Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-02-18, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. februar 2013síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 18. februar 2013 · Nr. 20 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Áki Bertholdsen Nú í vár skulu føroyingar enn einaferð lata ST eina frá­grei­ð­ing­ar um, hvussu kvinnu­rætt­indini verða vird í Føroyum. Hetta er tað, tey nevna CEDAW frágreiðingin. Í hesum døgum sita so­ statt umboð fyri landsstýrið og orða eina frágreiðing um støðu­na. Í hesum sambandi kallaði Am­nesty International í Før­ oy­um, landsstýrið og ymsar felags­skapir við áhuga í kvinnu­rættindum, á fund her­fyri at tosa um føroyska íkast­ið til ST í hesum sam­ ban­di. Landsstýrið skrivar eina al­menna frágreiðing og tað verður ein tvørfakligur bólk­ ur við umboðum úr fleiri ráð­um í landsstýrinum, sum skriv­ar hana, í fyrstu syftu verð­ur talan um umboð fyri løg­mansskrivstovuna, Al­ man­na­mála­ráðið og Vinnu­ mála­ráðið. Tað verður Durita L. Jóansdóttir frá Uttan­ríkis­ tæn­astu­ni, sum samskipar arbeiðið. Fáa viðmerkingar Tað er væl hugsandi, at allir felags­skapir, sum hava áhuga í kvinnurættindum, ikki eru eru samd við almennu frá­ grei­ð­ingini. - Vit kunnu ikki skriva eina almenna frágreiðing, sum stríðir ímóti førda po­li­ tikki­num hjá lands­stýrinum, sig­ur Durita L. Jóansdóttir. Men áhugabólkar fáa høvi at koma til orðanna. Tá ið almenna frá­greið­ ingin er liðug, verður hon so­ statt send til hoyringar hjá yms­um felagsskapum. Tískil fáa áhuga­felags­ skapir høvi at gera sínar við­ merk­ingar til frá­greið­ingina, og so metir landsstýrið um tað ber til at taka við­merk­ ing­ar­nar við. Men áhugabólkar hava har­aftur­at eisini høvi til at lata sína egnu frágreiðing inn, eina skuggafrágreiðing, sum tey nevna tað. 15 síður Almenna frágreiðingin skal ikki vera meiri enn einar 15 síður, tí nógv lond eru limir í ST og er ongin avmarking, er vandi fyri, at tey drukna í pappí­rum. Almenna frágreiðingin, og skugga­frágreiðingin, skulu lat­ast inn í vár og seinni í heyst skulu so umboð fyri lands­stýrið standa skúlarætt fyri ST, har tey skulu greiða frá og fáa spurningar. Men tað verður gjørt skjótt av, tí próvtøkan varar ikki longri enn ein ella tveir minutt­ir. Hetta er triðju ferð, at føroyingar lata inn fr­á­greið­ ing til ST. Fyrstu ferð var í 2004 og aðru ferð í 2008 og nú í mai skal tann triðja latast inn. Samstundis vóru í hoyr­ ing­um um kvinnu­rætt­indi í 2006 og í 2009. Í hesum sambandi fyri før­oy­ingar átalu frá ST, tí tilfarið í frágreiðingini um støðuna í Føroyum var ov lítið í vavi, og at onki íkast var úr Føroyum frá kvinnu­ feløg-um og øðrum óheftum áhuga­bólk­um. Áki Bertholdsen Tað eru alsamt fleiri og fleiri kvinn­ur, sum venda sær til Kvinnu­húsið í Havn. Tað staðfestir Elin Reinert Planck, dagligur leiðari fyri Kvinnu­húsið. Hon sigur, at sum heild eru tað fleiri og fleiri kvinn­ ur, sum venda sær til Kvinnu­ hús­ið at fáa hjálp og veg­leið­ ing. Í fjør vóru tað heilar 601 kvinna, sum vendu sær til Kvinnu­húsið og tað eru nógv fleiri enn undanfarin ár. Hjá