mánadagur 18. februar 2013síða 24
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 18. februar 2013 · Nr. 20
24
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Lat okkum savnast um eina sosialari sjálvbjargniskós
Poul Michelsen
formaður í Framsókn
Í Framsókn skilja vit væl,
at
fyrrverandi
javnaðar
formaðurin mælir til ein
politiskan blokk mótvegis tí
politikki, sum sitandi sam
gonga fremur. At seta ein
ávísan lit á hendan blokk er
kortini óheppið. Politiskir
litir siga einki skilagott um
innihaldið, men senda bara
ræðandi og útihýsandi signal
flokkanna millum.
Í Framsókn taka vit sjálv
andi støði í okkara egnu
stevnu, sum er liberal við
denti á persónliga, vinnuliga
og tjóðskaparliga frælsið.
Hiðani vilja vit fegin semjast
við so nógvar politiskar
flokkar, sum tilber, um eina
heilt aðra politiska kós enn
ta núverandi. Lat okkum
ikki seta nakran lit á kósina -
hvørki okkara appelsingulu,
ta reyðu hjá onkrum øðr
um ella eina heilt triðju. Lat
okkum heldur í felag eyð
merkja nøkur álvarsmál, sum
mugu loysast heilt øðrvísi
enn í dag, og síðani seta okk
um saman at telgja loysnir
nar til. Vit kunnu valla semj
ast um alt, men uttan iva um
nógv.
Yvirskipað
mugu
vit
semjast um at koma burtur
úr tí grammleikanum, teirri
sosialu ójavnvágini og tí
vinnuliga og tjóðskaparliga
máttloysinum, sum nú eyð
kennir politikkin og eyðmýkir
tey flestu okkara. Okkara
nýggja semja má sampakka
við rættvísiskensluna hjá
føroyingum sum heild og
geva okkum øllum hug og
áræði aftur at bretta upp um
armar til frama fyri alt sam
felagið.
Vinnuliga (ó)frælsið
Tá Framsókn noktaði fyri
at fara upp í núverandi
samgongu,
komst
tað
í
fyrstu atløgu av, at henn
ara grundarlag var í lodd
rættari andsøgn til tvær
av grundleggjandi frælsis
stevnum okkara – ta persón
ligu og ta tjóðskaparligu. Vit
vildu ikki binda okkum til
ikki at arbeiða fyri ymsum
sonevndum etiskum málum,
og vit vildu ikki hækka ríkis
veitingina og soleiðis gera
okkum meira bundnan av
donskum pengum.
Vit høvdu tá ikki hugflog
til at ímynda okkum, hvussu
illa samgongan eisini fór
at gera seg inn á ta triðju
frælsisstevnuna – ta vinnu
ligu. Hóast teir stóru sam
gonguflokkarnir rópa seg
borgarligar, hvat tað so enn
merkir, so er vinnuliga kós
teirra so planbúskaparlig,
sum vit ongantíð áður hava
sæð í Føroyum.
Vit fegnast um, at tað
gongur
uppsjóvarvinnuni
væl, og at nývunnin rættindi
hava skapt nógv arbeiði
á bæði sjógvi og landi. Vit
kunnu illa ímyndað okkum,
hvussu fíggjarstøðan í land
inum hevði verið uttan hetta.
Hóast felagið Nótaskip og
uppsjóvarvinnan ongantíð
mæltu til at fáa føroyingum
størri rættindi, so vóru tí
betur aðrir skilagóðir før
oyingar, sum saman við
politisku skipanini strongdu
á at fáa Føroyum nógv meira
av tí makreli, sum vit hava
rætt til, men sum vit áður
ikki kravdu. Vit heysta nú
fruktirnar og kunnu fegnast
um, at vinnan hevur dugað
at umskipað sítt virksemi til
broyttu umstøðurnar.
Fyrisita ríkidømið
út til nøkur fá
Tí er tað heilt avgerandi, at
onnur enn traditionella upp
sjóvarvinnan eisini sleppa
framat teimum nýggju ør
andi
náttúruvirðunum.
Hetta nýggja tilfeingið er nóg
rúmsátt til at geva øðrum ak
tørum møguleikan til gagns
fyri nógv størri partar av
tí føroyska samfelagnum.
