Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-02-15, síða 46
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. februar 2013síða 46

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 19 · 15. februar 2013 14 VIKUSKIFTI Føroyingar hjálpa heim­ leysum í Keypmannahavn Tað var høvuðsboðskapurin á Christianshavnstorg í Keypmannahavn í farnu viku, tá ið danir og føroyingar vóru saman um at geva eina hjálpandi hond til tey heimleysu í Keypmannahavn. Í nakrar tímar var torgið á Christianshavn karmur um eitt vælgerandi tiltak, har heimleys fingu høvið at finna sær klæði, fáa mat og drekka og eitt gott prát við tey luttakandi. Sosialurin var á staðnum og hitti nakrar føroyingar, sum høvdu sett hendan dagin av til frama fyri heimleysum. Her eru myndir og frásagnir frá tiltakinum »Hugsa við hjartanum« Í Keypmannahavn er tað púra vanligt, at ein hittir heimleys nærum hvørja ferð ein ferð út um dyrnar. Tað er ein vanligur trupulleiki, sum allir íbúgvar í Danmark eru væl vitandi um. Men í Føroyum er støðan øðrvísi. Her roynir man at goyma burtur tey heimleysu, so trupulleikin ikki sæst. Bárður Dal Christiansen og Rasmus Borðoy ásanna báðir, at í byrjanini var tað trupult at síggja heimleys hvønn dag. Men kortini er hetta nakað, sum Bárður er vanur við úr Føroyum. – Tá ið ein gongur í Kommunuskúlanum, so sær ein heimleys hvønn dag. Kanska var tað ikki líka ógvusligt sum her, men tað var ein veruleiki, sum vit sóu hvønn dag, greiður Bárður frá. Rasmus heldur, at í byrjanini var tað óbehagiligt at síggja heimleys á gøtuni hvønn dag, men tað er ein veruleiki sum ein má fyrihalda seg til - eisini í Føroyum. – Í Føroyum skulu tey goymast burtur. Vit skulu ikki síggja tey. Men at gerast heimleysur kann henda fyri tey flestu. Tey allar flestu heimleysu sum eg tosi við hava havt eina ringa lagnu, og tað kann henda fyri øll, sigur Rasmus. Teir báðir góvu klæðir til tey heimleysu, og hjálpt til á staðnum. Goyma heimleys burtur í Føroyum lagt til rættis: Barbara Holm