Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-02-19, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. februar 2013síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mikudagur 20. februar 2013 · Nr. 21 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tíðindi før­ing, hvørs endamál bara var at pynta um roknskapin, sig­ur Eivind Jacobsen. Spurdur, um hetta ikki er lætt at sita og siga ídag, hav­andi í huga lagnuna hjá gamla Eik Banka, er Eivind Jacobsen avgjørdur: – Eg sigi bara, hvussu bank­in arbeiddi í eini desperat­ari roynd at bjarga sær sjálvum. Rutsjutúrurin Uppsøgdu lánini sendu Eivind Jacobsen í gólvið, og bú­stjórar tóku yvir. – So fór alt bara á heysin. Virðini vórðu gjørd upp, og eftir mínum tykki vórðu tey sett alt ov lágt. Bygningurin hjá Stranda Máling varð seld­ur fyri 2,8 milliónir og øll goymslan fór fyri 700.000 krónur. Hvat var tá virðið, eftir tínum tykki? – Goymslan var so verd tvær milliónir. Sjálvandi er ringt at meta um bygningin, hann stendur jú á Strondum. Men hvat kostar tað at byggja ein slíkan bygning á 1000 fer­metrar, svarar hann spyrj­andi. Í dag hevur Eivind Jacob­ sen ikki yvirlit yvir, hvussu nógv lá eftir, tá avtornaði. – Nei, eg var ikki við har, tá feløgini vórðu gjørd upp. So eg veit ikki, hvør dividendan var. Havi ongantíð tímað at hugt, og satt at siga interess­ erar tað meg ikki. Bankin og Taks ynsktu tað soleiðis, og hvat skal eg so gera við tað. Gjøgnum síni nú fyrr­ver­ andi feløg er Eivind Jacobsen sum áður nevnt ovast á list­ anum hjá Taks yvir tey, har tað almenna síðstu árini hev­ur avskrivað meir­virðis­ gjald. Fyrrverandi vinnu­lívs­ mað­urin hevur lítið gott at bera Taks. – Eg pástandi, at Taks hand­fór støðuna somikið illa, at Taks var við til at koyra felagið hjá mær á heysin, sig­ ur Eivind Jacobsen og held­ur fram: – Hevði Taks vilja bíðað, so høvdu tingini lagað seg. Taks hevði fingið sínar peng­ ar, sigur Eivind Jacob­sen og argumenterar við, at hann bað um sonevnt morator­ ium. Moratorium merkir í stutt­ um, at kreditorar út­seta síni krøv, uttan tó at sleppa skuld­ aranum undan nøkrum. – Eik Banki noktaði, og Taks segði seg ikki luttaka í slíkum. Tá var einki at gera. Hevði Taks verið við, so stóð bankin einsamallur við krav­inum um tvingsilsølu, og so kundi eg fótað mær aft­ur, ljóðar pástandurin frá Eivindi Jacobsen ídag. Tað hendi sum kunnugt ikki. Feløgini fóru á heysin, og millum aðrar kreditorar stóð Taks við sínum mvg- kravi. – Hasi tølini, ið Taks kem­ ur við, eru tað reina tvætl. Til dømis sigur Taks, at Stranda­ máling skyldar meira enn eina millión í meirvirðisgjaldi. Tá eg varð koyrdur frá, var mvg-skuldin 460.000 krónur. Tað høvdu vit eisini klárað at goldið, um vit fingu eitt ávíst skot­brá. Tá tú handlar við mál­ing er tað um summarið, at tú tjenar pengarnar, sigur Eivind Jacobsen. Hann viðgongur tó, at mvg-roknskapurin var ikki ajour, tá bankin høgdi brems­ ur­nar í. – Nei, eg haldi at vit vóru tvey gjøld afturút, sigur Eivind Jacobsen. Spurdur, hvussu hann tá forklárar munin, frá sínum 460.000 krónum