Stórir partar av vinnuni
hava tað sera trupult, og tí
eiga nývunnin rættindi eisini
at koma hesum til góðar og
ikki nærum sjálvvirkandi
enda hjá teimum, sum hava
nóg mikið frammanundan –
og har tað í fleiri førum eru
tung
útlendsk
áhugamál
uppií.
Uttan at himprast stýrir
landsstýrið at kalla øllum
nýggjum rættindum uttan
um ikki bara nýggjar aktørar,
men
marknaðarkreftirnar
yvirhøvur.
Hvussu
kann
hetta bera til fyrisitingarliga
og politiskt í einum fram
komnum landi? Helst er
restin av fiskivinnuni nú
bara so niðurundirkomin
og máttleys, at alt áræði er
kódnað. Og ein stórur partur
av samgonguni so tannleys, at
nakrar fáar grammar kreftir
sleppa at avgera alt. Vit vita
um kreftir í samgonguni,
sum hava ásannað, at hetta
ber ikki til longur. Tí seta
vit okkara álit á, at nýggja
fiskivinnulóggávan verður
kjølfest í eini breiðari semju
í løgtinginum, soleiðis sum
løgmaður hevur lovað.
Í næstum verður føroyska
sildakvotan fleirfaldað. Tá
má politiska skipanin tryggja
eitt býti, har fleiri sleppa
framat og ikki bara nøkur fá
politiskt og planbúskaparliga
útvald.
Svíkja sínar egnu
hugsjónir
Sum ein liberalur flokkur
er tað eitt sindur løgið hjá
okkum at kunna staðfesta,
at vit í fleiri førum hava
nógv meira samanfallandi
áhugamál við Tjóðveldi og
Javnaðarflokkin
enn
við
hinar flokkarnar. Eitt nú vilja
hesir báðir flokkarnir eins og
vit, at náttúrutilfeingi okkara
skal koma teimum nógvu til
góðar og ikki bara teimum
fáu, sum í dag eiga ella stjórna
meira enn 70 prosentum
av útflutningsvirðunum úr
okkara fiskivinnu.
Tað hevði helst verið
meira hugsjónarliga nattúr
ligt hjá okkum at tvinnað
okkara politikk saman við
flokkar, sum siga seg vera
liberalar. Men tað ber ikki
til. Samgongan rekur ein
antiliberalan fiskivinnupoli
tikk, sum forðar fyri mark
naðarbúskapi,
kapping,
føroyskum ognarskapi og
menning – og fyri, at fleiri
sleppa framat, hóast nóg
mikið er til øll. Vit hava fleir
faldað nøgdina av uppsjóvar
fiski, fingið munandi størri
kvotu
í
Barentshavinum
og gjørt avtalur við Ísland
og Grønland. At kalla allur
vøksturin
í
tilfeingi
er
endaður hjá teimum somu
fáu virkjunum.
Grammleiki og hugsjónar
ligt forfall eyðkennir ta
sonevndu borgarligu sam
gonguna. Bæði Tjóðveldi og
Javnaðarflokkurin eru meira
liberalir enn borgarligu flokk
arnir. Framsókn má sjálvandi
samstarva har, sum vit hava
størsta møguleikan at finna
politiskar semjur.
Tilfeingið er
Fólksins Ogn
Framsókn er fyri marknað
arbúskapi og ímóti planbú
skapi. Fyri okkum hevur tað
tí stóran týdning, at fiski
vinnan nú loksins fer at virka
á handilsligum grundarlagi
eins og allar aðrar vinnur.
Samstundis er tað sera týdn
ingarmikið, at tey nýggju
veiðuloyvini stuðla undir
størri virðisøking og ein
fjølbroyttan fiskiskap, sum
er bæði lívfrøðiliga og bú
skaparliga
burðurdyggur.
Nýggja
skipanin
skal
tryggja:
•
at allur fiskur skal koma
til lands í Føroyum,
•
at goldið verður fyri
tilfeingið,
•
at vit fáa rætta markn
aðarprísin,
•
at loyvistíðin eggjar til
góðan rakstur og úrtøku
•
at gjald verður lagt á
óvirkaðan fisk og
•
at eftirlit verður við
møguligum
landingum
uttanlands.
Útlendskur ognarrættur í
føroyskari fiskivinnu eig
ur ikki at verða loyvdur ella
í minsta lagi at verða av
markaður mest møguligt. Við
teimum treytum, sum nýggju
loyvini verða latin eftir, og
avmarkingum annars, hevur
útlendskur ognarrættur tó
ikki sama týdning, sum hann
hevur í løtuni.
