Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-02-18, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. februar 2013síða 26

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 18. februar 2013 · Nr. 20 26 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Søgufrøðingurin fráleggur sær próvbyrðuna Jógvan við Keldu Tað kemur av og á fyri, at søgu­frøðingur, sum er farin skeivur av t.d. frágreiðingum, dagfestingum ella á annan hátt, er komin við rættingum og hevur orsakað skeivleikan. – Onki verk er lýtaleyst. Hinvegin er tað eisini kom­ið fyri, at teir eru farnir skeivir, men hava – av eini ella aðrari orsøk – ikki vilja rættað skeivleikan. Tá eru aðrir starvsbrøður komnir teim­um “til handa” og hava greitt frá, hvat veruliga hendi, ella hvat annað lá í mál­i­num. Leypir elegant um Í seinasta svarinum hjá Hans Andriasi Sølvará, tekur hann soleiðis til m.a.: “Eg standi við hvørt orð, sum eg havi sagt um hesi viðurskifti í fyri­ lestrinum og eg hvørki havi ella fari her at skáka mær und­an nøkrum av hesum”. Síð­ani sigur hann: “Eg havi bara endurgivið brot úr end­ ur­minningum frá 1920 og 30 árunum hjá Josiasi Matras, einum mentaðum, trúgv­andi og djørvum klaks­vík­ingi, sum prógv fyri at “summi” í Klaksvík “vilja siga”, at Kjøl­ bro­fyritøkan hevði ov stóra ávirkan á lívið í Klaks­vík...”. Tað, sum kjakið okkara millum og frá mínari síðu frá byrjanini til nú hevur snúð seg um, er bert – fyribils – eitt brot, ein táttur hann ferð eftir ferð hevur endurtikið á víðum vølli: “....Det førte tit til, at mange også af øko­ nom­iske grunde, lod sig gen­ døbe...”. Hetta og onki annað er málið eg – fyribils – havi tik­ið upp, og samstundis bið­ið um eina próvførslu. Men hetta leypir hann bara ele­gant um í sínum seinasta svari, og tekur tað enntá slett­is ikki við. Ístaðin hevur hann fleiri ferðir endurtikið eitt og ann­ að sum t.d. at Jógvan: .. “ við ill­gitingum og ósakligum til­sip­ing­um hevur lagt ein trúgv­andi, ment­aðan, djarv­an og nú full­komi­liga verju­leysan klaks­víking...” - Hetta er ikki um kensl­ur, málið snýr seg um, men spurn­ingur um hetta er sannleiki ella ósannindir. Í øðrum før­um vildi onkur sagt, at “hetta uppáhald er ikki gam­ ans­leikur”. Søgufrøðingar og verjuleys Tað undrar eisini meg, at hann heldur, at tað er nógv avgjørt at nevna verjuleysan mann, sum farin er hiðani. Er tað ikki fólk, sum farin eru hiðani og tí verjuleys, sum søgufrøðingar fyri tað allarmesta viðgera, endur­ taka og arbeiða við! Omaná hetta leggur hann próv­byrðuna yvir á meg í ein­ um málið, sum hann sjálvur hevur reist, og sum hann sigur “eg standi við hvørt orð” og hevur tikið úr bók útgivin í 1960, og uttan at kanna, um hetta hevur sannleikavirði, er ivasamt ella kanska ósatt. Hetta minnir meg um einaferð, tá ein maður stóð við eini sálmabók í hondini, í tí hann tekur til: “Hetta er heimsins besta sálmabók”. Tá letur í einum: “Hevur tú sæð allar heimsins sálmabøkur”. Ella sum annar segði: “Allir heimsins svanar eru hvítir”, tá svarar hin: “Hvussu veitst tú tað, hevur tú sæð allar heimsins svanar”? Samkomunnar grundarlag Haldi ikki, at tað er ser­liga heiðurligt, at “søgu­frøð­ing­ur­ in fráleggur sær próv-byrð­ una”, heldur enn at koma við prógvi av máli, hann sjálvur hevur reist, og brúkt sum søguliga undirbygging fyri sam­felaganum Klaksvík, og hvørs grundarlag ein sam­ koma verður bygd á... “ Det førte tit til, at mange, også af økonomiske grunde lod sig gendøbe”. Vóni við hesum, at hann kemur við einum greiðari svari, tí hvat Jógvan við Keldu og hansara karakterur er og ikki, kemur ikki hes­ um álvarsama søguliga