Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-02-18, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. februar 2013síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Mánadagur 18. februar 2013 · Nr. 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Leo Poulsen Tað var í fjør, at nýtt róðrar­ felag var stovnað, eitt felag, sum skuldi vera fyri alla oynna. Tað fekk navnið Suður­oyar Róðrarfelag, sam­stundis sum eisini spild­ ur nýtt 10-mannafar varð flotað. Og Suðuroyingurin gjørd­ist harðasti kapp­ ingarneyti hjá klaks­vík­ ing­um í fjør, men nú tað so smátt stundar móti nýggj­ um kappingarári, er báturin ikki fullmannaður enn. – Tað eru fýra farnir av frá í fjør. Tveir eru í Noregi, har annar arbeiðir og hin les­ur, so báturin er ikki full­m­annaður enn, sigur Bjarni Hammer, formaður í Suðuro­yar Róðrarfelag, sum sjálv­ur er ein av manningini. Teir høvdu kvinnuligan róðurs­mann í fjør, og í ár er líkt til, at systurin verður róðurs­maður. – Vit venja mest í maski­ n­unum enn. Summir venja á Tvør­oyri, aðrir í Vági, og vit, sum arbeiða norðanfjørs ven­ja so í Havn, sigur Bjarni Hamm­er. Hann sigur, at tað er ­iva­leyst av rógvarum har suðuri, men at hesir tó eru ov ungir at rógva við 10-mannafarinum. – Vit velja tó at síggja loysn­ir­nar heldur enn forð­ ing­ar­nar, og eg ivist ikki í, at bátur­in verður mannaður, tá tíðin fer at nærkast, sigur Bjarni Hammer. Og tað er líkt til, at kapp­ing­in verður meira áhuga­verd í ár enn hon hev­ur verið seinastu árini, tí umframt Suðuroyingin verða Klaksvíkingur, Havn­ ar­bát­urin, Eysturoyingur og helst eisini Hoyvíkingur við í kapp­ingini í ár. Leo Poulsen - Eg skal ikki avvísa, at tað kundi verið ein áhuga­verd íløga at bygt eitt hav­rann­ sóknar­skip, men at vit hava bjóð­að okkum fram, kenni eg ein­ki til. Tað sigur nevnd­arfor­mað­ urin ­í LÍV, Finn Danberg. Tað hevði annars ljóðað, at LÍV skuldi havt boðið seg fram at byggja ætlaða hav­ rann­sóknarskipið, men hetta er ikki so. - Hetta er ikki nakað, sum nevndin í LÍV hevur viðgjørt, og eg hugsi ikki, at nýggi stjór­in hevur boðið sær til at bygg­ja havrannsóknarskip, uttan at kunna nevndina, sig­ur Finn Danberg. Tað er annars ein vegur, sum pensjónskassar uttan­ lands ganga meira og meira, at fara saman við privat­um ella almennum ver­k­æt­lan­ um, fyri tann vegin at fáa sum mest burtur úr peng­ unum. - Tað kundi saktans verði, at ein Skalafjarðartunnil ella eitt havrannsóknarskip kun­ du verið áhugaverdar íløg­ur fyri okkum, tí hjá okk­um ræður um at fáa sum mest fyri tann pening, sum ligg­ur í pensjónsgrunninum, sigu­r Finn Danberg. Herfyri segði umboð fyri reiða­r­íið, Christian í Grót­ inum, at teir einki høvdu havt ímóti at fíggja og byggja eitt nýtt havrannsóknarskip. Finn Danberg kennir einki til, at LÍV skal hava boðið seg fram at byggja nýtt havrannsóknarskip Kennir einki til havrannsóknarskip Finn Danberg, nevndarformaður í LÍV, vísir aftur, at felagið hevur boðið seg fram at byggja nýtt havrannsóknarskip Væntar Suðuroyingin mannaðan Tað hevur gingið heldur strilti at fáa seinastu menninar umborð á Suðuroyingin, men Bjarni Hammer, formaður í Suðuroyar Róðrarfelag, væntar, at alt kemur upp á pláss innan stutta tíð