Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-02-18, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. februar 2013síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mánadagur 18. februar 2013 · Nr. 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Avtakið avtøku av Landsbankanum Kristina Háfoss Løgtingskvinna fyri Tjóðveldi 45 dagar eru nú eftir til enda­ ligu avtøkuna av Landsbanka Føroya. Niðurteljingin til 1. apríl og harvið avtøku av hesum grundleggjandi stovni, ið varð stovnaður við lóg fyri 35 árum síðan, er av álvara byrjað. Men nú fær Løgtingið møgu­leika at viðgera málið einaferð enn, og at broyta avgerðina um avtøkuna, ið samgongan samtyktið beint fyri jól. Tí Tjóðveldi hevur lagt fýra mál fyri Løgtingið. Lógaruppskot, ið avtaka tær fýra lógarbroytingarnar, ið av­taka Landsbankan 1. apríl 2013. Fakfeløg, stovnar og arbeiðsgevarafelag ávaraðu Tað var sanniliga ikki uttan orsøk at allir hoyringspartar, herímillum 24 fakfeløg og Føroya Arbeiðsgevarafelag, ávaraðu ímóti at samtykja lógar­uppskotini um av­tøku av Landsbankanum – utt­an felagið fyri peninga­stovn­ar­ nar. Allar grundgevingar um sparingar og gjøgnumskygni vórðu í viðgerðini av málinum hartil afturvístar, tí avtøkan kemur mest sannlíkt at kosta landinum stórar upphæddir og munandi meira enn í dag, og neyðuga gjøgnumskygnið kann skapast uttan av­tøk­ una. Hartil kemur av­tøk­an at spjaða alla tað tjóðar­ búskaparligu vit­an­ina vit hava í dag, og avtaka einasta óhefta tjóðarbúskaparstovn Føroya. Veruliga endamálið við avtøkuni Endamálið við avtøkuni tyktist tí at vera eitt heilt annað, enn tað, ið varð sagt alment frá fíggjar­málaráð­ harrans síðu. Nevnliga at sleppa undan einum óheftum búskaparstovni, ið kemur við búskaparmetingum og –ráðgeving, ið til tíðir kann ganga ímóti landsstýris­fólk­ um. Hartil fæst lættari polit­ isk atgongd til stýring og um­siting av fleiri milliardum krónum hjá Samhaldsfasta Arbeiðsmarknaða­reftir­ lønargrunninum og gjaldføri landsins. Samhaldsfasti og gjaldføri landsins frá Landsbanka til Jørgen Tí ætlaða avtøkan av Lands­ bankanum 1. apríl 2013 merk­ ir m.a. at fylgjandi verð­ur flutt frá óheftum stovni, ið partarnir á arbeiðs­markn­ aðinum stjórna, til stovn beint undir landsstýris­ mann­inum í fíggjarmálum, Jørg­en Nicla­sen: 1) G j a l d fø r i s u m s i t i n g landsins (um 2 mia. kr. í tøkum gjaldføri), 2) 160 mió. kr. í Tiltaksgrunni Landsbankans, 3) skuldarumsiting landsins, og 4) Samhaldsfasti Arbeiðsm arknaðareftirlønargrun nurin (við ogn á yvir 900 mió. kr.) Føroyar gerast veikari og ótryggari Meðan fíggjarkreppan hev­ ur lært øll onnur lond, ið vit samanbera okkum við, at alneyðugt er at styrkja og menna teirra óheftu tjóðar­ búskaparligu stovnar, og styrkja teirra ráðgeving og eftirlit við fíggjargeiranum, so hevur samgongan valt at Føroyar skulu vera ein­ asta europeiska landið utt­an tjóðbanka ella tjóð­banka­ líknandi stovn. Farið er so langt sum at taka stig