fra­ sagnar­máli við. Vóni við hesum, at hann kemur við einum greiðari svari, tí hvat Jógvan við Keldu og hansara karakterur er og ikki, kemur ikki hesum álvarsama frasagnarmáli við Nú tann stundin koma má Gerhard Lognberg løgtingsmaður Soleiðis byrjar Eidesgaard grein, sum ein av avmynstraðu vísmonnunum í tí politiska nærumhvørvinum, men hann hevur rætt til meiningar. Tað er ikki langtsíðan, tú sat til borðs við tjóðveldinum, eftir at eg var mynstraður av skútini, og Kári P. Højgaard stóð klárur at sessast í títt selskap. Men tá valdi tann Reyði blokurin ímillum teg og Høgna at klandrast um læst kontórir í tinganesi, tá tveitti tú, sum tað ljóðar nú, tað betri reyðu helvtina á dyr, tað dámdi mær væl. Hvønn tók tú inn í staðin? Jú, tú vildi hava eina Reyð- bláa stjórn. Lat vera nú at ávirka okk­ara oddamann, Aksel Jo­ hannesen, tí eg haldi, at hann hevur betur tak á flokkinum, enn tit nakrantíð høvdu. Tjóðveldið skal ongantíð verða mín vegvísari, tað er greið tala, tí teir hava einki at bjóða uttan niðurskurð av okkara ríkisveiting og einki at seta ístaðin. Annars lesi eg uppi í høgru síðu í Sosialinum, har tit hava eina “Skakk Nielsen” upp­gávu fyri “Eirik”, við áhuga. Eg hugsaði ikki, at Aksel var typan, sum fór at leggja planir, uttan at ting­mann­ing­ in er við. Men eg má við sorgblídni ásanna, at hann heldur vil lurta eftir teimum í flokk­in­ um, sum ikki stillaðu upp ella vóru valdir út. Stavnamaður okkara Aks­el Johannesen var í Rás2 og úttalaði seg um, hvønn javnaðarflokkurin kundi samstarva við, tað metti eg takt­iskt skeivt, tí undir sam­ gongusamráðingum hava flokkar møguleika, at fáa part av tí politikki ein ynskir, ella at takka fyri seg og fara úr forhandlingunum. Ætli mær ikki at kasta meg fyri føturnar á formanninum og biða umskylda, at eg eri til. Hóast at eg haldi nógv av formanninum Aksel Jo­ hannesen, so haldi eg, tað vera grundleggjandi skeivt at fara út við slíkum, uttan at kunna tingmanningina. Skulu vit avskriva Fólka­ flokkin? Nei! tað skulu vit ikki, flatskatturin er komin miðal inntøkunum væl við. Javnaðarflokkurin skal kempa fyri, at tey lægstløntu eisini fáa lættar, annars hórar eingin undan, sum er partur av teimum á niðastu rókum. Og hvussu kunnu vit hjálpa teimum lægstløntu, jú við at vera við, har tingini henda. Bjargingin er ikki Tjóð­ veldi, hóast Aksel leggur upp til tað. Onkur hevur spurt meg, hvat dámar tær Høgna Hoy­dal, mítt svar er, hann er ein stás­maður. Men politikkurin, mangan eg fari heim úr tinginum, at aftur undirgerðin frá Háfoss ekkoar í høvdinum á mær, líka til vit eru komin um Halin í Hesti. Um sendistovur, um at lækka blokk, tilfengisbúð, stjórnar­ skipan o.a. Gloymur mann, at vit grund­ að á, at Tjóveldi lækkaði blokk­in, hava mist í reinum pengum 8 mia. Peningur til 9 miðnáms­ skúl­ar í Marknagili, ella 10 Sand­oyartunnlar. Í dag hava vit einki ráð til. Hví? Tí ríkisveitingin bleiv skerd og einki kom ístaðin. Hvønn hevur tað rakt, jú tann meiniga føroyingin. So henda boðskapin um, at Tjóveldi er okkara redn­ ingsplanki, nei og aftur nei. Um tað eru teir gomlu figur­arnir, sum eru ráðgevar enn, so lat teir mynstra ordi­ liga av, tí eg minnist ikki, at teir vendu gongdini í flokk­ inum, so eingi ráð um ikki at verða so loys­inga­hyster­ iskur. Góði Aksel, lat ting­mann­ ingina vera so nøkunlunda samda, áðrenn so kraftigar meingar fara út, so vit í felag føra flokkin fram á leið. Eidesgaard endar greinina: “Nú tann stundin komin má, at føroyskur politikkur tónar reint flagg – reytt ella blátt og einki harímillum.” kjak Vodafone Flex Haldið, sum lagar seg eftir tíni datanýtslu