Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-02-18, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. februar 2013síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 18. februar 2013 · Nr. 20 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Rólant Waag Dam Tvinnir Simon'ar vóru á Norður­atlantsbrygg juni leygar­kvøld­ið, og báðir eru at rokna sum gøtumenn. Til­vit­að ella ei, so vóru tað hes­ir báð­ir Simon'arnir, sum slup­pu at byrja ballið og seta punkt­um, tá stuðulskonsert fyri Foun­tain húsinum í Før­oy­um var leygarkvøldið. Vit tosa um teir báðar Sim­ on von Konoy og Simon Kvamm, sum saman við Tór­ oddi Poulsen, Anniku Hoy­ dal, Marius og Steso skul­du syrg­ja fyri, at Norður­atlants­ brygg­ja­n gjørd­ist full – full av fólki altso – soleiðis at so nógvar krónur og oyru kun- du skavast inn sum gjørligt til Fountain House Føroyar grunn­in. Eins og við konsertini í Før­oy­um, so fer yvirskotið frá bryggjuni leygarkvøldið til Fountain House Føroyar grunn­in, eitt útslúsingarhús til sálar­sjúk, sum hava verið inn­løgd. Í so máta kundi stuðulstiltakið ikki verið bet­ri eydna, tí tað var útselt á Norðuratlantsbryggjuni. - Vit hava nakað av útreiðsl­um til eitt slíkt tiltak og enn er alt ikki gjørt upp. Men tað er ikki heilt av leið, um eg sigi, at tiltakið hevur giv­ið umleið 70.000 krónur í yvir­skot, sigur Hergeir Staks­ berg, fyriskipari av stuðuls­ kon­sert­ini. Nephew í toppformi Uttan at taka nakað frá hin­ um, sum framførdu, so skerst tað ikki burtur, at Nephew var heilt stóra navnið. Tað er einki minni enn scoop, sum fyrireikararnir hava gjørt har, tí Nephew er ikki bara millum bestu umtóktu donsku bólkarnar, Nephew telist eisini millum teir dýr­ast og kostar sambært donsk­um fjølmiðlum umleið eina hálva millión krónur. Leyg­ar­kvøldið spældu teir tó nøk­ur løg púra ókeypis fyri teim­um uppmøttu á Norður­ at­lants­bryggjuni. Hetta fyri at stuðla góða endamálinum, min­ti Simon Kvamm sjálvur á til konsertina Sum tit kunnu lesa aðra­ stað­ni á hesum síðum, so vóru bæði bólkurin og ikki minst oddamaðurin í Nep­ hew í hopla. Seinastu orðini, ið Simon Kvamm mælti var: - Vi ses på G! Og tað eru tað mong, sum gleða seg til eftir mini­kon­ sertina á bryggjuni leygar­ kvøldið. Frálíkir tónar Sum áður nevnt var tað hin Simon – von Konoy – sum byrj­aði stuðulstiltakið. Á sín serliga og herliga hátt undir­ helt hann við nøkrum lø­g­um, áðrenn Tóroddur Poul­sen las nakr­ar yrkingar upp. Tór­odd­ ur hevði sett fram yns­ki um, at fólk vóru frið­ar­lig, meðan hann las – og tað vóru tey. Men tað vóru tey ikki altíð, meiri um tað seinni. Steso var næstur á palli­ num. Inniliga og sveimandi pro­jektið hjá Hergeiri Staks­ berg, sum eisini spældi væl leyg­ar­kvøldið. Tíverri sveik ljóðið soleiðis, at tað var stræv­ið at lurta eftir og leyp sam­an. Tað bleiv tó betri, tá Mari­ us og seinni Ann­i­ka Hoydal fóru á pall. Bæði stóðu fyri frá­lík­um framførslum og saman­setingin við, at hava Anni­ku Hoydal sum seinasta navn­ið áðrenn Nephew vísti seg at vera sera góð, tí við tei­m­um kom av álvara lív í fjøld­ina. Føroyingar uttan fólkaskiff Og so til eitt lítið hjartasuff. Hetta er ikki nakað um­mæli, men ein umrøða av einum til­taki. Loyvi mær kortini at finn­ast at kon­sert­hug­burði­ num hjá føroyingum, sum hava til óvana at práta og sussa allatíðina til kon­sert­ir. Tað er órógvandi og óvirði­ ligt! Bæði fyri tey í áhoyr­ar­ af­jøldini – og ikki minst tón­ leik­ar­arnar á pallinum. Lívið stinkar Tá tað er sagt, so skal eisini siga­st, at fólkið hugnaði sær á bryggjuni. Øll vistu, at tey stuðlaðu einum góðum enda­ máli við at keypa atgongu­ merki. Øll kendu álvar­an handan tiltakið – men øll ynsktu eisini at hava eina góða løtu saman kort­ini. Brot úr yrkingini hjá Hergeiri Staksberg, sum Arn­finn­ur Heinesen las upp, tá bólk­ urin Steso framførdi, lýsti stemningin rættiliga væl: »Lív­ið stinkar. Stinkar av røst­um fiski og eg elski ræst­ an fisk«. Hvør skal siga, lívið stink­ar viðhvørt – men vit elska lívið kortini! Tiltakið hevur givið umleið 70.000 krónur í yvirskot Hergeir Staksberg, fyriskipari av stuðulstiltakinum Lívið stinkar og vit UMRØÐA Føroyingar fyltu Norðuratlantsbryggjuna leygarkvøldið, tá stuðulskonsert var fyri Fountain House Føroyar grunninum. Sosialurin var til staðar í Keypmannahavn, tá umleið 70.000 krónur komu aftrat til grunnin MYNDIR: Rólant Waag Dam Tóroddur Poulsen las upp yrkingar Sveinur Gaard Olsen og Ása Wraae sungu saman við Steso