mánadagur 18. februar 2013síða 27
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
Mánadagur 18. februar 2013 · Nr. 20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Sæl eru tey líkasælu
Hans Mols Mortensen
hans.mols.mortensen@icloud.com
Teir bítast sum hundar um
piðaðu bein,
trúboðari klandrast við
prest,
teir togast um bókstavar,
gloymt hava Krist og boðið,
at elska hvønn annan fyrst.
Hvør sær kennir sannleikan
best.
Sum ryssa hjá deyðum fyli
man
fjøldin í ørviti gána á hann,
sum rópar og dømir mest,
og hann vinnur fátæku sálir
flest',
sum kennir fanan og helviti
best,
sum bannsetur frígging,
dans, kortspæl og vín,
og sjálvan seg ger til eitt
viðvent svín.
Poul F. Joensen
Um man hevur í huga, at tað
sigst, at Jesus úr Nasaret
einaferð segði, at hann ikki
var komin at bera frið til
jarðar, men svørð, er tað
møguliga ikki so undarligt, at
kristindómur skapar split og
ósemju allastaðni, har hann
ger um seg.
Tí eri eg glaður fyri at
liva í einum heimsparti,
har átrúnaðarligt stríð sum
oftast einans umfatar tey
trúgvandi, og, ikki minst, í
einum tíðarskeiði, har átrún
aðarligir myndugleikar ikki
longur hava heimild at ráða
uttan fyri kirkjumúrarnar.
Vit, ið velja ikki at luttaka,
sleppa tó ikki heilt undan,
tí átrúnaðarligu ósemjurnar
bresta ofta teirra geirar, og,
við góðari hjálp frá fjølmiðl
unum, troka tær seg inn í al
menna rúmið.
Feskasta
útbrotið
av
kristnum klandri í Føroyum
kyndi Sjúrður Højgaard upp
undir, tá hann við ársbyrjan
legði í vaðið við aftur at
tala at ógudiligum siðloysi
í Føroyum. Hesuferð varð
harðmælti trúboðarin í Ritu
vík ikki í øðini inn á hjúna
skilnað ella barnadóp, men
inn á sóknarprestin í Fugla
firði, Anne Mette Greve
Klemensen, ið “blástemplar
sodomi”,
sum
trúboðarin
orðar seg.
At síggja til ljóðar hetta
ikki serliga sannlíkt, at ein
føroyskur prestur hevur reist
seg upp á prædikustólin at
viðmæla sodomi fyri dýrdar
fullu kirkjufólkunum í Fugla
firði. Um so var høvdu før
oysku kirkjurnar helst verið
nakað væl fylri, og hevði hetta
undir øllum umstøðum verði
ein so mikið framúrskarandi
hending í føroyskari kirkju
søgu, at nóg mikið av skelk
aðum yvirskriftum høvdu
uppstaðið - uttan nakra
neyðuga umrøðu frá rituvík
inginum.
Sjálvsagt, eg havi annað
at takast við, og troli tí ikki
miðlarnar eftir prædikum hjá
frísinnaðum prestum, sum
Harra Højgaard tykist gera,
og tískil kann eg ikki siga
hetta við vissu. Men helst
stendst hansara øði av eini
røðu, ið pastor Klemensen
helt á Føroya Fólkaháskúla
á ólavsøku, har hon segði
eitthvørt jaligt um rættindi
teirra samkyndu.
Hetta gongur sjálvsagt
ikki í hugaheimi Højgaards,
og grundgevingarnar eru tey
vanligu bíbilsku skriftstøðini.
Her hugsi eg serliga um
brøvini hjá Paulusi, og sum
ein rættur Paulinari vendir
Højgaard sær beinleiðis til
kirkjufólkini
í
Fuglafirði,
og býður teimum at blaka
"sataniska prestin" út, um tey
vilja sleppa undan ævigari
glatan og Helvitis eldi osfr. –
tann vanliga svadan.
Sjúrður Højgaard er eitt
gott dømi um, hvussu veru
leikin altíð er stuttligari enn
satira,
men
Fólkakirkjan
kann illani skúgva Harra
Højgaard til viks sum ein
láturligan serling. Kirkjan
hevur jú sjálv sátt lendið
fyri bíbilskum ørvitisknokk
um við at hýsa prestum
sum Peter O. K. Olofson og
Mogens
Thilsted
Christ
ensen, ið sjálvsagt eru kom
iskir uppá teirra egna hátt,
men sum eisini prógva, at
menn sum Sjúrður Højgaard
ikki spretta upp úr ongum.
