Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-02-19, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. februar 2013síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mikudagur 20. februar 2013 · Nr. 21 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Nøvn Eg vil hervið skrivað nøk­ur orð um bróður mín, Ein­ar Skála, sum andaðist mána­dag­in 14. Januar, einans 68 ára gamal. Einar var giftur við Onnu, ið er ættað úr Fámjin. Saman fingu tey tvær gentir, Rannvá og Sólvá, og umframt átti hann Maritu. Sum ungur lærdi Einar til maskinsmið á Tórshavnar Skipa­smiðju í 1959 og var har í nøkur ár. Hann arbeiddi í Keyp­s­amtøkuni 1976-79. Sið­ ani var Einar settur í starv sum skúlatænari á Føroya Lær­ara­ skúla 1.februar 1979 og var har í heili 33 ár. Vit høvdu nógvar hugna­ ligar løtur saman, og eisini okk­ara børn spældi nógv sam­ an sum smá. Eg minnist, hvussu stoltur Einar var, tá ið hann var blivin abbi. Ein kona segði mær, at tá hon møtti Einar, so hevði hann altíð abbasonin við sær. Einar og Búgvi høvdu nógvar góðar túrar á Boða­nesi, har teir fangaðu kom­bikk. Seinni komu so eisini abba­døtrarnar Anna Sofía og Emma. Í eitt longri tíðarskeið hevði Einar ikki verið so væl fyri og hevði tí verið til ym­iskar kanningar. Men tað var ikki fyrrenn í august 2011, at tað bleiv staðfest, hvussu álvar­ som støðan var. Eg minnist, tá ið Einar skuldi geva okkum boðini, vit sótu í stovuni á Tórgarði. Ein­ar fór útí gongina, gekk sindur aftur og fram og kom síð­ani innaftur til okkara og fortaldi okkum við sorgblídni, at hann hevði fingið staðfest krabba­mein. Hetta var ein sorgar­løta, og eg veit, at Einar hugs­aði nógv um familju sína í hesi sváru løtu. Sjúkan gjørdi meir og meir um seg og tann 1. mei 2012 gavst Einar sum skúlatænari. Hóast hetta so var Einar tann, ið troystaði okkum. Hann var altíð positivur, royndi at ugga okkum og segði altíð, at nú gongur tað betri. 10. januar í ár varð Einar innlagdur, og vit fingu boðini um, at nú var stutt tíð eftir. Hóast hesi sorgarboð, so kundu vit gleðast um, at Ein­ ar fekk høvi til at siga øll sín­um nærmastu farvæl og enn­tá náddi at síggja Emmu, abba­dóttrina, sum var komin í verðina fáar dagar, áðrenn hann andaðist. Góði Einar, tú hvíldi so trygt í Gudi. Tú segði, at tú ynskti, at tú hevði kunna verið longri ímillum okkum, men tú hvíldi í vissuni um, at nú fórt tú heim, heim til tín Frelsara. Takk fyri alt, sum tú vart fyri okkum. Signað verið minni um Einar. Systir tín, Katrin Minningarorð um beiggja mín, Einar Skála