mánadagur 18. februar 2013síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mánadagur 18. februar 2013 · Nr. 20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
Tróndur Arge
Tað ber ikki til at siga, at StÍF hevði
vunnið á KÍF í gjár, um Sveinur ikki
fór skaddur av vøllinum tíðliga í
fyrra hálvleiki. Stinni bakkurin var
á vøllinum allan dystin í steypa
finaluni, og tá fekk StÍF beinleiðis
bank.
Tað var tó eitt heilt annað StÍF
lið, sum var á vøllinum í høllini í
Kollafirði í gjár. Hóast KÍF vann 29-
21, so mundi tað koma væl við hjá
Alexanduri Johansen og hinum í
StÍF, at fleiri spælarar tóku ábyrgd
á seg.
Tí kom tað illa við, tá Sveinur
Justinussen í eini roynd at steðga
Andriasi Nielsen fór um koll og
meiddi sær stórutá.
– Eg havi ikki ilt, men so skjótt
eg traðki til, so kemur pínan, sigur
Sveinur Justinussen stutt eftir
dystin.
Hann hevur eina stóra kúlu
undir táini og tað var honum skjót
greitt, at hann ikki kundi halda
fram eftir samanbrestin.
– Tað var ikki beinleiðis saman
bresturin, ið er orsøkin til skaðan.
Onkursvegna kemur táin for langt
afturav og eg visti rættiliga skjótt,
at eg ikki kundi spæla víðari, sigur
Sveinur Justinussen.
Hann roynir at traka til og tað
sæst eisini á honum, at hann hevur
ilt.
– Eg haldi ikki at tað er brotið, Eg
fái gjørt røringar við táini, so táin
er helst ikki brotin, men er hon
tað, so spæli eg ikki aftur í hesum
kappingarárinum, sigur Sveinur
Justinussen.
29 ára gamli Sveinur Justinussen
hevur fyrr havt trupulleikar við
øðrum knænum, men tann skaðan
merkir Sveinur lítið og einki til fyri
tíðina.
– Eitt nú í dag merki eg einki
til skaðan. Eg royni at ansa eftir
og styrki venji eisini knæið. Tað
er ongin vandi fyri, at eg gevist
at spæla. Eg spæli til eg eri eini
40 ár um eg kenn, sigur Sveinur
Justinussen við einum smíli.
Teir lokalu skulu
ganga á odda
Allir spælararnir á liðnum hjá StÍF
eru lokalir uttan málverjin, Levi
Nybo, sum tó er búðsitandi í øk
inum.
– Soleiðis dámar mær tað best.
Teir lokalu skulu bera liðið, tí tað
gevur best møguleikar í longdini.
Hin leisturin er royndur fyrr og
hann gevur kanska nøkur góð ár
av sær, men í longdini er best at
hava lokalar spælarar sum eru drív
megin í felagnum, sigur Sveinur
Justinussen.
Hann venur saman við øðrum
núverandi og fyrrveradni spælarum
í felagnum tey yngri liðini. Eitt ungt
ættarlið við fleiri góðum spælarum
er á veg. Har kunnu millum annað
nevnast Pætur Ó. Joensen og Allan
Norðberg.
– Tað eru eisini upp aftur yngri
spælarar í felagnum, sum roynast
væl. Teir eru kanska ikki so nógvir
í hvørjum árgangi, men teir hava
góðar eginleikar, sigur Sveinur
Justinussen.
Hann vísur eisini á, at hóast tað
gekk illa í steypafinaluni, so koma
royndirnar væl við hjá teimum
yngru spælarunum.
Sveinur er vónbrotin av ósigr
inum í gjár, men vónar at StÍF fram
vegis kann koma í FM finaluna.
– Tað eru fleiri dystir eftir enn.
Vinna vit okkara dystir, so hava vit
ein møguleika, sigur Sveinur Justin
ussen at enda.
