mánadagur 18. februar 2013síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 18. februar 2013 · Nr. 20
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Standa saman um nýggj krøv
Tóra við Keldu
Hugurin drívir verkið, og
lættast er at fáa høpi og
endamál í arbeiðið, sum gev
ur meining, har tú kennir teg
hava ávirkan, og har tú gert
tað, tú brennur fyri. Tá ið tíðir,
krøv og uppgávur broytast,
er áhugavert at spyrja, hvat
kann hótta arbeiðsgleðina og
gera, at nýggju krøvini køva
neyðugu fyritreytirnar.
Livandi samfelag
við avbjóðingum
Har menniskju liva, eru al
tíð stórar avbjóðingar. Hóast
vit føroyingar eru fáir, hevur
eingin sagt, at her er lættari
at liva. Og vitandi um av
bjóðingar grannalond okk
ara hava, tykist tað sum um,
at í Føroyum fáa ymiskar
samfelagsligar avbjóðingar
nú og tá lív, og blást verður
í allar lúðrar, tí nú skulu øll
vakna, jú, tí hetta er nakað
heilt nýtt og ofta serføroyskt
fyribrigdi.
Sjálvsagt er neyðugt at
seta orð á ræðuleikar sum
likamligan harðskap, mis
nýtslu av børnum og happ
ing, sum altíð liggja og lúra.
Men nakað nýtt er hetta ikki.
Aldargamlir ræðuleikar, sum
í dag oftari verða tiknir fram
í ljósið og orð verða sett á.
Neyvan fara hesir nakrantíð
at hvørva heilt.
Áhugavert við kanning úr
Svøríki, har tey miðvíst hava
havt ein góðan og effektivan
lóggivnan
politikk
ímóti
happing. Hóast stór framstig
og minkandi happing síðani
lóggávuna í 1994, verða um
leið 5% av svium í dag tó
happaðir. Tí er neyðugt, at
vit sum samfelag altíð hava
eyguni vend á hesar ótolandi
ræðuleikar og finna muna
góðar loysnir - ikki bara tá
ið nýtt átak gerst veruleiki,
tá ið ráðstevna stendur fyri,
ella tá ið ein nýggjur filmur
verður vístur.
Serkunnleiki inn
í fólkaskúlan
Í hesum sambandi er vorðin
vanlig siðvenja hjá mongum,
tá ið ljós verður varpað á av
bjóðingar í samfelganum, at
peika sama veg. Hóast for
eldrini eiga børnini, so halda
fleiri, at tað er so deiliga "lætt"
at byrja í fólkaskúlanum.
Gamaní, fólkaskúlin er staðið,
sum savnar børn og ung og
lætt er at raka hópin. Hetta
fær eisini vertin í sendingini
Sjónarhornið at spyrja løgna
spurningin: "Er tað so liv
andi galið, at skúlarnir í Før
oyum framvegis ikki megna
at forða fyri happing?" Tá
ið happing er ein veruleiki,
er tað ræðuligt og eigur at
verða steðgað alt fyri eitt,
men sjálvsagt er trupulleikin
samansettur og uppliving
arnar ymiskar - tí hevur t.d.
eg.fo vegleiðing til foreldur
og onnur vaksin um at vera
ábyrgdarfull.
Men hvar er serkunn
leikin? Lærarar eru saman
við børnum og ungum ein
part av degnum og hava
eisini stóra ávirkan á tey.
Havi við stórum áhuga sæð
hugvekjandi
sendingarnar
"Myginds mission", har Peter
Mygind hevur eina missión
at steðga happing í 8. x og
harvið á øllum skúlanum.
Skjótt legði eg til merkis,
hvussu góða tíð Mygind hevði
at tosa við næmingarnar.
Hann hevði ikki ábyrgd fyri
fakligari menning, einki atlit
at námsætlan, ársætlan ella
undirvísingargongd,
einki
samstarv við starvsfelagar,
hevði ikki einar 100 ymiskar
næmingar í teimum 26 pults
tímunum við fyrireiking um
vikuna, rætting av stílum,
fyrisagnum ella uppgávum,
einstakar foreldrasamrøður
og annað, sum er ein partur
av vanligum uppgávum hjá
lærarum. At enda er vert at
undirstrika, at afturat sær
hevði Mygind ein persónligan
happingarráðgeva, sum hann
altíð kundi tosa við. Ein góð
ynskilig støða - tó als ikki
lík støðuni hjá lærarunum í
gerandisdegnum.
Júst
hesin
leistur
er
møguliga
gongd
leið,
at
serkunnleikin kemur inn
í fólkaskúlan, serkøn fólk,
sum hava ávísa uppgávu við
fakligari vitan at fyribyrgja
og vegleiða, og sum hava
tíð og møguleika at vera til
reiðar, júst tá ið brúk er fyri
tí. Haldi, at hetta hevði loyst
onkrar trupulleikar.
