Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-02-19, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. februar 2013síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 20. februar 2013 · Nr. 21 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tøkni Lagt til rættis: Jonas Ekelund Snildu mynda­ tólini eru her Vegleiðandi prísur: 3.300 kr. www.nikon.dk Fyri Ímóti Í vavi er S800c munandi minni enn Samsung Galaxy Camera. Tað er veruliga eitt kompakt myndatól, sum lættliga passar í lumman. Í veruleikanum sær alt annað enn bakið út sum eitt vanligt myndatól. Tøkuknøtturin er lætt atkomuligur við eini vanligari vippukontakt til zoom, og tú hevur veruliga eitt gott tak um myndatólið. Bakið líkist mest av øllum eini eldri snildfon við trimum fysiskum knøttum fyri aftur, heim og høvuðsmynd. Eisini innanfyri eru hentleikarnir avmarkaðir við einum seinum gerili og avmarkaðum minni. S800c kemur við eini tvey ár gamlari Android-útgávu, og tað er óvist, um hendan kann uppstigast. Ávísar apps kunnu ikki nýtast, tá hesar krevja eina nýggjari Android-útgávu. Hetta ger, at tólið kennist meinlíkt eini bíligari brúktari snildfon. At nýta S800c kennist veruliga sum at hava tvey tól í einum. Er Android opið, ber ikki til at trýsta á tøkuknøttin fyri at taka mynndir. Er myndatóls-interface hinvegin opið, noyðist tú at flyta teg í røttu støðuna, áðrenn tú kanst skifta til Android. Og í flestu app’unum ber ikki til at stýra øllum funkum á tólinum. Tað er sjálvandi hent, at tú kanst senda myndir beinleiðis til sosialir miðlar ella online- goymslur, men til hetta krevst atgongd til Wi-Fi-net, so tað er framvegis ikki líka lætt, sum tað er við snildfonini. Tá tú hugsar um kappingarneytarnar, so er myndagóðskan hjá S800c góð. Og hon er munandi betri enn á bestu snildfonunum – serstakliga undir truplum ljósviðurskiftum. Tó er hon ikki í serflokki, og framvegis kann nógv órógv koma fyri á myndunum. Verður sammett við vanlig komptakt myndatól kanst tú fara helvtina niður í prísi og hava somu góðsku. Litendurgevingin er góð, og eksponeringin er aloftast OK, hóast fokuseringin viðhvørt gevur trupulleikar. Tað var sjálvandi bara ein spurningur um tíð, áðrenn snildfonir og kompaktu myndatólini smeltaðu saman. Vit hava longu sæð ábendingarnar við touchscreen-myndatólkum, ið hava tráðleyst netsamband. Men nú eru bæði Nikon og Samsung á marknaðinum við myndatólum, sum nýta Androis sum stýriskipan. Bæði hava tey sum minst av knøttum, tí flestu funkurnar verða stýrdar frá touch- skíggjanum. Og í mun til fyrrverandi touchscreen-útgávur, so eru funkurnar á skíggjanum ikki avmarkaður til tær mest grundleggjandi. Takkað verið Google Play kanst tú nú eisini taka hópin av foto-app ella forritum til myndaviðgerð inn á myndatólið. Onkrir trupulleikar koma heilt víst. Eitt nú at flestu app’irnar ikki eru ætlaðar til nýtslu í einum veruligum myndatóli. Eitt nú tykist eingin hava hugsað um optiskt zoom, og tí kann hetta ikki stýrast frá app’ini. Og forritini til myndaviðgerð eru sjáldan til reiðar at taka sær av myndum upp á 16 megapixlar. Men tað endar ikki har. Til ber sjálvandi at kanna Facebook ella aðrar sosialar miðlar og uploada myndir. Ella tú kanst nýta Dropbox til hetta. Og sjálvandi ber eisini til at gera ting, sum einki hava við myndatøku at gera. Eitt nú at lesa tíðindi á netinum ella spæla Angry Birds. Men myndatólini eru sjálvandi ikki eins handug sum eina snildfon. Millum annað av hesum ávum er óvanliga trupult at gera eina veruliga meting av tólunum. Hóast tey eru framúr á nøkrum økjum so sum vinarlig nýtsla og góðar funkur, so slepst ikki undan, at heildarmetingin verður togað niður av prísinum, sum er ov høgur fyri eitt slíkt tól. Og tí mugu bæði finna seg í eini lægri meting enn meðal. Til ta løtu, tá framleiðarar duga at fáa snildu funkurnar í eitt vanligt myndatól til ein lægri prís, er tað betri og bíligari at íbinda myndatólið til ein teldil. Har er lættari at viðgera myndirnar, og tú kanst nýta júst tað myndatólið, sum tær dámar best. Eitt bíligt kompakt myndatól við eini gamlari Android-telefon á bakinum Nikon Coolpix S800c Bíliga valið Við Android innanfyri, touch-skíggja og interneti eru tey her. Tey stuttligu myndatólini til online-ættarliðið Niðurstøða CoolS800c er eitt okay kompakt myndatól, har Nikon hevur íbundið eina Android-skipan á bíligasta hátt. Tað merkir tíverri, at konseptið í løtum tykist tvungið, og at nógvir fyrimunir, sum kundu verið, ikki eru til staðar. Ístaðin fyri at vera spennandi og áhugavert verður tað alt meira irriterandi, tess fleiri lutir tú finnur, sum tólið ikki kann handfara. Og hóast tað er eydnast at halda prísinum niðri, so er talan framvegis um dýra leiku, tá tú fært eitt samsvarandi Nokon S6300 uttan Android fyri helvtarprís. Myndagóðska ★★★★★★ Nýtsluvirði ★★★★★★ Brúkaravinarligt ★★★★★★ Góðskumeting ★★★★★★ Heildarmeting ★★★★★★ Android Lutfalsliga rímiligur prísur Vánalig battarítíð Seint Illa integrerað Upployst: 16 MP Myndasensons: 1/2,3" CMOS Brennivídd: 25-250 mm 10x Blenda: f/3.2-5.8 Skíggi: 3,5" 0,8 MP OLED Stýriskipan: Android 2.3.3 Geril: Cortex A9 Minni: 1,7 GB + SDHC Tráðleyst: Wi-Fi, Bluetooth 2.1 Battarí: 240 myndir