Vit mugu sjálvandi fyrst
taka støðu til, hvat slag av
skipan, vit framyvir skulu
hava – kvotaskipan ella fiski
dagaskipan, men í 2018 eiga
øll veiðuloyvini hjá land
inum at verða lutað út av
nýggjum. Bæði tey, sum eru
í vinnu í dag, og møguligir
nýggir aktørar skulu hava
møguleika
at
bjóða
seg
fram. Bert føroysk skip við
føroyskari manning eiga at
sleppa framat.
Alt møguligt vendir
á høvdinum
Eftir stevnuskráunum at
døma
átti
Framsókn
at
kunnað arbeitt væl saman
við Fólkaflokkinum, Mið
flokkinum og Sjálvstýris
flokkinum, tá tað ræður
um sjálvstýrismálið. Men
eisini hetta málið vendir á
høvdinum.
Sjálvstýristil
gongdin verður misbrúkt og
gjørd til láturs. Av ófatilig
um grundum góðtóku Fólka
flokkurin, Miðflokkurin og
Sjálvstýrisflokkurin at hækka
árliga blokkin 220 milliónir
krónur. Tíbetur vóru danir so
mikið at sær komnir, at teir
virdu sjálvsstýristilgongdina
og bjargaðu okkum úr ring
astu skommini. Andstøðu
flokkarnir
eru
hinvegin
samdir um, at tað ikki kemur
upp á tal at hækka blokkin.
Tað er tí munandi lættari
hjá Framsókn at semjast við
Tjóðveldi og Javnaðarflokkin
í sjálvbjargnismálinum.
Eisini eru vit í andstøðuni
á somu bylgjulongd, tá tað
ræður um skatting av pen
sjónum. Vit eru samd um,
at tað er at spæla hasard við
samfelagsliga tryggleikanum
at brúka bæði nútíðar- og
framtíðarpening samstundis.
Hetta er ikki skilagóður bú
skaparpolitikkur og eigur
ikki sín botn í borgarligum
politikki, har varni er eitt
grundleggjandi virði.
Eitt sera týðandi mál fyri
okkum er at fáa sendistovu
virksemið
raðfest
hægri
og at skipa samráðingar
okkara
við
onnur
lond
av nýggjum. Tað er verri
enn so altíð, at javnvágin í
okkara handilsavtalum og
fiskiveiðiavtalum við onn
ur lond er í lagi, sæð við
føroyskum eygum. Øgilig
virði standa upp á spæl, og
ein brotpartur av teimum
hevði lættliga fíggjað bæði
sendistovuvirksemið,
eitt
toppprofessionelt
samráð
ingartoymi og ta neyðugu
lívfrøðiligu
granskingina.
Eisini á hesum øki bendir
alt á, at vit hava lættari við
at samstarva við restina av
andstøðuni enn við sam
gonguna.
Ein sosialari sjálv
bjargnisgongd
Skulu vit í Framsókn halda
fast
um
okkara
grund
leggjandi virði – og tað skulu
og gera vit – so er tað í løtuni
nógv lættari hjá okkum
at byrja arbeiðið at søkja
eina semju hjá Tjóðveldi og
Javnaðarflokkinum.
Helst
áttu summir av samgongu
flokkunum sum nevnt at
verið meira nattúrligir sam
starvsfelagar, men teir hava
svikið sínar hugsjónir.
Vit hava kortini ikki mist
vónina um at gera semju
við fleiri av núverandi sam
gongupolitikkarunum
aft
urat
núverandi
andstøð
uni.
Eina
semju,
sum
vendir
planbúskaparliga
grammleikanum bakið, rætt
ar aftur ta sosialu ójavnvág
ina í politikkinum og elvir til
vinnuligt og tjóðskaparligt
sjálvsálit og sjálvbjargni.
Vit bjóða so nógvum, sum
tilber, at seta kós saman
við okkum móti eini meira
sosialt sinnaðari sjálvbjarg
insstevnu.
kjak
keyp køk ella baðirúm í borg
Spar 25%
írokNað borðplÁTU og VaSk
Tilboðið er galdaNdi frÁ
5. febrUar Til 9. marS
Borg l Runavík, tel. 477272 l Klaksvík, tel. 455149 l www.borg.fo