Fólkaskúlaskipanin
ikki barnavinarlig
Verandi
fólkaskúlaskipan
er ikki serliga barnavinarlig,
tá ið hugsað verður um
trivnað og børn, sum hava
trupulleikar. Í skúlatíðini eru
tey bundin at tímatalvu við
einum vaksnum til einar 17-
27 næmingar. Hóast vit vita,
hvat trivnaður krevur, fylgir
hvørki tíð ella serkunnleiki
við.
Tá ið ljós verður varpað á
trupulleikar sæst veruliga,
hvussu mong eru, sum ikki
hava tað gott. Tí hevur tað
týdning støðugt at varpa
ljós á trupulleikarnar, og at
teir frá byrjan verða tiknir í
álvara. Í einum samfelag har
80-90 hjúnarskilnaðir hvørt
ár geva børnum djúp sár, har
5% av næmingum í 8. flokki
hava verið fyri kynsligum
ágangi og 14% av næmingum
í fólkaskúlanum verða happ
aðir, bara fyri at nevna ein
part, eru fylgjurnar umfat
andi. Hesar merkjast sjálv
sagt í skúlanum. Lærarar
fáa nógv at gera og krøvini
kunnu kennast, uttan nøkt
andi serkunnleika, køvandi.
Í faldaranum “Harðskapur
í parlagi og nærsambondum”
stendur m.a., at týðandi
partur av heildarætlanini er
at undirvísa yrkisbólkum í
harðskapi, og at tey skulu
førleikamennast at fara um
harðskapsmál og veita stuðul
og viðgerð til persónar, ið
eru fyri harðskapi. Hetta er
avgjørt ynskiligt, men eg
hugsi ikki, at tað í skipanini
er møguligt at førleikamenna
lærarar í øllum teimum
ymisku
ræðuleikunum
næmingar í dag tíverri upp
liva. Her skal - umframt
grundleggjandi og áhaldandi
arbeiði - peningur til.
Um hugurin skal dríva
verkið í tíðini, har krøv og
uppgávur broytast, er áhuga
vert at spyrja, hvat kann
varðveita
arbeiðsgleðina
og svarið er óivað, at tað er
tvingandi neyðugt, at yrkis
bólkar standa saman um
nýggju krøvini, so allir partar
kenna, at hugurin drívur
verkið og børnini fáa røttu
hjálpina og vón fyri fram
tíðina.
kjak
Sosialistisk Ung til Gerhard: Ein ljós framtíð
Har er ein vegur úr atgerðar
loysi og álopum á tey veiku.
Føroyar hava alt ov leingi ligið
lamnar av, at ávísir flokkar ikki
kunnu samstarva, og av at ein
flokkur livir av at einki hendir.
Tí harmar tað okkum, at Ger
hard Lognberg, tingmaður
Javnaðarfloksins, er úti og
talar formanni floksins ímóti.
Gerhard dettur tíverri í somu
felluna, sum alt ov leingi hev
ur gjørt Føroyar fátækari
og minni skapandi, enn tær
kundu verið. Útsagnirnar hjá
Akseli V. Johannesen vísa hin
vegin, at hetta ikki nýtist at
vera so.
Veruliga hóttanin
Tað er ikki Tjóðveldi, sum er
hóttanin móti vælferð Føroya.
Núverandi samgonga vísir, at
ræðumyndirnar um, hvat kann
henda í ringasta lagi, ikki bert
eru ræðumyndir. Samgongan
er longu komin væl á leið at
avlaga vælferðarsamfelagið.
Tað er ikki nakað, sum kann
henda, tað hendir. Fleiri brúk
aragjøld, hægri skatt til tey
lágløntu við forskatting av
pensjónini og ein óneyðuga
stóran skattalætta til tey ríku
og vælhavandi. Politikkur, sum
sjálvt ein søguliga høgravend
ur stovnur sum IMF, sigur er
skeivur allastaðni í heimin
um.
Hetta er veruleikin. Hetta
er hóttanin vit standa yvirfyri.
Fólkaflokkurin hevur fingið
alt ov stórt vald, alt ov stóra
ávirkan. Sambandsflokkurin
og gomlu lítlu flokkarnir
hava tíverri gloymt teirra
egnu stevnuskráir, og arbeiða
viljaleysir fyri málunum hjá
Fólkaflokkinum. Tí er tað
heilt einfalt skeivt at hyggja
at tjóðskaparligu støðuni, og
siga, at vit undir ongum um
støðum vilja samstarva við
Tjóðveldi – sum hóast alt er
ein vinstravendur flokkur.
