mánadagur 18. februar 2013síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 18. februar 2013 · Nr. 20
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
Tróndur Arge
Ongantíð eru karmarnir so góðir
til ein flogbóltsdyst, sum tá steypa
finalurnar eru. Spælt verður á al
tjóða gólvi, viðhaldsfólkini eru nógv
í tali, og alt landið fygir við dystar
gongdini. Tað kann ganga út yvir
spælið, at tað stendur so nógv upp
á spæl. Brádliga er hvør bóltur av
gerandi og hvør feilur kostar dýrt.
Um tað var tað, ið gjørdi, at favo
rittarnir úr Mjølni fingu eina vána
liga byrjan upp á steypafinaluna
er eitt sindur ilt at meta um, tí SÍ
gjørdi eisini sítt til at vinna fyrsta
settið. Í eitt sett var einki, sum
bendi á, at tað vóru genturnar í illa
farvaðum troyggjum, sum vóru
greitt oddalið í landskappingini.
Servurnar vóru ikki goðar, mót
tøkurnar enn verri og feilirnir
nógvir. Mjølnir var ikki at kenna
aftur, meðan SÍ við Anniku á
Stongum, Karin Mikkelsen og
Vivian Ole-Jacobsen tóktist stór
trívast í leiklutinum sum liðið, ið
einki hevði at tapa.
Annika bæði servaði og hevaði
væl, meðan Vivian og Karin upp
á skift smashaðu bóltin í Mjølnir
gólvið.
mjølnir
livdi upp
til favoritt
leiklutin
steypafinalan kvinnur
Flogbóltur Kvinnurnar úr Sørvági gjørdu ein ordans vørr
í fyrsta setti, men tá samanumkom, so vóru kvinnurnar
úr Mjølni omaná og vunnu steypakappingina
Sofía Purkhús, Mjølnir
– Tað var kanska óneyðugt
at tapa tað fyrsta settið. Vit
vóru ikki ordiliga klárar til tað
fyrsta settið. Vit hava roynt at
fokusera nógv uppá hendan
dystin. Aftaná fyrsta settið
avráddu vit at tora at spæla, og
royna at vinna nakrar bóltar,
vit vóru meira heitar og klárar
tey seinnu settini.
Mjølnir - SÍ 3-1
(19-25, 25-18, 25-22, 25-21)
Myndir: Álvur Haraldsen