mánadagur 18. februar 2013síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mánadagur 18. februar 2013 · Nr. 20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
25-19, og steypafinaludagurin
sá út til at skula byrja við einum
steypahvøkki.
Mjølnir finnur stevið
Í øðrum setti byrjar álopsspælið
hjá Mjølni at hanga saman. Mót
tøkurnar og hevingarnar eru góðar
og so er lætt spæl í álopinum hjá
Sofíu Purkhús og Birgit Guttensen
at medda bóltarnar í gólvið hjá SÍ.
Mjølnir svarar aftur og vinnur 25-
18.
Í triðja setti gekk eisini javnt á,
men sigursvandu kvinnurnar hjá
Mjølni høvdu tekkið og vunnu 25-
22.
Fjórða sett skuldi vísa seg at ger
ast tað avgerandi. Mjølnir helt fast
í sínum góða spælið, men SÍ spældi
fult upp til mótstøðuliðið úr Klaks
vík í opnum spælið, men verri stóð
til við servinum. Upp til einar seks
ella sjey ferðir enda servirnar í net
inum ella fara ov langt.
SÍ hevði møguleikan at tvinga
Mjølnir í eitt fimta og avgerandi
sett, men meðan Mjølnir spældi sítt
spæl og gjørdi fáar feilir, so kost
aðu mistøkini hjá SÍ dýrt. So dýrt,
at tá tær skulu sláa bóltin yvirum
netið og gjørdu tvifaltslag, so var
tað nokk til at Mjølnir fór við gull
inum.
Sigurin var uppiborin og Mjølnir
livdi upp til leiklutin sum favorittur,
sjálvt um tað tók eina løtu at finna
seg til rættis í glasiligu kørmunum,
men sørvágs kvinnur munnu helst
iðra seg um nógvu mistøkini í fjórða
settinum.
trondur@sosialurin.fo
steypafinalan kvinnur
Karin Mikkelsen, SÍ
– Tað er ongantíð stuttligt at
fáa eitt silvurmerki, men hevur
jú tapt tá ein fær silvur. Vit
vita, at vit kunna, og tað vístu
vit í fyrsta settinum, eins og vit
vístu tað í tí fyrsta dystinum
í landskappingini. Vit steðga
upp, og tora reint sagt ikki
at vinna. Ì seinasta settinum
gerast okkara seks servumistøk
okkum ógvuliga dýr. Tað kendist,
sum vóru vit ógvuliga seinar á
vøllinum. Vit fluttu okkum ikki
nóg skjótt, og tað er ikki nóg
gott, tá ein spælir ímóti
Mjølnir.
Eina Kalsø, Mjølnir
– Vit gjørdu ov nógv mistøk
í tí fyrsta settinum. Tá tað er
ein finala er tað ofta »nú«, at
tað skal henda, og vit skuldu
vindast í gongd. Vit vóru
greiðar yvir, at tað, sum hendi
í fyrsta settinum kundi henda,
men tíbetur megnaðu vit at
venda dystinum.
Marjun Kalsø, Mjølnir
– Vit fingu eina sjokkbyrjan. SÍ
spældi veruliga væl tað fyrsta
settið. Eg haldi, at tá ein er so
yvirspentur, so blívur tað ofta
uppá hendan mátan. Eg segði
við tær aftaná fyrsta sett, at vit
vóru noyddar til at byrja dystin
av nýggjum. Vit royna, sum fast
mál at vinna fýra stig hvørja
ferð mótstøðuliðið vinnur eitt
stig. Eg haldi vit fáa verjupartin
at rigga, og somuleiðis servir
nar, men vit megna ikki at
hava eitt nóg stórt servitrýst,
tí helvtin av servunum enda
uttanfyri vøllin. Eg haldi, at
SÌ hevði brúkt nógva orku í tí
fyrsta settinum, at tær dalaðu,
sum dysturin leið, meðan vit
fóru uppeftir. Og tað er tað, sum
krevst fyri at vinna dystin.
Myndir: Álvur Haraldsen