Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-02-18, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. februar 2013síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mánadagur 18. februar 2013 · Nr. 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Nýta vit stuttu konsertina á Norðuratlantsbryggjuni leygar­kvøldið sum baro­ met­ur, so hava føroyingar sanni­liga nakað at gleða seg til í summar. Eisini hó­ ast Nephew hevur spælt á G! fyrr. Í 2005. Og 2007. Og 2010. Tí nú vit skriva 2013 er bólkurin framvegis ómeta­liga vælupplagdur. Leygarkvøldið buldraði bólk­urin avstað við yvir­ skoti. Løgini og – ikki minst – tað, ið Simon Kvamm segði millum løgini, varð borð­reitt so sannførandi og presist. Sjálvt teir mest skeptisku áhoyrararnar megn­aði Kvamm at av­ vápna, tá hann – sum øll hini, freistast ein til at siga – fór undir at rósa stórslignu føroysku náttúru­ni. - Nú eru tit ivaleyst mong, sum hugsa, kanst tú fáa tunguna vekk úr einum ávís­um staði, segði Kvamm og eg má viðganga, at tað var júst tað, eg hugsaði. Men so var tað, at hann púra rætt staðfesti: - Men tit elska tað. Tað gera tit. Tit elska at hoyra hvus­su pent, vakurt og serstakt tað er í Føroyum. Herfyri tosaði eg við Út­ varp Føroya. Eg greiddi frá mínum sambandi við Før­oya, og at vit í Nephew dáma væl at spæla har. Men útvarpsmaðurin vildi hava meiri. Kanst tú ikki seta fleiri orð á tað, Simon? Kanst tú ikki greiða nærri frá tínum tilknýti til Før­ oya, Simon? Hvønn týdn­ ing hava Føroyar fyri Nep­ hew, Simon? Eg royndi og royndi at greiða frá og greiða frá, men út­varps­ mað­urin vildi hava meir og meir. Tit kunnu ikki fáa nokk av rós. Tit elska tað, stað­festi maðurin, sum í 2005 legði gøtusand fyri føtur sínar, tá hann mælti til­tiknu orðini: - Abbi mín var gøtu­mað­ ur! Mintu á álvaran Líka so nógv sum før­oy­ing­ ar, sambært Simon Kvamm, elska rós – líka so nógv elsk­aði fjøldin í Norður­ atlants­bryggjuni Nephew. Teir komu beint frá stórari kon­sert í Albertslund, men sóu av sonnum út til at hug­na sær á lítla pallinum á bryggju­ni. - Vit hava júst spælt eina konsert, men hugsaðu so, skulu vit ikki bara spæla nøkur løg aftrat fyri føroyingunum, segði Simon Kvamm sum eitt tað fyrsta, tá hann trein á pall­in. Hann minti tó á, at orsøk­in til, at hann og hinir bólk­ar­nir spældu ókeypis til hetta tiltakið var, at tey ynsk­tu at stuðla Fountain House Føroyar grunninum, sum skal fáa til vega eitt Foun­tain hús í Føroyum. - Vit í bólkinum hava fylgt lagnu Rasmusar (Ras­ mus­sen, blðm.). Fyri okk­ um sá tað út sum, at hann í ov stóran mun varð latin upp til sín sjálvs og sínar trupulleikar. At sígg­ja til hevði hann einki psyki­tiat­ iskt trygdarnet undir sær, segði Simon Kvamm við Út­varp Føroya, tá tað bleiv kunn­gjørt, at Nephew lut­ tóku á Fountain house stuðuls­konsertini í Dan­ mark. Nephew: Tit elska rós - Viðgangi tað bara, tit elska rós. Tað segði Simon Kvamm millum annað, tá Nephew hevði eitt brak av einari minikonsert leygarkvøldið Eg royndi og royndi at greiða frá, men útvarpsmaðurin vildi hava meir og meir. Tit kunnu ikki fáa nokk av rós. Tit elska tað Simon Kvamm, forsangari í Nephew elska tað Arnfinnur Heinesen las upp yrking hjá Hergeiri Staksberg tá Steso spældi Hergeir Staksberg uttast til høgru skipaði fyri tiltakinum og spældi sjálvur Mogens Seider, fyristøðurmaður á Fountain House Danmark, lat 3000 krónur til Fountain House Føroyar grunnnin Marius Ziska spældi saman við bólki sínum nøkur løg Sveinur Gaard Olsen var frásøgumaður á pallinum, umframt at hann eisini sang við hjá Steso Annika Hoydal fekk av álvara hitað fjøldina upp til Nephew Simon Konoy við Janus Kampmann, Rana Hammershaimb Christiansen og Pæturi við Keldu á palli Mynd: Gert Róðá