Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-02-19, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. februar 2013síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 20. februar 2013 · Nr. 21 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tíðindi Jón Brian Hvidtfeldt – Sum málið stendur í løt­ uni, so sær tað út til at eg og onnur vinnulívsfólk hava brúkt pengarnar til ann­að enn at rinda Taks sítt meir­ virðis­gjald. Taks er bara ein simpul kreditorur millum aðrar kreditorar, og soleiðis er tað bara. Eivind Jacobsen er tendr­ aður, nú hann bjóðar kaffi í miðhæddini í gamla bygda­ handlinum á Strond­um. Hann hevur góða tíð. – Nei, faktiskt geri eg lít­ ið og einki. Konan eigur og rekur handilin, og eg hjálpi eitt sindur til. Men vit klára okkum, leggur Eivind Jacobsen afturat. Onkuntíð hava verið nógv jørn í eldinum hjá Eiv­indi. 44 ára gamli strand­ing­urin er fyrverandi borg­ar­stjóri í heimbygdini, hevur verið sera virkin í ítróttar­feløgum og eisini Hond­bólts­sam­band­ inum. Og so hevur hann verið vinnulívsmaður. – Ja, eg haldi at tað var í 1996, at eg fór uppí vinnulívið, sigur Eivind Jacobsen, sum annars ikki sigur seg minn­ ast, hvussu nógv feløg hann hevur verið við í. Ein skjót leitan í vinnu­ skráunum vísir, at Eivind Jacobsen hevur verið stjóri í 19 feløgum. Flestu teirra eru í dag strikað. Gjøgnum síni feløg er Eivind Jacobsen ovast á list­ anum yvir tey, sum landið hevur avskrivað meir­virðis­ gjald. Góðar 3,1 millión­ir krón­ur tilsamans. Eivind Jacobsen er for­ tørn­aður. Eftir at Sosialurin avdúkaði tølini um av­skriv­ aða meirvirðisgjaldið, hevur hann kravt bæði lands­stýris­ mannin í fíggjarmálum og stjóran fyri Taks á fund at greiða fløkjuna. Bankin bremsar Í kjallaranum, undir handl­ inum, hevur Eivind Jacobsen sína lítlu skrivstovu. Ring­ bindini fylla hyllarnar, og gamla teldan á borðinum goym­ir enn skjøl, samskifti og rokn­skapir frá eini farnari tíð. – Bankin rykti snøgt sagt teppið undan mær. Segði upp lánini í øllum mínum fyri­ tøkum, tilsamans 18 millión­ ir, við 14 daga freist. Hvat skuldi eg tá gera, spyr Eivind Jacobsen út í luftina. Brøvini frá Eik Banka eru øll dagfest 28. januar 2010. Teksturin er hin sami í teimum øllum. At orsøk­in til upp­søgnina av millum­ ver­andi er trot, eftirstøður og álitisbrot. Bara nøvnini á feløg­unum eru ymisk, og so upp­hæddirnar, ið tilsamans geva 18 milliónir krónur. – Tá bankin segði at hetta hevði einki virði, hví skuldi eg so koma við fleiri pengum. So mátti tað bara fara, sigur Eivind Jacobsen ídag. Hann vil ikki kennast við orðini trot, eftirstøður og álitisbrot. Heldur uppá, at eftir­støða var eingin, meðan álitis­brotið verður sópað av borð­inum. Serliga er tað Stranda Máling, sum tekur honum fast. Tað var sambært Eivindi Jacobsen har, ið hann skuldi tjena sínar pengar. – Man slapp heldur ikki yvir­um. BankNordik fann út av, hvat Eik Banki var í holt við, og lukkaði kassan, sigur Eivind Jacobsen. Hansara uppáhald er at Eik Banki, tá í byrjanini av 2010, var í holt við at rudda út í sínum kundaskara fyri á tann hátt at bjarga sær sjálv­ um. – Bankin hevði ein innan­ hýsis trupulleika við gjald­ før­inum og solvensinum. Eg skíri tað, ið fór fram í bank­ anum tá, fyri kreativa bók­ Bankin rykti teppið undan Eivindi MVG skuld – Eg fekk bræv frá Eik Banka, sum uppsegði alt millumverandi við meg við 14 daga freist. Mín pástandur er, at bankin gjørdi hetta fyri at bjarga sær sjálvum. Stigið rykti teppið undan øllum mínum virksemi, alt fór á heysin, og sjálvandi misti Taks eisini sítt. Tað sigur strandingurin Eivind Jacobsen, toppskorari á listanum yvir tey, sum Taks hevur avskrivað mest uppá síðstu árini. Greið boð 28. januar 2010 fekk Eivind Jacobsen níggju brøv frá bankanum, stílað til hvør sítt felag hjá strandinginum. Boðini vóru greið, øll lán vórðu uppsøgd við 14 daga freist Mynd: Álvur Haraldsen