nógvum teimum flestu kvinnunum, sum ven­ da sær til Kvinnuhúsið, er harð­skapur orsøkin. Soleiðis var harðskapur or­søkin til, at 341 kvinnur vend­ur sær til Kvinnuhúsið í fjør, av teimum 601, sum til­ sam­ans vóru í sambandi við húsið. Yvirhøvur er harðskapur nógv vanligasta orsøkin til, at kvinnur leita sær hjálp í Kvinnu­húsinum. Støðugt tal Men er talið á teimum, sum venda sær til Kvinnuhúsið, nógv vaksið, er hinvegin tal­ið á kvinnum, sum gista á kvinnuhúsinum, rættiliga støðu­gt. Í miðal eru tað einar 15-16 kvinn­ur, sum gista í Kvinnu­ húsi­num um árið, okkurt árið nakrar fleiri og okkurt ann­að árið, heldur færri. Spurningurin er so, hvussu tað skal tulkast, at tal­ið er rættiliga javnt frá árið til ár. Elin Reinert Planck held­ ur, at tað er ikki vist, at tað er eitt tekin um, at støðan ikki vers­nar. - Veruleikin er, at fleiri og fleiri kvinnur verða sjálv­ bjargnar við egnari inntøku og sostatt er tað blivið lætt­ ari hjá teimum at sleppa úr ein­um harðligum parlagi og at útvega sær sín egna bú­ stað. - Tali á áheitanum, Kvin­ nu­húsið fær, er mun­an­di vaksið og vísir, at vit hava sam­band við nógv fleiri Virksemið í Kvinnu­húsi­ num í Havn kostar 1,2 mill­ión um árið. Hvørt ár fær Kvinnu­ húsið 950.000 krónur um árið á fíggjarlógini hjá Løg­tingi­num. Tað er ein játtan, sum hevur staðið í stað sein­a­s­tu 10 árini, so í veru­leika­num er hon lækk­að rættiliga fitt, tí sam­stundis eru allir prís­ir og allar útreiðslur hækk­ að­a­r. Tað er ikki nóg mikið at reka Kvinnhúsið fyri, tí tilsamans kostar rakst­ur­ in 1,2 millión. Tað, sum manglar í, mugu tey í Kvinnu­húsi­ num so útvega sjálvi. Men í sambandi við heil­d­ar­æt­lan­ina ímó­ ti harð­skapi í par­løg­um og nær­sam­bondum, fær Kvin­nu­hús­ið 90.000 krón­ ur aftur­at um árið í fimm ár. Fyrstu ferð, peningur varð játtaður, var í fjør og upphæddin verður so­ statt játtað hvørjum árið til og við 2016. Hendan upphæddin er markað til heilt ávís enda­ mál. 55.000 krónur skulu brúk­ast til bráðfeingis sálar­frøðiliga hjálp til kvinn­ur, sum venda sær Kvinnu­húsið tí tær hava verið fyri harðskapi. Í hesum sambandi fáa tær tilboð um ein­ar tríggjar tímar við sálar­ frøðingi ókeypis. Annars skulu 25.000 krón­ur brúkast til tulk­ ing­ar­tænastur til út­ lendsk­ar kvinnur, sum ko­ma í Kvinnuhúsið. Tann játtanin kemur eisini væl við, tí tað eru eisini á hvørjum árið, at ein­stak­ar útlendskar kvin­n­ur eru ímillum tær, sum venda sær til Kvinnu­ hús­ið. Tær síðstu 10.000 krónurnar, sum Kvin­nu­ hús­ið fær í sam­bandi við Heil­d­ar­ætlan­ina, skulu brúkast til mat og annað til kvinnur, sum koma í kvinnuhúsið á berum og ong­ar pengar hava við sær. 1,2 millión Føroyar til próvtøku í ST um rættindi hjá kvinnum KVINNURÆTTINDI nú skal ST aftur hava eina frágreiðing frá Føroyum um, hvussu vit virða rættindi hjá kvinnum Yvir 600 kvinnur bóðu Kvinnuhúsið um hjálp HARÐSKAPUR Nú eru tað tvær ferðir so nógvar kvinnur, sum venda sær til Kvinnuhúsið í Havn, enn tað vóru fyri nøkrum árum síðani Tað er ikki neyðugt hjá kvinnum at hava eitt blátt merki at vísa fram, fyri at kunna venda sær til Kvinnuhúsið