mánadagur 18. februar 2013síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 18. februar 2013 · Nr. 20
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
Tróndur Arge
ÍF stóð eftir við gullinum um hálsin
og steypinum í hondini, men tað
kundi verið so nógv øðrvísi um
nakrir avgerandi bóltar í triðja setti
koppaði til fyrimuns fyri SÍ.
Sørvingar halta langt eftir ÍF á
stigatalvuni í landskappingini. Tað
var tí ikki uttan orsøk, at ÍF vóru
gjørdir til stórfavorittar undan
dystinum. SÍ er tó kent fyri sín
óhugnaliga stóra stríðsvilja og tað
var sjón fyri søgn longu frá fyrsta
bólti, at sørvingar einki stig ætlaðu
at geva fuglfirðingum í finaluni.
Teir drønaðu avstað frá byrjan og
ÍF varð tikið av bóli. Blokkurin hjá SÍ
riggaði væl og fuglfirðingar tóktust
fjálturstungnir í álopsspælinum.
Hinvegin vóru Rajko Petrovic,
Niels Erik Anderson og serliga Jón
Joensen í stórformi fyri SÍ.
Eitt stig fyri og annað eftir stíl
aðu sørvingar móti steypagull
inum. Fyrsta settið varð vunnið
25-20. Fuglfirðingar tóktust ikki
síggja álvaran í at tapa fyrsta settið,
tí avrikið var ein vánaligt í øðrum
setti. Honvegin tóktust SÍ spælar
arnir fáa blóð upp á tonna. Góða
spælið helt fram og stigini blivu
bara fleiri og fleiri. Áðrenn teir vistu
av, so var 2-0 í settinum. Annað sett
varð vunnið greitt 25-19.
Avgerandi settið
Fuglfirðingar fingu ein triðja og
seinasta møguleika at bjarga sær
úr hættisligu støðuni. SÍ vildi ikki
geva seg og helt fram við sínum
ágrýtna verjuspælið og hartsláandi
álopsspælið. ÍF fekk so við og við
meiri stýr á sítt spæl og menn sum
Bjarni Larsen og Bárður Jacobsen
tóku nú ábyrgd á seg.
Tað gjørdist skjótt greitt, at
hetta varð settið, sum í nógvar
mátar kom at avgera dystin. Orkan
hjá SÍ gjørdi um seg, meðan ÍF fyri
ÍF og flog
bólturin
vunnu
Flogbóltur Stóri vinnarin av steypafinaluni hjá monnum
mundi helst verða flogbólturin. Í samfull fimm sett stríddust
ÍF og SÍ um steypagullið, sum endaði í Fuglafirði
Bjarni Larsen, ÍF
– Tað stóð ræðuliga nógv á í
triðja setti. Vit fáa ikki spælið at
koyra í tveimum teimum fyrstu
settunum, og eingin rútma var í
spælinum. Ì triðja setti tóku vit
okkum tó um reiggj.
ÍF - SÍ 3-2
(20-25, 19-25, 26-24, 25-17, 15-7)
Myndir: Álvur Haraldsen
steypafinalan menn