mánadagur 18. februar 2013síða 5
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
Mánadagur 18. februar 2013 · Nr. 20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Áki Bertholdsen
Í Føroyum eiga vit at fáa eina
lóg, sum ger tað ólógligt at
forfylgja fólki.
Hetta er tað, sum í Dan
mark og aðrastaðni vanliga
verður nevnd ”stalking”.
Elin Reinert Planck, leið
arin í Kvinnuhúsinum í Havn
vísir, at í Danmark er ein anti
stalking lóg sett í gildi, sum
ger tað beinleiðis ólógligt at
forfylgja fólki.
Hendan lógin átti avgjørt
eisini at verðið sett í gildi í
Føroyum, heldur hon.
At forfylgja fólk er banna
á ymsan hátt, er bannað
í ymsum lógargreinum í
revsilógini, men hetta er
ein so sermerktur og stórur
trupulleiki, at aðrastaðni
eru serligar lógir gjørdar við
tí fyri eyga, beinleiðis at gera
stalking ólógligt.
At verða forfylgdur í hes
um týdninginum, er at onkur
ringir áhaldandi til tann,
sum verður forfylgdur. Men
forfylgingin kann eisini vera
umvegis sms-boð, Facebook,
forfylgjarin
kann
standa
uttanfyri og bíða eftir offri
num og gongur aftan á, for
fylgjarin stendur og gløðir
inn ígjøgnum vindeyguni ella
bíleggur vørur í navninum á
offrinum.
Púra vanlig fólk
Í Føroyum eru ongar kann
ingar og sambært anti-stalk
ing í Danmark, eru heldur
ongar beinleiðis kanningar í
Danmark.
Men
kanningar
aðra
staðni vísa, at gott 10% av
kvinnunum og eini 5% av
monnunum
hava
verið
forfylgdir onkuntíð í lívi
num.
Summi halda, at tað eru
bara tey kendu, sum verða
forfylgd, men soleiðis er ikki,
tí nógv tey flestu eru púra
vanlig fólk.
Eygleiðarar halda, at tru
pulleikin við mannfólkum,
sum verða forfylgd, er helst
størri enn so, men ein orsøk
til, at so fáir menn siga seg
vera forfylgdar, kann vera,
at mannfólk eru trekari at
viðganga tað, ella at teir hava
lyndi til at gera seg harðan
og tískil ikki vilja viðganga
tað, sum ein trupulleika.
Leiðarin í Kvinnuhúsinum
sigur, at hon veit dømi um
fólk í Føroyum, sum hava
verið forfylgd og tað eru eisi
ni dómir sagdir í rættinum
um tað sama.
- Slík forfylging kann hal
da fram í langa tí og kann
vera ómetaliga órógvandi,
og enntá ræðandi fyri offrið
og tí eigur tað beinleiðis at
verða ásett í føroyskari lóg,
at tað er revsivert, akkurát
sum tað er í danskari lóg, sig
ur Elin Reinert Planck.
Tað skal vera ólógligt at
forfylgja fólki í Føroyum
FORFYLGIN Vit eiga at fáa eina lóg í Føroyum sum ger tað ólógligt
at forfylgja fólki, heldur leiðarin í Kvinnuhúsinum
kvinnur enn tær, sum gista í
Kvinnuhúsinum.
At talið á teimum, sum
søkja sær hjálp í Kvinnu
húsinum, uttan at enda sum
gistandi í húsinum, er part
vís nettupp eitt tekin um, at
kvinnur eru meiri sjálvbjarg
nar nú.
- Hinvegin er tað so, at tað
er ikki neyðugt hjá kvinnum
at hava eitt blátt merki at
vísa fram, fyri at kunna ven
da sær til Kvinnuhúsið.
- At fleiri venda sær til
okkum, er eisini eitt úrslit
av, at Kvinnuhúsið er farið
at gera meiri burtur úr at
skipa sjálvhjálparbólkar fyri
kvinnur, sum eru raktar av
harðskapi.
