mánadagur 18. februar 2013síða 23
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mánadagur 18. februar 2013 · Nr. 20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mentanarimperialisma og
danskur tramansskapur
Edmund Joensen
fólkatingsmaður fyri
Sambandsflokkin
Sambandsmaðurin á Fólka
tingi er so nasvísur at arbeiða
fyri, at Ríkisfelagsskapurin
skal gera tað høgligari fíggjar
liga hjá lista- og mentafólkum
í Føroyum at arbeiða - tann
reina mentanarimperialisma
og danskur tramanskapur!
Seinastu dagarnir hava
verið áhugaverdir.
Sjáldan hava summi gjørt
sær so góðan ómak at vera so
firtin.
Vørpini hava flutt gleps
út í loftrúmið.
Heimasíður og bloggur
kóka av illsinni.
Á Facebook er vreiðin - og
tað, sum verri er - øðilig.
Við knappaborðini sita
tey og blása sínar reyðu
kjálkar upp og fýsa firtnar
boðskapir úr sær.
Á havnarskrivstovuni í
Runavík hevur man, sum ikki
einaferð, mist tamarhaldið á
sær sjálvum.
Sjálvt av føroysku sendi
stovuni í Brússell koma lit
fagrar elektroniskar heils
anir, helst fyri almennar
pengar.
Ikki eiti á.
Mentanarimperialisma
og tramanskapur!
Hví eru tey so firtin?
Jú, tann stóra miseran
er, at sambandsmaðurin á
Fólkatingi er nasvísur.
Hann er so næsadjarvur
at arbeiða fyri, at Ríkisfe
lagsskapurin skal gera tað
høgligari fíggjarliga hjá lista-
og mentafólkum í Føroyum
at arbeiða.
Hvat man hann billa sær
inn?
Skal DANMARK nú fíggja
OKKARA list og mentan?
DANSKIR pengar?
Her er heilt galið. Tað
reina fordærv.
OKKARA mentan varð
yvirtikin eftir fólkaatkvøð
una í 1946!
Hetta fær ikki verið ann
að enn DONSK mentanar
imperialisma.
DANSKUR
tramans
skapur!
Ovast uppi á barrikadun
um síggjast teir mest reyð
gløðandi nationalistarnir.
Tey fáu, sum rópa harðast
um heita luft og spinn, ganga
fyri at vera listafólk, leys av
politiskum áhugamálum.
Sannleikin man vera, at
tey nú eru rakt innast í sína
partapolitisku hjartakúlu.
Hvat snýr málið
seg um?
Lat okkum skera ígjøgnum
larmin og illsinnið.
Hetta snýr seg í heilt
stuttum um, at mentanar
nevndin
í
Fólkatinginum
ynskir, at tað skal gerast
lættari hjá listafólkum í
Ríkisfelagsskapinum, og har
við eisini í Føroyum, at søkja
mentanarpengar til sítt virk
semi.
Øll vita, at tað er fíggjar
liga tungt at arbeiða innan
mentanarøkið, ið hevur so
stóran týdning fyri okkum
øll.
Í Fólkatinginum er málið
ikki nýtt.
Tvørtur um valskeið og
skiftandi politiskar saman
setingar er tosað um, at vit
í Fólkatinginum eiga at sláa
eitt felags slag fyri mentan
og list í Ríkisfelagsskapinum
- í breiðari merking.
Sum umboð fyri Sam
bandsflokkin hevur undir
ritaði - sjálvandi - arbeitt
fyri sakini og havt hana á
máli við leik og lærd, lista-
og mentafólk, tinglimir og
ráðharrar.
Spakuliga hevur málið
búnast, og tað hevur verið
positivt.
Filmsgrunnurin
hjá Sjúrði
Fólkatingsmaðurin hjá Jav
naðarflokkinum hevur eisini
sitið undir orðinum.
Eitt nú hava vit báðir, í
sátt og semju, verið á fundi
við
fyrrverandi
danska
mentamálaráðharran, Uffe
Elbæk, og har vórðu búnaðu
tankarnir havdir á lofti.
Brádliga, tann 24. januar
í ár, kemur eitt solo-útspæl
frá
sosialdemokratinum,
Flemming Møller Mortensen,
formanni
í
Fólkatingsins
mentanarnevnd.
Hann
er partamaður hjá Sjúrði
Skaale.
Hann vildi brádliga hava
ein grunn stovnaðan, "Det
Danske Riges Kulturfond",
sum skuldi veita films- og
sjónleikaverkætlanum
fíggjarligan stuðul.
