týsdagur 19. februar 2013síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 20. februar 2013 · Nr. 21
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
meldurin
Rannvá G. Fossaberg
Hann er nærmast uppvaksin
í ketildrakt á einum bilverk
staði og við motorolju á fin
grunum. Í dag sæst hann
javnan í klædningi og slipsi
og etur pinnamat.
- Eg havi ongantíð verið
tann, sum hevur gingið
nógv í slipsi, tí av natúr eri
eg rættiliga rokaligur. Men
í hesum starvinum er tað
ein partur av arbeiðinum
at knýta slipsaknútin og fa
ra til móttøkur av ymsum
slag. Higartil hevur tað ikki
verið nakar trupulleiki, sig
ur Sonni á Horni, sum síðani
1. Januar hevur virkað sum
borgarstjóri á Fuglafjarðar
Kommunu, ið telur umleið
1500 borgarar.
- Tað er nokkso stuttligt,
men tað er allarhelst slipsið,
sum eg fái flest viðmerkingar
um, tá eg eri úti millum fólk.
Tey eru jú ikki von við at
síggja meg í klædningi og
slipsi. Nú er tað blivið so, at
keypi eg til dømis inn í onkr
um handli og eri í vanligum
klæðum, spyrja fólk skemt
ingarsamt, hvar slipsið er,
sigur Sonni á Horni.
Starvið er ein
avbjóðing
Tað eru júst upplivingar sum
omanfyri, ið 34 ára gamli
borgarstjórin skal venja seg
við.
- Tað er undarligt brádliga
at vera ein almennur persón
ur, og tað er eisini nakað, sum
er merki, at eg veruliga skal
venja meg við. Eitt nú kann
tað vera løgið, at fólk, sum
eg als ikki kenni, koma yvir
til mín at heilsa uppá, greiðir
Sonni á Horni frá.
Fyri hann er størsta av
bjóðingin við borgarstjóra
sessinum tað, at hann nú er
ein almennur persónur, sum
nógv kenna og hava eina
meining um.
- Alt er øðrvísi, tá tú ert
borgarstjóri, men eg ivist ikki
í, at tað er nakað, sum ein
venur seg við. Men eg leggi
stóran dent á at vera tann,
eg eri. Haldi ikki at mann
skal broyta seg sjálvan, bara
tí at tað nú eru fleiri eygu
og oyru, ið fylgja við í tí, tú
gert og sigur, heldur Sonni á
Horni.
Hóast hetta er fyrsta setan
sum borgarstjóri, er Sonni
á Horni ikki heilt óroyndur
í kommunalpolitikki. Hann
stillaði upp til kommunu
valið í 2004, men ein atkvøða
restaði í fyri at hann slapp
inn. Í 2008 bleiv hann valdur
í Fuglafjarðar Kommunu, har
hann hevur sitið í andstøðu
seinastu fýra árini. Á vali
num í november í fjørð bleiv
hann fyrstvaldur.
- Hóast eg kenni til ein
part av arbeiðinum í komm
ununi, er eisini nógv nýggj
øki og mál, eg sum borgar
stjóri skal seta meg inn í.
Mannagongdirnar eru ávísar
fyri tey ymisku økini, og tær
skal eg læra at kenna, sigur
Sonni á Horni.
Kommunan skal stuðla
Fríggjadagin var skipað fyri
stórari móttøku í Fuglafirði,
tá Norðoya Sparikassi lat
upp eina deild í bygdini. Het
ta eftir at Eik hevði valt at
snara lykilin á sínum banka,
sum leingi hevur verið tann
einasti í bygdini.
Nýggi peningastovnurin í
Fuglafirði fær hollan stuðul
frá kommununi við Sonna á
Horni á odda.
- Vit eiga øll at stuðla
tí lokala, og hetta er eisini
galdandi fyri kommununa.
Í mínari verð eigur og skal
kommunan vera lokal, sigur
Sonni á Horni, sum tó leggur
afturat:
- Men tað er umráðandi,
at mann ikki er lokalur og
stuðlar øllum tí, sum er á
staðnum, fyri ein hvønn
prís. Orsøkin, til at vit sum
kommuna vilja stuðla nýggja
peningastovninum í bygdini,
er sjálvandi tann, at vit meta,
at tað loysir seg fyri okkum,
umframt at vit sum kommu
na fegin vilja stuðla einum
banka, sum er her á staðnum,
greiðir Sonni á Horni frá.
