Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-02-18, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. februar 2013síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mánadagur 18. februar 2013 · Nr. 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Jón Brian Hvidtfeldt - Ja, nú eingin banki er í økinum, má hetta má rokn­ ast sum ódyrkað lendi. Poul Jákup Mohr, deildarleiðari hjá Norðoya Sparikassa í Fug­la­firði, hevur góðar vónir um at fáa gongd á for­rætn­ ing­ina í heimbygdini. Hann kemur úr einum deild­ar­leiðara­starvi hjá Norð­oya Sparikassa í Sal­ tangar­á, og skal nú stan­da á odda fyri einasta pen­ing­a­ stov­ni í Fuglafirði. - Vit byrja við fullum blus­si og vera seks fólk til ar­beiðis her á deildini, sigur Poul Jákup Mohr og gevur til kenn­ar, at tey ætla at smíða með­an jarnið framvegis er heitt. Norðoya Sparikassi fekk best hugsandi móttøku frígg­ ja­dagin, tá umleið 400 fólk komu inn á gólvið í nýgg­ju deildini. Men nýggi deild­ar­ leiðarin er greiður yvir, at ein mót­tøka ber ong­an banka í sær sjálvum. - Ja, nú fara vit ígongd við at ringja út til fólk, bjóða teim­um inn til prát og annars geva teimum eitt gott tilboð, um tey velja at skifta yvir til okkara, sigur Poul Jákup Mohr. Góða tilboðið er, sambært deildar­leiðaranum, at Norð­ oya Sparikassi bjóðar sær at yvirtaka kundan uttan nakran kostnað. Hetta er eisini galdandi fyri set­húsa­ lán, ið vanliga krevja kostnað av ymsum slag. Tilboðið er í fyrstu atløgu galdandi í februar og mars. Kickstart Poul Jákup Mohr er sjálvur fuglfirðingur og hevur tí upp­livað at báðir bankarnir, hans­ara kappingarneytar, fóru úr býnum. - Eg haldi at tað kom sum eitt sjokk fyri fuglfirðingar. So fyri okkum í Norðoya Spari­kassa var um at handla skjótt, tá Eik Banki sum tann sein­ni boðaði frá, at tey eisini fóru úr býnum. Avgerðin um at lata upp í Fuglafirði varð tikin beinanvegin, frá­ boðanin frá Eik Banka kom, sigur Poul Jákup Mohr. ­Deildarleiðarin vísir á, at initiativið frá Fuglafjarðar Kommu-nu setti uppaftur meira ferð á. - Fuglafjarðar Kommuna setti seg beinanvegin í sam­ band við okkum, og nú flytir kommunan megi­n­part­in av sínum virksemi yvir til okkara. Tað gevur sjálvandi okk­um eina sera góða byrjan, sig­ur Poul Jákup Mohr. Norðoya Sparikassi yvir­ tekur skuld hjá Fuglafjarðar Kommunu í hinum banku­ num, sum skilst er talan um eini 40 milliónir krónur. Vinna og privat Fyrsti gerandisdagur hjá Norð­oya Sparikassa í Fugla­ firði er ídag. Mál­setn­ing­urin er greiður: - Vit skulu hava umleið 50 millión­ir krónur afturat. Tað veri seg sethúsalán ella frá vinnulívinum. Fáa vit tað, so er gróðrarbotnurin lagdur fyri víðari virksemi, sigur Poul Jákup Mohr. Málsetningurin, gróðr­ar­ botn­ur­in, er sostatt eini 90- 100 milliónir krónur í útláni. Sam­bært deildarleiðaranum verð­ur leisturin, at tey nú taka tveir mánaðir í senn, og síðani mugu tey síggja, hvussu gongur. Fyribils verð- ur ikki talan um at seta nýggj fólk í starv, dúvað verður ístað­in uppá starvsfólk úr øðr­um deildum, sum nú koma at arbeiða í Fuglafirði. Kent bankaumhvørvi Norðoya Sparikassi heldur til í gamla bygninginum hjá Før­oya Banka, seinni Bank­ Nordik. Hølini hava áður verið nýtt til bankavirksemi og vóru at kalla klár at flyta inn í. Stórt sæð var tað bara sminkan, sum skuldi skift­ast út – frá blá-svartum Bank­ Nordik til reyða Norðoya Spari­kassa litin. Herfyri varð bygningurin, sum eisini húsar lækna­mið­ støð og restaurant Muntra, seldur. Lokala reiðaríið Sandgrevstur keyp­ti bygn­ ing­in frá Bank­Nordik, og nú hev­ur lokali pen­inga­stovn­ urin úr Klaksvík leigað seg inn í síni roynd at gerast lokal­ur í Fuglafirði. Poul Jákup Mohr, deildarleiðari hjá Norðoya Sparikassa í Fuglafirði Mynd: Dávur Winther Skal hava 100 milliónir í Fuglafirði FÍGGING Norðoya Sparikassi ætlar sær at smíða meðan jarnið er heitt. – Eftir góðu móttøkuna fríggjadagin fara vit nú við fullum blussi út eftir kundum, sigur Poul Jákup Mohr, deildarleiðari hjá sparikassanum í Fuglafirði Býráðið fegnast um, at komið er á mál, soleiðis at bankatænasta framvegis verður ein partur av virkseminum í býnum og eysturøkinum av Eysturoy sum heild. Fuglafjarðar kommuna kemur framyvir at hava ein virknan lut í samskiftinum við Norðoya sparikassa sum fíggingarstovn, og vón býráðsins er, at borgarar, handils- og vinnulív taka væl ímóti nýggju deild sparikassans í Fuglafirði. - Brot úr tíðindaskrivi frá Fuglafjarðar Kommunu Jógvan Skorheim og Sonni á Horni, borgarstjórar í Klaksvík og Fuglafirði, heilsa uppá sparikassastjóran Marner Mortensen Mynd: Dávur Winther