Í danska Javnaðarflokk
inum er tað Sjúrður Skaale,
sum stýrir føroyapolitikkin
um, so hetta var eitt útspæl
frá Sjúrði sjálvum.
Í sjálvum sær er útspælið
positivt og hevur eitt gott
endamáli.
Men útspælið við einum
grunni er ov avmarkandi og
fastlæsandi. Tað tekur bert
atlit til film og sjónleik. Við
Sjúrðasa modelli sleppa aðrar
listagreinar ikki upp í part.
Leisturin er eisini merktur
av, at man vil forða fyri, at
latið verður upp fyri teimum
stóru fíggingarkeldunum í
Ríkisfelagsskapinum.
Bæði Flemming Møller
Mortensen og Sjúrður Skaale
fjala seg aftan fyri, at mentan
er eitt yvirtikið málsøki, og
at breitt samstarv tí ikki ber
til.
Hetta fýrakantaða og for
malistiska argumentið kann
sjálvandi ikki brúkast.
Breiða semjan í
mentanarnevndini
Sambandsflokkurin á Christ
iansborg og Vinstriflokkurin
vilja nakað annað.
Okkara politikkur er ein
breið konstruktión, ið rúmar
øllum listagreinum og sum
meira frítt gevur listafólkum
atgongd til fígging. Ongar
forhondstreytir, ongin fast
læsing og ongin formalisma.
Filosofiin er, at vit gene
relt lata upp fyri fígging
- uttan at stovna enn ein av
markaðan grunn í familju við
grunnin Nuuk - Reykjavík -
Tórshavn.
Undirtøka er ikki fyri
filmsgrunninum hjá Sjúrði.
Í staðin er semja - eitt
breitt "forlig" - gjørd í ment
anarnevndini,
ið
letur
upp í hendurnar á danska
mentanarráðharranum
og
landsstýrismonnunum
í
mentamálum í Føroyum og
Grønlandi at finna leistin.
Føroyavinurin og fólka
tingsmaðurin, Eyvind Vessel
bo, limur í mentanarnevndini,
og sum vegna Vinstra hevur
gjørt semjuna, váttar alment,
at so er.
Í
tíðindaskrivi
skrivar
hann eisini:
"Jeg har noteret mig, at
MF Flemming Møller Mort
ensen (S), formand for kultur
udvalget, i færøsk presse har
udtalt sig om en bestemt
konstruktion med en fond,
hvor der skal være fælles
finansiering til stede. Ud fra
forliget om kunststøtten er
der ikke belæg for denne ud
lægning af teksten".
Við øðrum orðum: kon
struktiónin
við
einum
grunni, ið Sjúrður Skaale
framvegis trúttar niður í
miðlar og fólk, er IKKI partur
av semjuni í mentanarnevnd
Fólkatingsins.
Hetta er rætti saman
hangurin.
Spell at Útvarpið hjá
Kringvarpinum, ið hevur
gjørt innsløg um málið, ikki
vil lýsa allan samanheingin.
Lurtarar og kringvarps
gjaldarar hava betri uppi
borið.
Nú fáa vit so at síggja,
hvat ið danski ministarin og
landsstýrismenninir koma
fram til.
Útvikla - ikki avvikla
Firtnastu listafólkini og for
nermaðir misskiltir national
istar dyrka, sum vera man,
eina konspiratiónsteori.
Tey seta líkheitstekin mill
um eina minkandi játtan til
føroyska mentanargrunnin
og so hetta, at vit eru fleiri,
sum arbeiða fyri betri fígg
ingarmøguleikum í Ríkisfe
lagsskapinum.
Hetta vil eg staðiliga aft
urvísa.
Málið í Fólkatingsins ment
anarnevnd hevur absolut
onki við prioriteringar á før
oysku fíggjarlógini at gera.
Undirritaði er ikki limur
í Løgtinginum og hevur
sum slíkur heldur ikki lut í
mentanarpolitikkinum hjá
landsstýrinum.
Mín uppgáva er og verður
at arbeiða í Fólkatinginum
fyri føroyingum og Føroy
um.
Sum sambandsmaður er
mítt mál at fjøltátta og út
vikla Ríkiafelagsskapin til
fyrimuns fyri okkum øll.
Føroyar skulu hava tað
besta burturúr, og tað skal
vera gott og spennandi at
búgva her.
Tað er ein erlig sak, at
onnur vilja avvikla Ríkisfe
lagsskapin, avmarka sam
starvið, frysta og burturbeina
Ríkisveitingina
og
síðani
loysa frá Ríkinum.