Tað einasta áhugaverda í
hesum máli er sjálvur upp
runin til útspillandi orðini
hjá Højgaard, hvørji rættindi
teirra samkyndu skulu verða
í Føroyum, og hvussu hesi
samsvara við kristnu læruna.
Men tá fjølmiðlarnir høvdu
handfarið hetta málið, bleiv
tað tíverri lagt fram sum ein
spurningur um talufrælsi hjá
einum trúboðara mótvegis
rættinum hjá einum presti
at virka í friði. Sostatt bleiv
ein falskur trupulleiki upp
stillaður, og kjarnan í eini
áhugaverdari søgu bleiv ikki
tikin uppá tungu.
Kirkjan
og
hennara
prestar sigast at vera veð
haldarar og skiparar fyri
rættari livsførslu, og tí høvdu
fjølmiðlarnir her ein gyltan
møguleika at tvinga nakrar
greiðar útsøgnir frá teimum,
ið fáa almennar pengar fyri
at framleggja Guðs órann
sakandi
vilja.
Tó,
kjakið
bleiv heldur vent til nakað
so óáhugavert sum ljótt
málbrúk og særdar kensl
ur. Hetta førdi til eitt kjak
um eitt brot úr Jóhannesar
Opinbering, og um hetta
kundi uppfatast sum ein
persónshóttan ímóti Fugla
fjarðarpresti. Fyri at avgera
hendan absurda spurningin
helt Kringvarpið tað vera
passandi at tilkalla Føroya
bisp.
Eitt óhóskandi høvi at
práta við Jógvan Fríðriksson,
tí tað hevur ikki verið siður
síðan svartastu miðøld at
heita á bispar fyri at greina
løgfrøðiligar
spurningar.
Heldur skuldi bispur sloppið
at svarað nøkrum greiðum
spurningum um, hvørt tað er
rætt og kristiligt, sum Sjúrð
ur Højgaard sigur um tey
samkyndu.
Hetta,
tí
forsprákarar
kristindómsins hava verið
meginorsøkin til ta ólukku,
sum hevur fingið samkyndar
føroyingar at kenna seg
óynsktar í teirra egna landi,
hugsi eg, at tey samkyndu
allarhelst høvdu lurtað við
stórum áhuga, um bispur
meldaði greitt út: Hoyra tey
samkyndu eisini til í Før
oyum, og er tað ókristiligt,
um ein prestur er so mikið
vinarliga sinnaður mótvegis
teimum fáu menniskjunum,
ið frá Skaparans hond eru
samkynd, at hon heldur, at
tey eisini skulu verða givin
ávís rættindi í samfelagum?
Men hesir spurningar liggja
framvegis víðopnir.
Tað
er
sjálvsagt
ikki
ábyrgdin hjá tíðindafólkum
at hjálpa prestum í teirra
kalli. Tíverri, í hesum føri,
tí nøkur manandi orð frá
einum spunasmiði høvdu
møguliga komið væl við hjá
føroysku
klerkastættini.
Formanni teirra, Theodor Eli
Dam Olsen, kom ikki í huga at
siga nakað um avgerðina hjá
pastor Klemensen at verja
tey samkyndu, men segði
einans seg stuðla hennara
avgerð at melda ein geylandi
býttling úr Rituvík.
Tí má harðasta ákæran
reisast móti teimum prestun
um, ið ikki traðkaðu fram fyri
at stuðla teirra starvsfelaga í
Fuglafirði – hetta vil siga allir
prestar í Føroya landi. Eingin
teirra søgdu eitt kis, tá pastor
Klemensen lá undir fúlum
ákærum og tilsvíningum.
Hvat bleiv av orðunum hjá
Prædikaranum: at tiga hevur
sína tíð, og at tala hevur sína
tíð? Var tíðin ikki komin at
tala at? Eg kann sjálvsagt
ikki tosa fyri klerkar, men um
ein kvinna verður rópt bæði
hora og forsprákari Satans,
so átti einhvør riddarligur
harri at reiðuliga reiggjað
sínum orðabrandi fyri at
verja hana!
Men teir frómu pastorar
nir vóru ikki bert spaklyntir,
teir vóru púra tigandi. Hetta
er spell, tí seinnu árini eru
óvanliga nógvir ungir prestar
settir í starv í Fólkakirkjuni,
og hetta hevur givið nógvum
fólkum, ið eru ótólin eftir
einari hugburðsbroyting í
Fólkakirkjuni, eina vón um,
at Kirkjan verður førkað í
eina meiri hóvliga og nútím
ans kós.