Men Sonni á Horni heldur
ikki, at tað bara er Fuglafjarð
ar Kommuna sjálv, ið skal
stuðla nýggja bankanum í
Fuglafirði.
- Eg havi eisini heitt á
borgararnar í kommununi
um at taka væl ímóti Norð
oya Sparikassa og at brúka
henda bankan, sigur Sonni
á Horni, sum eisini hevur
heitt á eitt nú vinnulívið um
at taka undir við nýggja pen
ingastovninum.
- Mín hugburður er tann,
at vilja fólk ikki stuðla tí,
sum er á staðnum, so skulu
tey heldur ikki finnast at og
vera ónøgd, tá tað brádliga
ikki er her longur, sigur Son
ni á Horni avgjørdur.
Torir at vera
ópopulerur
Hesi seinastu fýra árini, har
hann hevur verið partur
av Fuglafjarðar Kommunu,
hevur hann eisini upplivað
at borgarar hava funnist at
honum. Í 2009 bleiv avgerð
tikin í kommununi, at seks
ára gomul børn skuldu fara
úr hølunum í barnagarðinum
í Fuglafirði og ístaðin vera í
skótahúsinum á Kambsdali.
- Tá vóru tað fleiri, sum í
fyrstu syftu ikki vóru nøgd
við ta avgerðina, sum eg
eisini hevði verið við til at
tikið. Men hatta er nakað,
sum tú bara mást taka við,
tá tú fæst við politikk. All
ar avgerðir og eisini tær
ópopuleru verða gjørdar út
frá bestu sannføring, greiðir
Sonni á Horni frá.
Hann leggur afturat, at
hóast borgararnir í fyrstu
atløgu ikki tóku væl ímóti av
gerðini um at flyta tey seks
ára gomlu børnini til Kambs
dalar, hevur tað seinni víst
seg at vera ein avgerð, sum
børnini og tey vaksnu nú eru
glað fyri.
- At tora at taka avgerðir,
sum ikki altíð fella í góða
jørð, er neyðugt í starvinum
sum borgarstjóri. Og eg tori
at taka tær avgerðirnar, tá
tær eru neyðugar, sigur Son
ni á Horni og heldur fram:
- Sum persónur eri eg
opin og erligur, og eg sigi tað,
eg meini – eisini tá talan er
um ópopulerar avgerðir.
Var fyrstu ferð
til flogbólt
Sum borgarstjóri fylgja yms
ar skyldur við, sum til dømis
at vera við til tiltøk av ymisk
um slag. Eitt nú var nýggi
borgarstjórin um vikuskiftið
til flogbóltsdyst.
- Eg havi ongantíð verið
til ein flogbóltsdyst, men tað
slapp eg so at royna leygar
dagin. Haldi tað er um-ráð
andi, at tú sum borgarstjóri
roynir at fylgja við í tí, sum
fyriferst í tínum egna øki, sig
ur Sonni á Horni, sum eisini
sær tað sum sína skyldu at
fara í rundar føðingardagar
hjá borgarum í Fuglafjarðar
Kommunu.
- At fara og heilsa upp á
fólk, sum hava rundan føð
ingardag, haldi eg eisini at eg
sum borgarstjóri eigi at gera.
Ikki tí, eg ætli mær ikki at
renna til allar føðingardagar,
men jú eg havi set mær fyri
at fara til tey eldru fólkini í
kommununi og heilsa uppá,
tá tey fylla runt.
Slipsið fær flest
viðmerkingar
- Eg skal venja meg við at vera ein almennur persónur. Men eg eri ikki bangin fyri at siga mína meining og taka
ópopulerar og øðrvísi avgerðir, tá tað krevst. Tað sigur 34 ára gamli borgarstjórin í Fuglafjarðar Kommunu,
Sonni á Horni. Herfyri fór hann aktivt út eftir einum banka, tá seinasti peningastovnurin í Fuglafirði lat aftur