til, at ongin óheftur tjóðarbúskaparligur stovnur skal vera í Føroyum. Harvið verður ongin stovnur, ið m.a. skal tryggja eitt veruligt og styrkt tjóðarbúskaparligt eftirlit við føroyska fíggjar­ geiranum, og gerast Føroyar hartil enn fátækari tá um­ ræður búskapargreining og ráðgeving framyvir. Hetta ger okkara samfelag veikari og ótryggari. Gevur sostatt als onga meining. Hvørjum skal Lands­ bankaavtøkan tæna? Fyri at geva Løgtinginum ein møguleika at avtaka avtøkuna av Landsbankanum, eru tí fýra løgtingsmál um at av­ taka avtøkuna av Lands­bank­ anum, og at lata um­sit­ingina av Sam­haldsfasta Ar­beiðs­ m a r k n a ð a r e f t i r l ø n a r ­ grunn­inum aftur til Lands­ bank­an og partarnar á ar­beiðs­marknaðinum, nú løgd fyri Løgtingið. Hóast 1. apríl - og harvið enda­liga avtøkan av Lands­ bankanum - nærkast, so er enn møguligt at avtaka av­ tøkuna. Ein avtøka, ið ger Føroyar veikari og ótryggari, og sum undir øllum umstøðum verð­ ur fyribils, tí Landsbanki Før­ oya sjálvandi verður endur­ stovnaður, so skjótt nýggj samgonga verður skipað. kjak Rembingar, sparingar, ætl­ anir og broytingar eru í sam­felagnum. Men onkur broyting er, ið mær hugar at seta spurnartekin við. Alt meðan fólkaskúlin hevur nógva umrøðu og er í mongum andgletti, er MMR umskipað, at fólka­ skúladeildin ER BURTUR! Fólkaskúlan hava øll eina meining um - summi við, "svørtum skúla" og 50 ára gomlum royndum - men vit kunnu skjótt semjast um, at fólkaskúlin er rúmið, vit í ávísan mun kunnu mynda komandi ættarliðið, eisini til frama. Skúlaleiðslur og lær­ar­ ar hava havt fólka­skúla­ deildina at venda sær til við ymsum fyrispurningum. Ofta hevur verið víst á, at fólka­skúla­deildin var und­ir­mannað, og at alt ov nógvir bóltar vórðu í luft­ini í senn. Men tey, ið mann­aðu fólka­skúla­deild­ ina, høvdu eina ávísa vitan um fólkaskúlan. Hvat ætlar MMR við fólkaskúlanum? Hvønn bata kunnu vit, ið starvast innan fólkaskúlaøkið, hóma í hesi broyting? At strika heitið og leggja ein part undir "Politikkdeild" er eing­in frágreiðing! Eru vit eis­ini í "Stýrisdeild" og "Vitanar­deild"? ...og um so er, nær eru vit hvar? Mentamálaráðið fevn­ir - tíbetur - um allar lær­ar­ar og næmingar í fólka­skúl­ anum. Lat tað verða slig­ ið fast, at hetta økið eig­ ur ONGANTÍÐ at gerast kommu­nalt! Men Mentamálaráðið skal eisini hava vitan at bera fólkaskúlan fram, menna og seta krøv til lær­arar og næmingar. MMR skal skipa útbúgvingar og eftir­út­ búgv­ing­ar og alt hetta við bestu ynskjum um bestu møgu­leikar frameftir. Tey, ið varða av fólka­ skúl­anum, mugu hava inn­lit í gerandisdagin í fólka­skúl­ anum. Tað er trupult hjá fólki, ið hava verið burtur úr skúladegnum í meira enn 5-10 ár, at vita, hvussu skúlin sær út í dag. Vit eru í eini øgiligari menn­ing innan kt-økið. Sam­virknu talvurnar hanga á mongum skúlabrósti, og nú fáa nógvir næmingar eisini teldlar í fangið. Hvør er hugsanin um alt hetta nýggja? Hvørjar tankar og hvørji fyrilit hava starvs­ fólkini á MMR gjørt sær, at talan ikki bert er um pen­ ing at fjálga veitarar, men at vit fyrst og fremst fjálga um undirvísingina? Hvussu tryggja vit okkum føroyskt skúlatilfar - og fjølga um før­oyska málið? Hvar er út­ búgvingin og eftir­út­búgv­ ingin til kt-vørðar? Broytingarnar sýnast mær at vera í so lítið gjøg­ num­skoðar. MEN! Kanska politikkarar og ráð­harrar seta alment fram orðini, ið tryggja okk­ um góðan og mennandi fólkaskúla. KANSKA! Hvar endaði fólkaskúla­ deildin? Jákup av Skarði Vil Eidesgaard hava eitt loysingarkabinett? Edmund Joensen fólkatingsmaður fyri Sambandsflokkin Ein gamal politiskur telvari hevur leikt ein snildan leik Gamli formaðurin í Javn­ aðar­flokkinum var farna vikuskifti úti við boð­skap­ inum um, at nú er neyðugt við blokkpolitikki í Føroyum. Ítøkiliga heitir Jóannes Eidesgaard á verandi leiðara í Javnaðarflokkinum, Aksel V. Johannesen, og Høgna Hoy­ dal, formann í Tjóðveldi, um at skipa ein "reyðan blokk". Endamálið er at fáa til vega ein "vinstravendan poli­tikk", sum hann tekur til í áhugaverdari og væl skriv­ aðari tíðargrein í Sosialinum um vikuskiftið. Reyðar lampur blunka Flestu munnu vera samd um, at neyðugt er at broyta høgravíðgongda politikk­in­ um hjá ABDH-samgonguni. M.a. skattingin av pensjónum við útgjald er millum átøkini hjá samgonguni, ið vóru bet­ ur ógjørd. Hinvegin eiga reyðar ávar­ ingarlampur at blunka, nú gamli javnaðarformaðurin mælir til eitt reytt kabinett. Man veruleikin ikki vera, at Jóannes Eidesgaard vil para Javnaðarflokkin og Tjóð­veldi fyri at fáa eitt loys­ ing­ar­kabinett? Varð settur uttanfyri Flestu munnu minnast, hvussu táverandi formaðurin í Javnaðarflokkinum aft­uri í 1998 ferð eftir ferð royndi at koma upp í full­veldis­sam­ gong­una. Javnaðarflokkurin varð tó settur uttanfyri, og tað hevur gamli formaðurin neyvan gloymt. Legg til merkis, at CHE- landsstýrið undir leiðslu Jó­ annes Eidesgaards vildi skerja ríkisveitingina við 117 mió. kr. afturat - og kasta til­svarandi av vælferð yvir borð. Sama landsstýrið undir somu leiðslu vildi - nakrar fáar vikur áðrenn heimsfevnandi búskaparkreppan brast á - yvirtaka fíggjareftirlitið og fíggjarøkið, sum var bol­ verkið hjá føroyingum, tá ið bankar kring verðina, her­ undir Eik-samtakið, fullu sum dominobrikkar. Eidesgaard skrivar, at Javnaðarflokkurin má ikki vera ov smásárur í ríkis­rætt­ar­liga málinum, tá flokk­urin fer í "reyða kabi­ nett­ið" saman við Tjóðveldi. Tað má væl merkja, at loys­ ingarpolitikkurin í CHE-sam­ gonguni í øllum førum skal halda fram. Vælferð ella loysing - ikki bæði Tað verður einki minni enn ein vanlukka, um Javn­aðar­ flokk­urin letur Tjóðveldi koma úr and­støðukuldanum í eitt "reytt kabi­nett". Tað er ein søgulig sann­ roynd, at man fær ikki bæði loysing og vælferð. Man má velja annað av hesum. Kenni eg javnaðarfólk rætt, velja tey vælferð fram um loysing. Tó er áhugavert at síggja, at gamli formaðurin í Javn­ aðar­flokkinum fram­vegis telv­ar.