Tað er bara ikki mín poli
tikkur
Í Sosialinum lesa vit, at
handlar, feløg og onnur ikki
hava avroknað hundraðtals
milliónir í MVG, sum sam
bært løgtingslóg nr. 136
frá 30. december 1997 skal
»rindast til landskassan í
øllum liðum av vinnuligari
sølu av vørum og tæn
astum og við innflutningi
úr útlondum«. Í lógini er
tilskilað um virki, handlar
og tænastur, ið skulu rinda
MVG, vavið á avgjalds
skylduni, avgjaldsskylduga
virðið o.s.fr.
Sambært
Sosialinum
í farnu viku hevur lands
kassin mist einar 400 MVG-
milliónir.
Til dømis hevur eitt felag
– Five Star Entertainment
– kostað landskassanum
smáar 300.000 krónur. Tað
man vera ivasamt, um hesar
mongu milliónirnar nakr
antíð koma í landskassan.
Øll, ið eru MVG-skrásett,
innkrevja pening, har 25% er
alment. Hetta er peningsfæ,
ið er litið teimum upp í
hendur. Á donskum eitur
hetta betroede midler.
Tað, sum nú er komið
í ljósmála, gevur orsøk at
spyrja, um MVG-umsiting
in hevur nóg góð eftirlits
amboð?
Tá ið landsstýrið við
kunngerð í 1981 gjørdi regl
ur um tollkreditt, vísti tað
seg sum frá leið, at neyðugt
varð at fáa eina ítøkiliga
trygdarskipan
mótvegis
teimum, ið fingu tollkreditt.
Ikki fyrr enn landskassin
(gjaldstovan) fekk banka
trygd (ella aðra eins góða
trygd) upp á, minnist meg
rætt, 100.000 krónur fyri
hvørt tollkredittloyvi, ið
varð veitt, kom tollkreditt
urin í rímiliga trygga legu.
Advokatar (sakførarar)
mugu altíð ansa eftir, at
klientpeningur,
sum
er
peningsfæ litið upp í teirra
hendur, dag um dag verður
settur á serstaka klient
konto í peningastovni, og
sakførararoknskapurin
skal altíð verða dagførdur
samsvarandi.
Um
advokatur
ikki
yvirheldur
klientkonto
viðtøkurnar, kemur Advo
katráðið upp í leikin, og av
leiðingarnar kunnu gerast
álvarsligar og í versta føri
tragiskar.
Eins og advokatar eru
undir eftirliti av einum
advokatráði, er tað í MVG-
lógini tilskilað, at lands
stýrið setir eina nevnd við 3
limum, ið hava fjølbroyttan
kunnleika til fyrisiting og
vinnulívsviðurskifti.
Til tess at byrgja fyri,
at slíkt, sum nú er komið í
ljósmála viðvíkjandi inn
krevjing og avrokning av
MVG ikki kann henda aftur,
mugu trygdartiltøk setast í
verk ongantíð ov skjótt.
Besta loysnin – og tann
bíligasta – man vera at brúka
trygdina hjá advokatunum
sum fyrimynd: Goldið MVG
skal regluliga, hvønn dag
(ella eina ferð um vikuna?)
gerast upp í roknskapar
haldinum, og upphæddin
skal so sama dag setast inn
á eina serstaka klientkonto
í peningastovni. Hendan
kontoin verður brúkt til
MVG og einki annað. Tá ið
MVG so verður avroknað til
TAKS, skal hetta avgreiðast
um nevndu MVG-konto í
avvarðandi peningastovni.
TAKS skal hava eftirlit við,
at hesin almenni peningur
verður umsitin væl og virði
liga samsvarandi reglugerð
um.
MVG-peningur av sølum
og tiltøkum frá stevnum,
festivalum, entertainments
og tílíkum verður gjørdur
upp skjótast gjørligt og
avroknaður landskassanum
beinanvegin.
Tann av landsstýrinum
setta 3-manna-nevnd skal
regluliga hava fráboðan við
serstøkum skjali kanska
tvær ferðir um árið; tað
seinna saman við ársrokn
skapi (ársuppgerð) og undir
skrivað av ábyrgdarstjóra
og grannskoðara.
Eigarar,
stjórar
og
nevndarformenn ábyrgdast
persónliga fyri óavroknað
um, goldnum MVG.
Um ein onnur og betri
skipan
–
t.v.s.
tryggari
skipan – kann verða gjørd,
ja, so eigur hon sjálvandi at
setast í verk.
Hetta hevur skund.
Almennur
peningur og
privatir lummar
Heri Mohr
kjak