Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-02-18, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. februar 2013síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 18. februar 2013 · Nr. 20 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttarblaðið Tróndur Arge Neistin hevur framvegis fult stiga­tal í landskappingini. Undan dystinum í Vestmanna vóru tað annars fleiri í væntaðu, at hetta kundi verða dysturin, har Neistin misti síni fyrsti stig. Tað gekk eisini javnt á leingi. Serliga var Liljan Djurhuss stór­spælandi í álopinum hjá VÍF/ Tjaldur. Hon skoraði ikki færr enn 14 mál. Tað eydnaðist als ikki verj­ uni hjá Neistanum at steðga stór­ skjúttanum úr Vestmanna. Hon er ein lyklaspælari hjá liðnum og tað hevur verið upp á tal, at hon møguliga skuldi skifta til Kyndil. Tað er tó øllum greitt hví VÍF/ Tjaldur hevur hildið so fast í bakk­ inum. Tíverri fyri felagsliðið og Liljuna, so var hon nakað einsamøll í álops­ spælinum og tá samanumkom var tað ikki nokk til at gera nakað við sigursrøðina hjá Neistanum. Oddaliðið úr havn heldur fram við at sita tungt á føroyskum kvinnu hondbólti. Hvørja ferð tað stend­ur nógv á, megna tær at seta ferð­ina upp og fáa tey avgerandi mál­ini. Onkru helt fyri, at avrikið í steypafinaluni ikki var sannførandi nokk, men hinvegin, so ber ikki til at vinna á øðrum enn tí liðnum, sum stendur hinumegin. Tí kann eeinki takast frá Neistanum í ár. Tær eru søgt sagt bara betri enn hini liðini. Á liðnum hjá Neistanum vóru fleiri spælarar, sum skutu málini. Hetta sæst millum annað við, at tríggir spælarar skutu seks mál og ein skjeyt fimm mál. Fyri felagsliðið skjeyt Liljan sum kunnugt 14 mál, meðan Tóra Seloy skoraði næst flest mál við bara fýra. Úrslitið gjørdist 31-26 til Neistan. Fremsta deild kvinnur nr. Lið Dystir Vunnin mál Tapt mál Munur Stig 1 Neistin 13 408 310 98 24 2 Kyndil 13 293 283 10 16 3 VÍF/Tjaldur 12 296 307 -11 12 4 VB 14 332 361 -29 10 5 StÍF 13 325 363 -38 9 6 Stjørnan 13 300 330 -30 7 VÍF/Tjaldur - Neistin 26-31 (15-16) VÍF/Tjaldur: Liljan Djurhuus 14, Tóra Seloy 4, Eilin Hansen 2, Sarah Hansen 2, Heidi Sevdal 1, Ansy Sevdal 1 og Barbara Nygaard 1 og Amanda Kristensen 1 Neistin: Bára Hansen 6, Jacklin Durhuus 6, Barbara Brauer 6, Nicoleta R. Hansen 5, Eir Berg 3, Marjun Danberg 3, Unnur Danielsen 1 og Rakul Agustinussen 1 VB - StÍF 37-29 (17-16) VB: Gurið Mortensen 10, Tamara Radic 7, Marijana Trbojevic 6, Bára Krosslá Mortensen 4, Rannvá Johannessen 3, Rúna M. Jacobsen 3, Bjarta Hergirsdóttir 1, Helja Eyðunsdóttir 1 og Laila Jespersen 1 StÍF: Oddrún Danielsen 7, Rebekka Justinussen 6, Paula Høgnesen 6, Fríðrún Danielsen 5, Bára Berthelsen 3 og Birna Tummasardóttir 2 fremsta deildin kvinnur Liljan megnaði ikki at koppa Neistanum einsamøll Í Vági komu nógv mál tá VB og StÍF spældu. Tað endaði við 37-29 sigri til VB, sum fyri viku síð­an tapti steypafinaluna fyri Neist­anum. Gurið Mortensen er undan­gongu kvinna á lið hjá VB. Hin prógvaði aftur sítt virðið við at skjóta tíggju av málunum hjá heima­liðnum. VB hevur teir útlendskar spæl­ arar, sum ikki altíð hava livað upp til tað, sum væntað var av teim­ um. Í gjár vístu tær seg tó frá síni bestu síðu í álopsspælinum. Tamara Radic skoraði sjey mál, með­an Marijana Trbojevic skoraði seks mál. VB gjørdi nógv fyri at steðga rebekku Justinussen, sum hev­ur skotið næst flest mál í før­oysku kappingin í hesum kapp­ingar­ ár­inum. Hon fekk ikki fleiri enn seks mál. Toppskjútti hjá StÍF gjørd­ist Oddrún Danielsen. VB er seks stig aftanfyri Kyndil, sum í løtuni liggur til at taka hitt FM finalu plássið. Tær hava somuleiði spælt ein dyst fleiri, so er spurningurin um tað tær enn eina ferð skulu snýkja seg í eina finaluna á heldur ótrúlign hátt – tað ber til – tí tað hava tær sjálv­ar prógvað í FM finalunum. VB vann málveitslu Hondbóltur Liljan Djurhuus skjeyt ikki færri enn 14 mál fyri VÍF/Tjaldur, men tað var ikki nokk til at vinna á Neistanum, sum seinastu tíggju minuttirnar gjørdi bart Hingu í VÍF/Tjaldur hekk leingi í Neistanum, men so gjørdi oddaliðið bart og breyt frá Myndir: Álvur Haraldsen