Tað letur til, at hetta unga
ættarliðið
av
føroyskum
prestum ikki at hava nakran
áhuga fyri at bróta upp úr
nýggjum. Teir ganga beint í
sporunum á teirra steinrunnu
undangongumonnum og siga
einki, tá ein av teirra egnu
verður álopin fyri at tosa fyri
tí sakini, ið teir sjálvir vilja
tykjast at vera fyri, men sum
teir ikki sjálvir hava dirvi at
tosa fyri. Skomm fáið teir!
Kanska er hetta ættarliðið
av ungum prestum longu
stadnað
í
líkasælunnar
stoypiformi,
ið
dølska
klerkastættin leingi hevur
fyrireikað teimum. Gaman í,
mín egna áskoðan, at tað er
fræls hugsan og skynsemi, ið
fremur moralska framgongd,
og kirkjurnar renna bert í
hølunum á teimum, ið slóða
vegin, virkar helst best utt
an pastorala uppílegging.
Sjálvstøðuga hugsan hava
kirkjurnar altíð frárátt, og
hetta átti pastor Klemensen
at lagt sær í huga. Hetta,
og manglandi stuðulin frá
hennara
starvsfelagum,
leggur upp til, at næstu ferð
hon ætlar sær at taka boðið
um næstrakærleika í álvara,
hevði tað møguliga verði
best at gjørt tað uttanfyri
kirkjukarmarnar.
Humanisktisku manna
rættindini tryggja trúarfræls
ið og talufrælsið hjá øllum,
men so leingi Fólkakirkjan og
hennara prestar verða gold
nir úr Landskassanum, kann
mismunur ikki gerast mót
vegis samkyndum – og heldur
ikki mótvegis kvinnum. Um
einstøk trúgvandi ikki kunna
góðtaka hetta, stendur tað
teimum frítt at taka teirra
trongskygdu og haturfullu
meiningar við sær til onkra
av teimum mongu frísam
komunum, ið helst eru meira
tolsamar mótvegis teimum
ótolsomu.
Tíðin er komin, at Fólka
kirkjan søkir burtur frá før
oysku tøgnmentanini, og vísir
av sær væl betur dygdir, enn
undirritaði metur hana hava.
Um man tekur hædd fyri
søgu, kristnari gudfrøði og tí,
ið stendur skrivað í Bíbliuni
viðvíkjandi
samkyndleika,
kann man ikki ganga út frá,
at Fólkakirkjan er í parti við
teimum klárskygdu moralsku
áskoðanum, ið bólkar sum
LGBT Føroyar ganga inn
fyri.
Ikki
fyrr
enn
hesin
veruleiki er rokkin, verður
Fólkakirkjan møguliga verd
at varðveita. Í øðrum lagi
finst ein snøggari loysn: At
avtaka Fólkakirkjuna og lata
trúðarlívsins
trupulleikar
upp til tey, ið sjálvi vilja
gjalda fyri tílíkt. Friður verði
við teimum, um so verður.
kjak
Takk fyri viðmerkingina
Jógvan.
Sannroyndirnar í hes
um kjakinum eru, at eg
- uttan at taka støðu til
ítøkiliga innihaldið - havi
endurgivið
úr
endur
minningunum hjá einum
eygnavitni
í
Klaksvík,
Josiasi Matras (1904-1972),
sum grundgeving fyri, at
“summi” í Klaksvík “vilja
siga”, at Kjølbro hevði ov
stóran týdning fyri lívið
har í 1920 og 30 árunum,
meðan Jógvan, ið varð
føddur í 1944, uttan nakra
Keldu, leggur eygnavitnið
Josias undir at fremja
“søgureingjan”.
Til mína nýtslu av
endurminningunum hjá
Josiasi er bara neyðugt
at staðfesta, at líknandi
sjónarmið vóru í Klaks
vík, meðan tað áliggur
Jógvani, sum einsamall
ur leggur Josias und
ir
“søgureingjan”,
at
prógva, at hann hevur
rætt. Eg loypi ikki frá
míni próvbyrðu, endur
minningarnar hjá Josiasi
eru í sjálvum sær eitt
nøktandi prógv, men eg
fari ikki eisini at taka á
meg
próvbyrðuna
hjá
Jógvan. Tað er bara Jógv
an, sum við ógrundað
um uppáhaldum um, at
Josias hevur framt “søgu
reingjan”, ið hevur lagt
avgerandi áherðslu á trú
virðið í endurminningum
Josiasar, og tað áliggur
einans honum at føra
prógv fyri sínum skuld
setingum.
Hesa próvbyrðuna eig
ur Jógvan einsamallur.
Einki
loypi
eg frá
míni
próv
byrðu
Hans Andrias
Sølvará