Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-02-18, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. februar 2013síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 18. februar 2013 · Nr. 20 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Rannvá G. Fossaberg Orðið skandinavia er nakað, sum í hesum døgum er nógv umrøtt úti í heimi. Í februar eru tvey stór til­tøk í Stóra Bretlandi og í Ameri­ ka, har norðurlendsk ment­ an veruliga verður sett á breddan. Á London Fashi­on Week halda fleiri norður­ lends­kir sniðgevar til í einum felags bási, sum er stak væl vitj­aður. Og í Washing­ton er norð­ur­lendsk ment­an eisini í há­sæti, nú mentan­ar­festi­ val­ur verður í døgunum 19. Februar til 17. Mars. Orsøkin til stóra áhugan fyri norðurlondum eru fleiri, men fyrst og fremst eru tað vælumtóktu sjón­ varps­røðirnar úr Danmark, Brots­gerðin og Borgin, ið hava fingið eyguni hjá útlen­ d­ingum upp fyri norður­lond­ um. Troyggjan stóra ávirkan At norðurlendsk mentan og serliga sniðgeving er hægs­ti móti fyri tíðina er Dorothe Grundhoft als ikki í iva um. Hon stendur fyri fyrireikingunum av stórari fram­sýning á Lon­don Fashi­ on Week, har norð­ur­lends­kir sniðgevar eru um­boð­aði­r. - Sendingar sum Brots­ gerðin og Borgin hava fangað útlendingar og gjørt, at útlendingar eisini eru blivn­ ir meira tilvitaðir um norður­ lendska sniðgeving og annað, ið viðvíkur norður­lond­um, sigur Dorothea Grun­d­toft og heldur fram: - Vit kunnu bara hyggja at troyggjuni, sum Sofie Grå­bøl var í í Brotsgerðini. Tað bleiv jú ein bestsellari av eini aðrari verð, og tað eru føroysku sniðgevararnir Guðr­un & Guðrun, ið hava snið­giv­ið hesa vælumtóktu troyggju­na, sigur Dorothea Grund­toft. Guðrun & Guðrun eru eisini við á London Fashi­ on Week hesaferð. Fyri nøkrum mánaðum síðani frættist, at kona Char­ les Prins í Onglandi, Camilla, hevði fingið eina troyggju eins og tann, sum er at síggja í Brotsgerðini. - Tað, sum ger norður­ lendska sniðgeving áhuga­ verda, er serliga tað einkul­ta, minimalistiska sam­a­n­t­vin­n­ að við smálutum við góðsku. Norður­lendskir snið­ge­var brúka reinar rávør­ur so sum silki og kasjmir. Litir­nir endurspegla ljósið og norð­ ur­lendsku náttúruna – tað svarta, brúna og gráa. Hetta eru litir, ið hóska til flest øll fólk, greiðir Dorothea Grund­toft. Amerikanar stóran áhuga Tað verður ikki einans varp­ að ljós á norðurlendska snið­ gev­ing í hesum døgum, tí í Washington verður norður- lendsk mentan sett í hásæti kom­andi fýra vikurnar. Nordic Cool 2013 er heitið á stórum mentanarfestivali, sum byrjar í morgin. Festi­ valu­rin fer fram á John F. Kennedy Center for the Performing Arts, sum er eitt av størstu mentan­ar­hús­ unum í Amerika. Fleiri enn 700 norður­ lendsk listafólk eru boðin við. Umframt frá teimum fimm norðurlendsku lond­un­um eru eisini Føroyar, Grøn­land og Áland við á menta­n­a­r­festi­vali­ num. Lis­ta­mað­urin Trónd­ur Pat­ur­s­son hevur fram­sýn­ing við sýn­um eyð­kendu fugl­um úr glasi. Ymsar listagreinar eru umboðaðar á mentan­ar­ festivalinum, so sum sjón­ leikur, tónleikur, film­ur, bókmentir, snið­geving, arki- tekt­ur­ur og norður­lendsk gas­trono­mi. Har­aftur­at eru eisini fleiri ymiskir fyri­lestr­ ar um norð­ur­lendska list á breddanum kom­andi fýra vikur­nar á festi­vali­num í Wash­ing­ton. Norðurlendsk mentan hittar í útheimi Serliga eru tað norðurlendsku sjónvarpsrøðirnar, ið hava gjørt, at norðurlendsk snigeving, tónleikur og bókmentan er blivið áhugavert fyri útlendingar. Í hesum døgum gera norðurlond vart við seg bæði á mótaviku í London og mentanarfestivali í Washington