramm onkra ferðina av óvart var
endað í rúgvuni við lurtara-
ynskjum, sigur Elis Poulsen
8-10 brøvini, sum skuldu við hesaferð,
so var sjálvandi lættari, um okkurt
serligt var við brævinum.
– Og nógv av brøvunum vóru eisini
heilt serlig. Eg fekk brøv, ið vórðu
skrivað á byggiplátur, ferðsluskeltið og
øðrum við. Eina brævið, sum eg fekk,
var ikki minni enn 42 metrar langt, og
eisini fekk eg brøv, sum vórðu skrivað
á trussur – bæði brúktar og óbrúktar,
flennir Elis.
– Og so vóru tað sjálvandi eisini
hópin av góðum yrkingum. Tað lá
heilt væl fyri hjá nógvum, og eitt nú
munnu fólk framvegis minnast EKN og
Flugusmekkaran, sum báðir sendu heilt
nógvar yrkingar inn.
– Men skal nakað takast framum,
so er tað tó eitt heilt annað fyribrigdi,
sigur Elis avgjørdur.
– Við máltráðnum skaptu vit nevn
liga eitt forum, har øll høvdu møgu
leika at vera við. Og sjálvur havi eg
verið serstakliga fegin um, at hetta
eisini gav menningartarnaðum ein
møguleika at gerast ein aktivur partur
av Útvarpinum. Tey hava jú somu rætt
indi sum øll onnur, men í flest øllum
sendingum hava tey als ikki sama
møguleika.
– Sjálvandi vóru onkrar einstakar
keðiligheitir ímillum. Onkra tíð varð eg
kanska fangaður á skeiva beininum, tá
eg ikki visti, at samrøðan var partur av
gera gjøldur burtur úr øðrum fólki. Og
onkra tíð hava fólk kanska verið bein
leiðis óhøvisk ella ófantalig í málburði
sínum. Tá havi eg havt fastan politikk,
soleiðis a eftir sendingina havi ringt
til viðkomandi og sagt, nummarið hjá
teimum er noterað, og at tey ikki koma
ígjøgnum til nakra sending yvirhøvur.
Alt eftir hendingini kundi ein slík
karantena so verða fyri avmarkað ella
óavmarkað tíðarskeið.
Saknar sendingina
Tað eru nú eini 2-3 síðani, at Elis sjálv
ur gavst sum morgunvertur hjá lurtar
unum. Men tað harmar hann framvegis,
at sendingin nú er tikin av skránni.
– Eg haldi avgjørt, at tað átti at verið
rúm fyri slíkari sending. Í grannalondum
okkara síggja vit jú eisini, at hetta ikki
eru sendingar, sum missa áhuga og
fólkatekki, hóast tøkniliga menningin
og samfelagsgongdin annars flytur
nógvar lutir.
– Men nú eri eg sjálvandi ikki tann,
sum tekur tær avgerðirnar. Sjálvandi
havi eg ført míni sjónarmið fram, tá
vit í Kringvarpinum hava tosað um
hetta. Men vit kenna jú øll fíggjarliga
veruleikan, sum sigur, at stovnurin skal
spara, so tað er lítil nytta hjá mær at
seta føtur í spenni.
– Men tað skal eingin ivi vera um,
at eg sjálvur fari at sakna sendingina.
Bæði tí eg haldi hetta vera eina fína og
fólksliga sending, men sjálvandi eisini,
tí hetta er nakað, sum eg sjálvur havi
lagt nógva orku í gjøgnum nógv ár,
sigur Elis.
Hóast morgunparturin av starvinum ikki er longur,
so er Elis framvegis fastur partur av Kringvarpinum.
Fyrst og fremst er tað við »Upp á tá«, at hann
nú ger um seg, og eisini her stórtrívist Elis.
– Hetta er ein ótrúliga stuttlig sending at vera
við til, og eg havi í øllum førum kent, at fólk taka
væl ímóti hesum. Ikki minst sæst hetta í Gøtu, har
tað er fastur dansur, tá sendingin er, og tað man
vera eindømi, at fólk á hendan hátt streyma inn
til eina útvarpssending at dansa. Og enntá undir
edrúiligum umstøðum. Og tá eg samstundis havi
skilt, at tey fleiri aðra staðni kring landið eisini hava
fastar dansiløtur til sendingina, so kann eg bara
fegnast, sigur Elis um leiklutin sum dansivertur.
Tað er væl eisini tað, sum gevur einum
útvarpsverti eitt kick. Tað at fólk somikið aktivt
taka undir við sendingini?
– Tað kanst tú ætla, og tað er eisini tað,
sum útvarp snýr seg um í mínum hugaheimi. Tað
avgerandi er ikki, hvat vit innan fyri múrarnar halda
er gott útvarp. Tað avgerandi er, hvat lurtarin
heldur. Vit eru til fyri teirra skyld, og tað eru jú
eisini tey, sum gjalda kringvarpsgjaldið, sum jú er
okkara tilverugrundarlag, sigur Elis.
Og hóast hann nú er farin um tey 60, so tróta
hugskotini framvegis ikki.
– Nei, als ikki. Eg havi altíð fingið hópin av
hugskotum, og um enn øll ikki eru eins góð, so
havi eg nøkur, sum eg væl kundi hugsað mær at
framt í verki. Eitt nú havi eg í fleiri ár havt samband
við norðurlendskar útvarpsvertir, sum arbeiða við
sama slag av sendingum, og vit hava nú í hyggju
at gera ein veruliga dansbandfestival fyri lurtarum
okkara. Ætlandi skuldi hetta verða í Vestmanna nú
í vár, men tann dansistevnan varð avlýst. So nú er
ætlanin, at hetta verður í heyst ístaðin, sigur Elis
Poulsen.
Er til fyri lurtaran
Á Dansiverstivalinum í Sel hendi tað
fyri fyrstu ferð í dansibandssøguni,
at fýra programvertir hjá almennu
útvarpsstøðunum í Finnlandi, Svøríki,
Noreg og Føroyum hittust. Á myndini
eru Thomas Lundin (Finnland), Thomas
Deutgen (Svøríki), Elis Poulsen (Føroyar)
og Erik Forfod (Noreg). Her varð
eisini lagt grundarlag fyri komandi
norrønum samstarvi á økinum
mynd: Álvur Haraldsen