til góðu milliónina í metingini hjá Taks, spælir Eivind Jacobsen elegant bóltin víðari: – Tað haldi eg at Taks skal sleppa at forklára, sigur hann. Hinvegin heldur hann seg ikki hava serligar skyldur mót­vegis Taks, sammett við onn­ur, ið eiga pengar til góðar. – Í somáta er Taks ein simp­ul kreditorur. Eg hvørki kann ella vil taka Taks fram um aðrar kreditorar. Tá eitt felag verður kravt á heysin skal alt býtast javnt millum allar kreditorar, og soleiðis er tað, sigur Eivind Jacobsen. Á berum Á kjallaraskrivstovuni í handl­inum á Strondum blað­ ar Eivind Jacobsen gjøgnum pappírini. Samskifti við gamla Eik Banka, gomul konto­bløð og so framvegis. Hann er sannførdur um, at hann hevði kunna hildið fram við sínum virksemi. Held­ur seg hava fingið eina vána­liga viðferð. Tykist hava mist álitið, bæði á skipanina og á Taks. Kortini er svarið nokt­andi, tá vit spyrja um hann er ein beiskur maður ídag. – Nei, eg eri skít líkaglaður. Farið er farið. Eg dugi at gera máling og kundi fyri sovítt byrjað í morgin. Men fyribils geri eg einki, sigur Eivind Jacobsen. Hann er greiður yvir, at har úti í samfelagnum eru nógv, sum hava mist pengar uppá hann. – Ja, sjálvandi eru tað tað. Men mest eru tað feløg. Eg dugi ikki at seta tal á, men soleiðis má tað bara vera. Eg má bara siga, at eg royndi. Men tað gekk so ikki, stað­ festir Eivind Jacobsen. Fyrrverandi politikarin og vinnulívsmaðurin hevur í dag einki boð uppá, hvat hann fer at takast við. – Nei, tað veit eg ikki. Men tað gongur nokk, eg klári meg. Eftir at Sosialurin almannakunngjørdi mvg-listan hjá Taks hevur Eivind Jacobsen á Strondum kravt fund, bæði við Fíggjarmálaráðið og Taks. – Jú, eg vil á fund við Jørgen Niclasen og Eyðun Mørkøre. Vit mugu til botns í hasum málinum, tí hatta vil eg ikki hava sitandi á mær, sigur Eivind Jacobsen og sipar til tær 3,1 milliónirnar, ið landskassin hevur avskrivað uppá seg. Eivind Jacobsen sigur seg hava fingið lovað fund um málið fríggjadagin. – Eg gangi út frá, at Taks skjótt fer at finna útav, at tey við sínum handlingum og handfaring av feløgum sjálvi hava viðført landskassanum tap, sigur Eivind Jacobsen. Strandingurin er tvørur. Sigur seg umhugsa at stevna. – Men fyrst mugu vit fundast, sigur Eivind Jacobsen. Reaktiónirnar vóru nógvar, tá Sosialurin almannakunngjørdi mvg-listan hjá Taks. Eitt nú skrivaði Eyðun Jacobsen á Facebook, at Eivind Jacobsen skuldi syrgt fyri at rinda sær tær 360.000 krónurnar, ið hann var dømdur at gjalda sær. Teksturin varð prentaður á okkara síðu 2. Eftirfylgjandi hevur Eyðun Jacobsen sagt seg angra orðini. Eivind Jacobsen sigur í sínum lagi, at honum dámar illa útsøgnina, sum er faktuelt skeiv. – Eg eri ongantíð dømdur at gjalda Eyðuni Jacobsen nakað sum helst, sigur Eivind Jacobsen. Eivind vil á fund Eivind & Eyðun Farin tíð Ringbindini fylla hyllarnar, og gamla teldan á borðinum goymir enn skjøl, samskifti og roknskapir frá eini farnari tíð, tá Eivind Jacobsen á Strondum var vinnulívsmaður Mynd: Álvur Haraldsen Eg havi ongan­tíð tímað at hugt, og satt at siga interess­erar tað meg ikki