- Í hesum sjálvhjálpar
bólkum eru kvinnur, sum
nýliga hava verið fyri harð
skapi. Men talan er eisini um
kvinnur, sum hava verið fyri
harðskapi fyri fleiri árum
síðani, men sum ongantíð
hava fingið arbeitt tað burt
ur av sær.
- Úrslitið av tí er, at vit fáa
nógv fleiri áheitanir nú, enn
árini frammanundan, tí tað
er ikki neyðugt at hava ein
akuttan trupulleika fyri at
koma til okkara eftir hjálp.
Færri børn
Men eitt, leiðarin í Kvinnu
húsinum leggur merki til, er,
at í fjør gistu munandi færri
børn í Kvinnuhúsinum enn
undanfarin ár.
Hon veit ikki rættiliga,
hvat hon skal leggja í tað.
- Kanska er orsøkin tann,
at yngri kvinnur eru skjótari
at fara úr einum harðligum
parlagi enn tær fyrr hava
verið, sigur Elin Reinert
Planck.
- Ein onnur orsøk kann
verða, at kvinnurnar, sum
hava gist í Kvinnuhúsinum
eru so ungar, at tær ikki eiga
børn, ella tær eru so tilkomn
ar, at børnini eru vaksin.
- Men tey allarflestu árini
hava vit at kalla líka nógv
børn gistandi, sum vit hava
kvinnur.
Fjaldur harðskapur
Hinvegin heldur hon, at
harðskapur
ímóti
yngri
kvinnum er kanska eitt
vandamál, sum er uppaftur
meiri fjalt enn harðskapur
ímóti tilkomnum kvinnum.
Í Føroyum eru heldur ong
ar kanningar á hesum øki,
men í Danmark vísir tað seg,
at harðskapur ímóti yngri
kvinnum,
ofta
unnusta-
harðskapur, er ein veksandi
trupulleiki, samstundis sum
harðskapur ímóti tilkomnum
kvinnum er minkaður.
Elin Reinert Planck stað
festir, at av tí, at unnusta-
harðskapur er so fjaldur,
elvir tað til, at tær yngru
kvinnurnar, sum eru fyri
harðskapi, ikki fáa ta hjálp og
tann stuðul, tær hava tørv á.
- Tað er eisini ein royndur
lutur, at tær kvinnur, sum
eru fyri harðskapi á ungum
árum, hava størri lyndi til
eisini at enda í einum harð
ligum parlagi, tá ið tær verða
eldri.
- Klára vit at fyribyrgja
unnusta-harðskapi, er betri
útlit fyri at fyrbyrgja, at
kvinnur eru fyri harðskapi
seinni í lívinum og sostatt
eru eisini betri útilit til at
vit megna at geva enn fleiri
børnum ein fjálgan og trygg
an uppvøkstur.
Fáa ikki hjálpt
Hinvegin eru tað eisini øðr
um kvinnur, sum Kvinnu
húsið ikki fær hjálp, ella sum
tey einki vita um.
- Útgangsstøðið er, at allar
kvinnur eru vælkomnar at
venda sær til Kvinnuhúsið.
Men vit eru ikki ein við
gerðarstovnur
og
tískili
kunnu vit ikki taka ímóti
kvinnum, sum eru bundin
av rúsdrekka ella rúsevnum,
ella kvinnum, sum havar
sálarligar trupulleikar.
- Men tær eru vælkomnar
aftur í Kvinnuhúsið, tá ið tær
hava fingið neyðugu viðgerð
ina.
- Ein annar bólkur, vit
heldur onki vita um, eru
kvinnur, ið bera brek, tí vit
vita onki um, í hvussu stór
an mun, tær eru fyri harð
skapi, sigur leiðarin í Kvinnu
húsinum.
Biðja um hjálp
Talið á teimum, sum gista í Kvinnuhúsinum, er støðugt, men talið á teimum, sum biðja um ráðgeving og vegleiðing, er rættiliga nógv vaksið, sigur Elin Reinert Planck, leiðari í Kvinnuhúsinum