mánadagur 18. februar 2013síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 18. februar 2013 · Nr. 20
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Áki Bertholdsen
Kvinnur, sum eru fyri harð
skapi, eiga at fáa rætt til
ókeypis sálarfrøðiliga hjálp.
Tað heldur Elin Reinert
Planck, leiðari fyri Kvinnu
húsið í Havn.
Hon staðfestir, at eftir
heildarætlanini ímóti harð
skapi í parløgum og nærsam
bondum, hevur ein maður, ið
er harðligur, rætt til viðgerð.
- Eg kann ikki hugsa mær,
at hann skal rinda fyri tað
sjálvi. Hví skal so kvinn
an, sum eru rakt av harð
skapi, ikki eisini hava rætt
til ókeypis viðgerð ímóti
teimum sálarligu árinum,
harðskapurin hevur – eisini
til gagns fyri hennara børn,
spyr Elin Reinert Planck.
55.000 krónur
Í
sambandi
við
heildar
ætlanina ímóti harðskapi
í parløgum og nærsam
bondum, fær Kvinnuhúsið
annars 55.000 krónur um ár
ið í fimm ár til sálarfrøðing.
- Tískil kunnu vit bjóða
kvinnum, sum hava verið fyri
harðskapi tríggjar til fimm
viðgerðir hjá sálarfrøðingi.
- Hetta er, hóast alt, eitt
veldugt framstig, tí harð
skapur kann føra til víð
fevndar sálarligar trupul
leikar.
Hetta tilboðið um sálar
liga hjálp er bara galdandi
fyri tær kvinnur, ið hava
samband við Kvinnuhúsið.
Mangan eru tríggir ella
fimm tímar hjá sálarfrøðingi
verri enn so nóg mikið hjá
kvinnum, sum eru fyri harð
skapi.
- Onkur hevur sagt, at tað
tekur líka langa tíð at koma
fyri seg aftur, sum ein hevur
verið fyri harðskapinum.
Tískil mugu tær kvinnur,
sum vilja hava meiri sálar
frøðiligari hjálp, tí tær hava
verið fyri harðskapi, kunnu
so venda sær til kommunu
læknan at fáa ávísing til
sálarfrøðing.
- Men Heilsutrygd endur
rindar bara ein brotpart av tí
tað kostar og sostatt mugu
kvinnurnar rinda ein stór
an part sjálvar, sigur Elin
Reinert Planck.
Og hon heldur, at tá ið
harðligur menn kunnu fáa
ókeypis viðgerð, eiga kvinn
ur, ið hava verið fyri harð
skapi, eisini at fáa sama til
boð.
Hinvegin
leggur
Elin
Reinert Planck dent á, at tey
í Kvinnuhúsinum eru tey
heilt serstakliga fegin um, at
vit hava fingið eina heildar
ætlan ímóti harðskapi í par
lagi og nærsambondum.
Samstundis fegnast hon
um at ein samskipari er sett
ur at fremja ætlanina í verki
og at tey eru farin undir
miðvísa átakið, ”Sig Frá”
sum varpar ljós á harðskap
í parløgum og familjum, ikki
minst ímóti børnum.
Steðga kelduni
til harðskap
Tað er Elin Winther Poulsen,
sum samskipar heildaræt
lanina ímóti harðskapi í par
løgum og nærsambondum.
Og hon er greið yvir, at
nettupp hesin spurningurin
er eitt kjakevni.
Men hon sigur, at tað er
ein politisk raðfesting, at ját
ta peningin soleiðis.
Hinvegin sigur hon, at
endamálið við at geva fólki,
sum vísa harðligan atburð,
eitt viðgerðartilboð, er at
steðga kelduni til harðskapin
og at taka trupulleikan upp
við rót.
Hugsanin
er,
at
harðskapur kann ikki stegð
ast bara við at hjálpa teimum,
sum eru fyri harðskapi. Tað
er eisini neyðugt at fáa tey,
sum hava harðligan atburð,
at gevast við tí, sigur sam
skiparin.
Kvinnuhúsið varð stovnað í 1990 og heldur til í húsinum
hjá KFUM á Hoydalsvegnum mitt í Havnini.
Hagtølini hjá Kvinnuhúsinum benda ikki á, at tað er blivið
minni brúk fyri húsinum seinastu árini.
Seinastu 10 árini vísa hagtølini, at talið á kvinnum, sum
gista í Kvinnuhúsinum, er rættiliga støðugt, men talið á
børnum er heldur minkandi.
Hinvegin eru talið á teimum, sum seta seg í samband við
Kvinnuhúsið at leita sær hjálp og ráðgeving, nógv vaksið.
Nú eru tvey ársverk í Kvinnuhúsinum, sum tríggjar kvinnur
býta ímillum sín. Tær arbeiða um dagin, men afturat sær
hava tær so 35 sjálvbodnar kvinnur, sum skiftast um at
arbeiða um kvøldarnar, næturnar og um vikuskiftini.
Tølini fyri tey, sum hava gist og leita sær hjálp frá
Kvinnuhúsinum seinastu 10 árini, eru hesi:
Ár
Kvinnur
Børn
Áheitanir
gist
gist
2003
13
13
273
2004
16
22
438
2005
18
24
426
2006
13
13
375
2007
17
14
300
2008
18
8
307
2009
13
9
257
2010
11
11
304
2011
13
15
592
2012
15
5
601
Fleiri biðja
um hjálp
Kvinnur gjalda
fyri tað, sum
menn fáa ókeypis
HARÐSKAPUR Tað er ikki rætt, at ein maður, ið er harðligur, skal
fáa ókeypis hjálp, men kvinnan, sum harðskapurin rakar, skal
sjálv rinda fyri hjálpina, heldur leiðarin í Kvinnuhúsinum
Tá ið harðligur menn
kunnu fáa ókeypis
viðgerð, eiga kvinnur,
ið hava verið fyri
harðskapi, eisini at fáa
sama tilboð
Endamálið við at
geva fólki, sum vísa
harðligan atburð, eitt
viðgerðartilboð, er
at steðga kelduni til
harðskapin