Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-02-19, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. februar 2013síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 20. februar 2013 · Nr. 21 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tíðindi Eyðun Klakstein Stór hit sum Hold The Line, Ro­san­na og Africa hava slóð­ að fyri at gera ameri­kans­ka rock­bólkin To­to heims­ kenda­n. Bólkurin hev­ur selt meira enn 35 millión­ir ein­ tøk av sínum 17 út­gáv­um, og bólkurin hevur vunn­ið nógv­ ar Grammy heiðurs­løn­ir. Upprunaligi sangarin í Toto var Bobby Kimball, sum seinni var eitt inn og út úr bólkinum, sum hann hevur sett so stóran dám á við síni rødd. Bobby Kimball hevur eisini framført nógv sum solist­ur, og um vikuskiftið kemur hann til Føroya at hava konsert. Hann hevur svenskan tónleikabólk aftur­ at sær og fer at framføra ken­ du Toto-sangirnar fyri før­oy­ ing­um. - Eg havi ferðast um allan heim, og tað eru fá lond, sum eg ikki havi vitjað, men eg havi ongantíð áður ver­i­ð í Føroyum, so tað er upp á tíðina, at eg komi at vitja tykkum, sigur Bobby Kimball. Gjøgnumbrot Bobby Kimball vaks upp í Louisiana, og har var nógv­ ur tónleikur. Hann spæl­di frá ungum aldri á barr­um, tónleikastøðum og aðra­stað­ ni, og eyðsýnt var, at gávur­ nar til tónleik vóru góðar. Tá ið Bobby Kimball fyrst í 70’unum flutti til Los Angeles at búgva og spæla tón­leik, kom hann at kenna nakr­ar av tónleikarunum, sum seinnu stovnaðu bólkin Toto. Og tá ið teir skuldu velja sær sangara, fall valið á Bobby Kimball. Tá ið Toto gav fyrstu plátu-na út, syrgdi sangurin Hold The Line fyri, at bólk­ urn fekk eitt stórt gjøgnum­ brot beinanvegin, og árini eftir var Toto millum best selj­andi bólkarnar í USA. - Toto var nakað heilt serligt í amerikanskum tón­ leiki. Fyri tað fyrsta vóru tón­ leikar­arnir í bólkinum fram­ úr góðir, og Toto hevði sítt heilt egnað ljóð, sigur Bobby Ki­m­ball. - Mín bakgrund var í svørt­um tónleiki, meðan hin­ ir tónleikararnir høvdu sína bak­grund í hvítum tónleiki. Tá ið vit so funnu saman í Toto, bleiv tað nakað heilt ser­ligt, heldur hann. Solistur Bobby Kimball var sangari hjá Toto á fyrstu fýra út­gávu­ num, og hesa tíðina vóru teir millum stóru tón­leika­nøvn­ ini í USA. Teir vunnu eitt ótal av Grammy heiðurs­lønum, vóru støðugt at hitlistunum og spældu land og ríki runt. Undur innspælingunum til fimtu útgávuna kom ósem­ja í millum tón­leikar­ar­ nir, og Kimball fór úr bólki­ num. Men nógv ár seinni var Kim­ball biðin um at koma upp í bólkin aftur. Umframt Toto hevur Bobby Kimball eisi­ni framført sum solistur, hann var sangari í Far Cor­ por­a­tion, og hann hevur eisini arbeitt við tónleiki í øðr­um samanhangum. - Tónleikur gevur mær inni­hald og meining í lívi­ num, og hóast eg ikki eri nakar ungur maður longur, elski eg at ferðast við tón­ leiki­num, og tað ælti eg mær at halda fram við í nógv ár aftur­at, sigur Bobby Kimball. - Eg havi fingið so ótrú­liga nógvar upplivingar gjøg­num tónleikinum, og hó­ast eg sjálvandi eri nógv heimaní­ frá, so stórtrívist eg á kon­ sert­ferð­um, sigur hann. Og nú sleppa føroyingar so at uppliva Bobby Kimball á palli. Tá ið Toto vitjaði í Før­ oyum í 90’unum, var Kimball ikki við, men nú fer hann at syngja sína útgávu av kendu Toto-sangunum í høllini á Hálsi leygarkvøldið. Við sær hev­ur hann ein svenskan bólk, sum hann rósar til skýgg­ja. - Eg lovi tykkum, at tað verð­ur eitt brak av eini kon­ sert leygarkvøldið, sigur Bobby Kimball. - Toto var nakað heilt serligt - Mín bakgrund var í svørtum tónleiki, meðan hinir tónleikararnir høvdu sína bakgrund í hvítum tónleiki. Tí gjørdist Toto nakað heilt serligt, sigur sangarin Bobby Kimball, sum framførir í Føroyum um vikuskiftið - Eg havi fingið so ótrúliga nógvar upplivingar gjøgnum tónleikinum, og hóast eg sjálvandi eri nógv heimanífrá, so stórtrívist eg á konsertferðum, sigur Bobby Kimball Verður sent ópostað. Sosialurin rindar postgjaldið 64 Eg bindi meg hervið til at halda: ■ Sosialin ein ársfjórðing fyri kr. 380,- ■ Vikuskiftisblaðið ein ársfj. fyri kr. 300,- ■ Virkishald ein ársfjórðing fyri kr. 550,- Tel. 341800, Tórsgøta 1, Boks 76, FO-110 Tórshavn ...ella send mail til bokhald@sosialurin.fo NavN: Bústaður: tel: teldupostur: Haldara kapping Góðir vinningar verða burturlutaðir hvønn mánað Kappingin er bæði fyri nýggjar og verandi haldarar. Um so er at tú ikki ert haldari, kanst tú fylla lepan út niðast á siðuni og senda hann inn til Sosialin. Vinnarin seinast: Jens Marius poulsen Heimaratún 7 tórshavn mars februar Hotel føroyar VikuSkifti fyri 2 vaksin smyril Line familjuferð Við NorrøNu fyri 2 vaksin og 2 børn