fríggjadagur 15. februar 2013síða 47
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 19 · 15. februar 2013
15
VIKUSKIFTI
Margretha Thomsen og Elin Joensen
møttu báðar tíðliga upp til hetta tiltakið
á Christianshavnstorg. Tær smurdu
smyrjibreyð til tey heimleysu, og
gingu síðani runt og góvu okkurt heitt
drekkandi til tey, sum høvdu tørv á tí.
Í Føroyum eru vit ikki von við at síggja
heimleys, og tað rørir við tær báðar, tá ið tær
síggja heimleys, sum ongan góðan eiga.
– Eg haldi tað er ótrúliga rørandi, tí vit
eru ikki von við hetta. Hesi heimleysu eru
bara latin upp til sín sjálvs, og tey hava
ongan góðan at heita á. Tað síggja vit ikki í
Føroyum uppá sama máta, sigur Margretha.
Eisini Elin kennir seg rørda av at
síggja heimleys, men hetta er kortini
nakað hon er von við, tí hon lesir í
hesum døgum til sosialráðgeva.
– Tað er týdningarmikið at nýta
eina løtu at hyggja uppá tey, og
ynskja teimum ein góðan dag.
Tað ringasta er, tá ið fólk ikki vilja
viðurkenna, at heimleys eisini eru
menniskju, greiður Elin frá.
Her hitti tær báðar nakrar
heimleysar menn, sum vóru ógvuliga
glaðir fyri prátið við tær báðar,
og ikki minst fyri smyrjibreyði.
Á Christianshavnstorv vóru eisini fýra suðuroy
ingar, sum allar vóru komnar at stuðla teimum
heimleysu. Tær høvdu bakað kaku til høvið,
tí ein má hjálpa har ein kann, siga tær fýra
Barbara Finnsdóttir, Jeannet Ryggshamar
Bech, Theresa Joensen og Svava Vestergaard.
– Tey hava ongan góðan, so eg
haldi man skal hjálpa tá man kann,
sigur Svava Vestergaard.
Tað kann kennist rættiliga óbehagiligt
at flyta til Keypmannahavnar, og hvønn dag
síggja fólk liggja á gøtuni, og uttan iva vera í
neyð. Tað er løgið fyri føroyingar, tí hetta er ikki
gerandiskostur heima í Føroyum. Men tær fýra
royna altíð at stuðla, um møguleiki er fyri tí.
Í Danmark selja heimleys eitt blað
sum eitur Hus Forbi. Hetta gera tey uttan
fyri handlar, við metrostøðir o.s.fr., og
fyri hvørt selt blað fáa tey eitt oyra.
– Eg keypi altíð eitt blað frá teimum.
Um eg ikki havi pengar uppi á mær, so
taki eg út í handlum ella hvar eg nú kann,
og keypi. Og tað geri eg sjálvt um eg
havi fleiri eintøk heima, sigur Theresa
Joensen, og hinar taka undir við henni.
Hesa fýra hugsa nógv um hvussu ein
skal reagera, tá ið ein hittir ein heimleysan
á gøtuni, tí tvær teirra, Theresa og Svava
lesa til sjúkrarøktarfrøðing, Barbara lesur til
sosialráðgeva, meðan Jeannet Ryggshamar
Bech er útlærd sum sosialráðgevi.
– Eg hitti eina heimleysa kvinnu á
gøtuni í dag. Hon var blíð og hugdi uppá
meg, so eg heilsaði og prátaði stutt við
hana. Eg royni at hugsa meira um tað nú,
tí tað er umráðandi at vísa næstakærleika
í einari slíkari støðu, sigur Svava.
Men tað kann vera trupult. Jeannet
Ryggshamar Bech hevur starvast í Keyp
mannahavn sum sosialráðgevi, og hon kennir
til teir trupulleikar, sum fólk ofta uppliva,
tá ið tey hitta ein heimleysan persón.
– Tey flestu hava allarhelst fangað seg í, at
tey hyggja burtur, tá ið tey síggja ein heim
leysan. Orsøkin er mangan, at ein fær tað
ringt av at síggja ein annan persón í so ringari
støðu. Vit vita mangan heldur ikki hvussu vit
skulu uppføra okkum, tí vit vita ikki um vit
eiga at heilsa uppá tey ella ikki, geva teimum
pengar ella ikki og so framvegis, sigur Jeannet.
Men allar eru tær samdar í, at tað besta
at gera er at steðga á, heilsa uppá, og vísa
teimum, at tey ikki eru einsamøll í heiminum.
Vit mugu viður-
kenna tey eru til
Geva altíð
pengar til heimleys