Tað er ein løta síðani, at dysturin
er liðugur og Sveinur fer haltandi út
úr høllini í Kollafirði. Hann er vónin
hjá StÍF í ár, og ein stórur partur av
FM finaluvónini hjá strandingum
avhongur av hvussu stóratá hjá
Sveini hevur tað í dag.
trondur@sosialurin.fo
atlantic airways deildin
Atlantic Airways Deildin menn
nr. Lið
Dystir
Vunnin mál
Tapt mál
Munur
Stig
1 KÍF
17
502
386
116
27
2 H71
16
444
402
42
20
3 VÍF
16
449
398
51
19
4 Kyndil
16
411
393
18
19
5 StÍF
17
418
397
21
17
6 Neistin
16
382
411
-29
12
7 Team Klaksvík
16
311
530
-219
0
Team Kl. - Kyndil
26-28 (10-13)
Team Klaksvík: Sámal á Tjaldrafløtti 8, Zarko
Pejovic 6, Beinur Heðinsson 5, Jón Jacobsen 3,
Vilhelm Vilhelmsen 3, Dánjal Kjærbo 1
Kyndil: Finnur Hansson 9, Ludvík Súnason 7,
Andrias Sólsker 4, Rógvi Dahl Christiansen 3,
Høgni Klein Olsen 1, Frank Askildsen 1, Thorvald
Abrahamsen 1, Josef Abrahamsen 1
KÍF - StÍF
29-21 (14-11)
KÍF: Niclas Selvig 8, Hans Eli Sigurbjørnsson 5,
Andrias Nielsen 5, Tony Weihe 4, Rógvi Weihe 3,
Rúni Joensen 3, Ási Dam 1
StÍF: Pætur Joensen 6, Allan Norðberg 5, Jón
Rasmussen 3, Marius Joensen 3, Borgar Danielsen 2,
Teitur Nilssen 1, Jákup Berthelsen 1
Dómarar: Uni Wardum og Hannis Wardum
VÍF - Neistin
30-31 (18-15)
VÍF: Filip Jojic 14, Joen Pauli Høgnesen 3, Andrias
Eriksen 3, Martin Ritto 3, Sámal Hansen 2, Regin
Joensen 2, Agnar Joensen 1, Høgni W. Høgnesen 1,
Sámal Jákup Djurhuus 1
Neistin: Jugoslav Djumic 12, Rógvi Nolsøe 5, Beinur
Davidsen 4, Terji Mørk 3, Teitur Magnusson 3,
Herbjørn Lava 2, Torstein Balle 1, Ári Rouch 1
Dómarar: Uni Wardum og Hannis Wardum
Táin er helst ikki brotin
Sveinur:
Hondbóltur Stóra stjørnan hjá strandingum, Sveinur Justinussen, mátti í gjár av vøllinum við skaða, men
hann er við gott mót. Bæði tá talan er um skaðan, sum hann fekk í gjar og tá talan er um framtíðina hjá StÍF
Tað var um reppið, at Team
Klaksvík fekk stig móti Kyndli
fríggjadagin. Í gjár kom so ein
hvøkkur í Atlantic Airways
deildini, tá Neistin vann í Vest
manna móti VÍF. Heimliðið var
á odda fram til tíðliga í seinna
hálvleiki, tá Neistin fór at gera
um seg.
Tað endaði við, at Neistin fekk
brotskast nøkur fá sekund fyri
tíð við støðuni 30-30. Ábyrgdin at
skjóta avgerandi brotsskasti fall
Teiti Magnusson í lut. Hann var
tryggur og tryggjaði Neistanum
tvey óvæntaði stig.
trondur@sosialurin.fo
Neistin stóð fyri
hvøkkinum
Sveinur Justinussen mátti í
gjár av vøllinum við skaða, men
hann er við gott mót, bæði um
skaðan og framtíðina hjá StÍF
Myndir: Álvur Haraldsen