Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-02-18, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. februar 2013síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mánadagur 18. februar 2013 · Nr. 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttarblaðið hvørt vunnið stig gjørdist sterkari. Avgeradni løtan kom, tá tað stóð 24-24. SÍ var tveir bóltar frá at vinna finaluna, men tapir báðar bóltarnar og so er ÍF omaná. Teir vinna settið og taka eisini fjórða sett greitt 25- 17. Fimta og avgerandi setti er styttri enn hini og gongur bara upp í fimtan. Tí kundi hugsast, at SÍ fór at klára at manna seg upp til fimta setti. So var ikki. ÍF vísti at teir eru í serflokki í føroyskum flogbólti og vunnu greitt. Tað var ongantíð nakar ivi um, at ÍF fór at vinna settið, sum endaði við 15-7. ÍF fór við gullinum, SÍ fall við æru og flogbólturin fekk eina rimm­ar lýsing. trondur@sosialurin.fo steypafinalan menn Bartal Eliasen, ÍF – Tað stóð øgiliga nógv á. Vit plaga at spæla fimm sett, tá vit møta SÍ í finaluni, og tað plagar at koppa til okkum. Vit vistu, at vit megnaðu tað, so tað var bara at taka av hjá okkum. Vit eru nervakendir tvey tey fyrstu settini, og fáa ikki spælið at koyra, har vit hava ringar móttøkur og hevingarnar liggja illa. Men í triðja settinum líkasum koppaði alt til okkara fyrimun. Ì teimum báðum seinastu settunum eru vit klárt tað betra liðið. Jón Joensen, SÍ – Tú skalt ikki ynska mær tillukku við silvurinum aftaná hendan dystin. So avgjørt ikki aftaná ein hevur havt eina 2-0 leiðslu, tá er ein ræðuliga vónbrotin. Summir av okkara spælarum vóru ikki so royndir, og eg visti, at um vit fingu vind í seglini, og fingu spælið at koyra, so kundu vit halda øðiliga leingi, kanska trý sett, og tað bleiv eisini soleiðis. Men tað gekk akkurát ikki at vinna tað triðja settið. Tað var ein heving, sum gjørdi, at tað koppaði til ÍF, og tá byrjaðu teir at koma í gongd, og tá vistu vit, at tá var ringt hjá okkum at koma í gongd aftur. Tá ein fyrst kemur afturum og missir trúnna uppá, at tað ber til, tá er tað ótrúliga torført at koma afturíaftur. Tað vóru ikki teir, sum vóru so góðir í 4. og 5. setti, tað vóru vit, sum góvust at spæla. Vit skuldu havt vunnið hendan dystin, tað er einki ivamál. Hetta silvurmerki fer í skrell. Boban Ilic, ÍF – Hetta var ein góður og spennandi dystur. Vit høvdu eina, um ikki dovna, so bangna byrjan uppá dystin. Vit vóru ikki heilt við ta fyrstu løtuna. Tey seinnu settini prógvaðu vit tó, at vit eru tað betra liðið, og at vit eru í einari betri venjingarstøðu.Vit vóru óivað ikki klárir tey fyrstu settini, tí vit hava vunnið allar dystirnar í landskappingini higartil. Vit undirmettu teir, og teir spældu væl tey fyrstu settini. Tá vit vunnu triðja sett gjørdist eg tó vísur í, at vit vóru at vinna dystin. Myndir: Álvur Haraldsen