mánadagur 18. februar 2013síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 18. februar 2013 · Nr. 20
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vilmund Jacobsen
Hóast februar bara stívliga er
hálvrunnin, hevur Havsbrún
í Fuglafirði higartil í ár tikið
ímóti stívliga 20.000 tonsum
av ráfiski. Talan er um svart
kjaft, havgølt, lodnu og hvít
ingsbróður.
Hartvig Joensen á Havs
brún sigur, at tey eru væl
nøgd ráfiskanøgdina higartil
í ár, tá hugsað verður um, at
samlaða nøgdin í fjør bert
var á 55.000 tons.
– Okkara besta ár til rá
vøru keyptu vit heili 330.000
tons av ráfiski.
Hann vísir á, at hevði
fóðurvirkið fingið fatur á
umleið 130.000-150.000 av
ráfiski um árið, hevði hetta
verið nóg mikið til alt tað
fiskafóður, sum føroyska ali
vinnan krevur.
– Tá hevði ikki verið neyð
ugt at innflutt rávøru til
fóðurframleiðsluna, leggur
hann aftrat.
Trý skip
Í dag landa írsku systirskipini
Brendelen og Father McKee
umleið 2000 tons av havgølti í
Fuglafirði. Hetta er aðru ferð,
at skipini eru á Fuglafirði í
ár, og í báðum førum hevur
fiskaslagið verið havgøltur.
Fyrr ferð, skipini landaðu,
var 24. januar.
Hartvig sigur, at miku
dagin kemur eisini norski
nótabáturin, Gerda Marie,
sum er fyrrverandi Háborg,
ið Eiler Jacobsen í sínari tíð
átti.
Sambært
fráboðanini
hevur Gerda Marie 1670 tons
av svartkjafti.
– Jú, tað er so vist, at hetta
verður ein vika, ið vit kunnu
vera nøgd við. Samlaða veið
an hjá hesum trimum skip
um táttar í 4.000 tons, og tað
er nógv í mun til samlaðu
ráfiskanøgdina hjá okkum í
fjør, sigur Hartvig Joensen á
Havsbrún.
Havsbrún fingið
stívliga triðingin
av nøgdini í fjør
Í dag landa írsku systirskipini Brendelen og Father McKee
í Fuglafirði, og mikudagin kemur norska nótaskipið
Gerda Marie, sum er fyrrverandi Háborg
Vilmund Jacobsen
Í fleiri ár hava Brendelen
og Father McKee landað
havgølt til Havsbrún
í Fuglafirði. Hetta er
hvassur
fiskur,
sum
verður upp í einar 13
sentimetrar til longdar.
Tað ber illa til at
landa hetta fiskaslag,
tá skræðan er so hvøss.
Men fyri nøkrum árum
síðan fóru teir at knúsa
fiskin umborð, áðrenn
hann verður landaður.
Hartvig
Joensen
á Havsbrún sigur, at
teir, sum eiga og reka
hesi skip, eru rættiligir
pionerar á sínum øki.
– Teir hava í fleiri ár
roynt eftir havgølti á
leiðunum sunnanfyri Ír
land, og nú hava skipini
tryggjað
sær
umleið
2/3 av samlaðu kvotuni
á stívliga 80.000 tons,
sum ICES hevur mælt til
kann fiskast av hesum
fiskaslag í økinum.
Hartvig
Joensen
sigur, at hesi skip eisini
fiska onnur fiskasløg,
men teir hava verið
rættiliga
ágrýtnir
at
fingið tað at bera til við
havgøltinum.
– Umsíðir tryggjaðu
teir sær eisini ein stóran
part av teirri kvotu, sum
ES hevur ásett, leggur
hann aftrat.
Okkurt árið landaðu
Brendelen
og
Father
McKee heili 30.000 tons
av havgølti til Havsbrún
í Fuglafirði.
Teir eru
pionerar á
sínum øki
Systirskipini Brendelen og
Father MacKee eru pionerar
á sínum øki, sum hava
tryggjað sær 2/3 av samlaðu
kvotuni á stívliga 80.000
tons av havgølti í ES-sjógvi
Havgøltur er smáur og hvassur fiskur
Vilmund Jacobsen
Í morgun liggur Jupiter á
Kollafirði, har skipið landar
umleið 700 tons av lodnu til
Faroe Pelagic.
Tórheðin Jensen, skriv
stovuleiðari hjá Varðanum
í Gøtu, sigur, at lodnan hjá
Jupiter
verður
fryst
til
matna.
– Í vikuskiftinum var Finn
ur Fríði á Tvøroyri, har skipið
landaði umleið 700 tons av
lodnu til Varðan Pelagic, og
tí var ikki pláss fyri Jupiter
á Tvøroyri hesaferð.
Hann vísir á, at seinasta
túr, tá Tróndur í Gøtu landaði
á Tvøroyri, høvdu teir umleið
1500 tons av lodnu.
Tórheðin Jensen sigur,
at Finnur Fríði hevur gjørt
tríggjar túrar eftir lodnu í
íslendskum sjógvi.
– Vit rokna við, at skip
ini fara at fiska lodnu í ís
lendskum sjógvi, til ein vika
er farin av mars ella so.
Hann sigur, at rognini í
lodnuni taka til, og tá talan er
um tað, sum íslendingar rópa
rognalodnu, heldur føroyska
veiðan uppat.
– Føroyska lodnukvotan í
íslendskum sjógvi er á 30.000
tons, og vanligt er, at kvotan
verður uppfiskað, áðrenn
skipini gevast, sigur Tórheðin
Jensen.
Nú føroysku nótaskipini
fiska lodnu í íslendskum
sjógvi, hava nøkur skip eisini
lagt onkra last upp í Íslandi.
Fiska lodnu eina
viku inn í mars
- Føroyska lodnuveiðan er á 30.000 tons, og vanliga verður kvotan uppfiskað, áðrenn skipini gevast,
tá umleið ein vika er farin av mars, sigur Tórheðin Jensen, skrivstovuleiðari hjá Varðanum í Gøtu
Jupiter landar í Kollafirði í dag, og í vikuskiftinum
landaði Finnur Fríði á Tvøroyri
Higartil í ár hevur Havsbrún
keypt stívliga 20.000 tons
av ráfiski. Tá samlaða
nøgdin í fjør bert var 55.000
tons, eru tey á virkinum
í Fuglafirði vælnøgd við
ráfiskanøgdina higartil í ár
Mynd: Vilmund Jacobsen
Tá hevði ikki verið neyðugt at
innflutt rávøruni til fóðurframleiðslu