Tjóðveldi veit, at um tað vil
hava undirtøku fyri loysing
einaferð í framtíðini, má tað
vera við til at uppbyggja
álit á politisku skipanina og
skapa eitt vælferðarsamfelag,
sum kann veita fólkinum
tryggleika. Ger Tjóðveldi ikki
tað, fær tað ongantíð meiriluta
í eini fólkaatkvøðu. Hetta er til
fyrimuns fyri Javnaðarflokkin,
síðani Javnaðarflokkurin helst
er einasti flokkurin, sum Tjóð
veldi kann fáa hesar broyting
arnar ígjøgnum við.
Fólka- og Sam
bandsflokkurin
Fólkaflokkurin kann ikki brúk
ast til at reka politikk. Flokk
urin lurtar ikki eftir fólkinum,
serfrøði ella nøkrum øðrum
enn, hvussu flokkurin fær vald
og hjálpir sínum egnu. Tað er
ikki so frægt sum at flokkurin
førur
vinnulívsvinarligan
politikk. Politikkurin er til
fyrimuns fyri nøkur av teim
um vinnulívsfólkunum, sum í
dag eru í vinnu. Og tað bløða
landið og fólkið fyri. Tí gleðir
tað okkum í SU, at formaður
Javnaðarfloksins hevur meld
að klárt út, at Fólkaflokkinum
samstarva vit ikki við aftur.
Tað merkir ikki, at Javnaðar
flokkurin frásigur sær vald. Ein
samgonga við Fólkaflokkinum
hevði ikki rættað tey mistøkini
ella fylt holini, sum undan
farnu samgongur hava skapt
ella sæð burtur frá. Javnaðar
flokkurin hevði ikki kunnað
fylgt síni stevnuskrá saman
við Fólkaflokkinum.
Hetta merkir ikki, at vit
bara kunnu samstarva við
Tjóðveldi. Sambandsflokkurin
hevur í løtuni gloymt, hvørjum
politikki flokkurin stendur
fyri. Gevur veljarin flokkinum
greið boð um, at flokkurin er
farin ov langt til høgru, kemur
progressivi og sosiali parturin
av Sambandsflokkinum vón
andi fram aftur.
Tjóðarsemja
Dreymurin og málið hjá Javn
aðarflokkinum eigur í so
máta at vera at byggja eina
tjóðarsemju. Fullveldi og sam
band fylla óneyðuga nógv í før
oyskum politikki. Tað skapar
split millum flokkar, ger, at
natúrligar semjur hvørva, og
gevur afturhaldssinnaðum og
sjálvsøknum drívmegum ov
nógv vald.
Hví er tað ikki natúrligt at
hugsa, at Javnaðarflokkurin
leiðir eina samgongu millum
Tjóðveldi og ein progressivan
Sambandsflokk? Eina og aleina,
tí vit av vana hugsa, at tað ikki
ber til. Stevnumiðini hjá Tjóð
veldi,
Javnaðarflokkinum
og Sambandsflokkinum eru
kanska tey, sum minna mest
um hvørt annað, av øllum
teimum politisku flokkunum.
Javnaðarpolitikkurin
kann
byggja brýr á teimum økjun
um, har Tjóðveldi og Sam
bandsflokkurin eru ósamd.
Og tað er í áhuganum hjá bæði
Tjóðveldi og Sambandsflokk
inum at kasta saman við Javn
aðarflokkinum, fyri at koma
fram móti einum meira sosia
lum, rættvísum og skapandi
landi. Tjóðveldi fyri at skapa
vøkstur, treysti og trivnað.
Sambandsflokkurin fyri at
prógva, at vit kunnu hava eitt
dynamiskt, mentað og trygt
samfelag saman við Danmark.
Og
Javnaðarflokkurin
fær
bygt tær samhaldsføstu, fram
skygdu og savnaðu Føroyar, vit
droyma um.
Javnaðarflokkurin er ein
asti flokkurin, sum á hendan
hátt kann byggja eina brúgv
millum vengurnar í Føroyskum
politikki. Og hetta er ein upp-
gáva, sum vit eiga at taka á
okkum. Tað ljóðar droymandi,
men í longdini er tað einasti
mátin, Føroyar verða betri.
Vit mugu samstarva. Svarið
er hvørki meira blokkur ella
blokkniðurskurður, men at
vit taka ábyrgd og byggja eitt
betri samfelag. Og hetta gera
vit einans, um vit samstarva
við flokkar, sum vilja skapa
eitt betri samfelag fyri øll,
heldur enn bert fyri tey sterku.
Har eru altíð fleiri møguleikar,
enn vit halda.
Nevndin og limirnir í Sosialistisk Ung